Ring líkindi hava tarnað asfaltarbeiði

- Helst undrast fleiri yvir, at kommunan fer undir asfaltarbeiði á vetrartíð, tá slíkar seinkingar sjálvsagt kunnu koma fyri.

Hin 21. januar kunnaði Klaksvíkar kommuna um, at asfaltarbeiði í Nólsoyar Pálsgøtu fór í gongd hin 24. januar, og at arbeiðið eftir ætlan skuldi verða liðugt hin 3. februar.

 

Men, nú er februar um at verða runnin, og enn er asfaltarbeiðið ikki liðugt. Orsøkin er, siga tey í Klaksvíkar kommunu, bæði nógvi kavin og ringa veðrið, sum hevur seinkað arbeiðnum.

 

- Helst undrast fleiri yvir, at kommunan fer undir asfaltarbeiði á vetrartíð, tá slíkar seinkingar sjálvsagt kunnu koma fyri.

 

Men, í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tekniska nevnd hjá kommununi á hvørjum ári ger eina ætlan fyri, hvørjir vegir skulu hava nýtt asfalt í árinum. Í 2021 hendi tó tað óhepna, at bert helmingurin av samtyku arbeiðunum vórðu framd.

 

- Tí hevur kommunan heitt á arbeiðstakaran um at byrja asfalteringina fyrr í árinum, soleiðis at alt tað samtykta asfaltarbeiðið í 2021 og 2022 vónandi kann verða framt í ár.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at tey áður hava asfalterað í vetrarmánaðunum, men í ár gekk tað tíverri ikki soleiðis, sum vónað varð.

 

- Tá ein skái verður, kann asfaltarbeiðið í Nólsoyar Pálsgøtu fremjast eftir tveimum samdøgrum, og vit vóna, at umstøðurnar fara at loyva hesum innan fáar dagar.

 

Lagt verður aftrat, at avsettar vórðu 3,6 miljónir krónur til asfalttering í 2021, og fyri árið í ár eru 4,9 miljónir krónur settar av.