Seint í fjør bjóðaðu børnini í Smílikulluni, sum er frítíðarskúlin hjá Vága kommunu, seg til at loysa ein óvana og oyðsl hjá kommununi.
- Í síðstu viku var Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, so á vitjan í Smílikulluni. Børnini í frítíðarskúlanum høvdu valt at loysa uppgávuna við at prýða nøkur krúss til starvsfólkini á kommunuskrivstovuni, starvsfólkini hjá barnaverndini og allar býráðslimirnar.
Í Vága kommunu siga tey, nú hava øll hesi nevndu fingið sítt egna persónliga krúss við navni á heldur enn at brúka einnýtis pappkoppar. Somuleiðis fáa vitjandi, ið koma á gátt á skrivstovuni, boðið kaffi ella te í einum av hesum krússum, sum børnini hava prýtt til gestir.
- Tað hevur verið vanligt at brúka einnýtis pappkoppar á kommunuskrivstovuni, men tá hugsað verður um umhvørvið, er hetta ikki so skynsamt. Tí bjóðaðu børnini í frítíðarskúlanum seg fram til at loysa hesa umhvørvisuppgávu fyri kommununa við at prýða nøkur krúss, sum kunnu brúkast aftur og aftur.
Borgarstjórin, Bjarni Prior, takkaði børnunum fyri, at tey eru so fitt og røsk at hava átikið sær uppgávuna og harvið eru við til at betra um umhvørvið í kommununi.
- Aftur fyri hesa handaði borgarstjórin teimum eitt gávukort, har tey kunnu fara í handilin at keypa sær okkurt gott at hugna sær við, siga tey í Vága kommunu eftir hetta átak hjá frítíðarskúlanum, Smílikulluni.
##med2##












