Tað loysti seg væl at tryggja føroyingar í fjør

Tað vóru nógv færri skaðar í fjør og úrslitið av tí er, at yvirskotið er stórt

Í fjør loysti tað seg sera væl at tryggja føroyingar. Betri Trygging sigur nevniliga, at í fjør var yvirskotið nógv størri enn í fyrr árið. Í fjør var yvirskotið nevniliga 114 milliónir – og tað er eftir skatt. Hetta nógv størri enn í fyrrárið, tá ið tað var 67 milliónir. Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging, sigur í tíðindaskrivi, at tað eru fleiri orsøkir til at árið hilnaðist so væl.

 

Í fjør vóru munandi færri skaðar enn vanligt. Tað vóru eingir stórir skaðar á virkjum og í fyritøkum og tað var heldur eingin rættilig skaðaódn í fjør. Samstundis vóru eisini væl færri privatir skaðar í fjør enn í 2020. Í fjør vórðu 10.700 skaðar fráboðaðir, og tað eru 2.000 skaðar færri enn í 2020. Tað merkti at í fjør rindaði Betri Trygging 209 milliónir í endurgjøldum fyri skaðar og tað er eisini munandi minni enn í fyrrárið, tí endurgjøldini vóru 382 milliónir krónur.

 

Annars hevði tryggingin 426 milliónir í inntøkum av tryggingargjøldum í 2020, men í fjør fingu tey fleiri viðskiftafólk, so í fjør vóru inntøkurnar av tryggingargjøldum 442 milliónir.   Í ár fer Tryggingin at rinda viðskiftafólkunum eitt vinningsbýti av yvirskotinum og hetta er fyrstu ferð, at tey gera tað. Tað merkir, at tey, sum hava trygging hjá Betri Trygging, fara at fáa eini 10 prosent av tí, sum tey hava goldið, afturgoldið í vinningsbýti.