Hallur Mortensen er úr Hoyvík. Hann er giftur Shino úr Japan, og tey eiga fýra børn. Tey búgva í Atsugi, stutt uttanfyri Tokyo í Japan, har tey arbeiða sum trúboðarar.
Hvussu fara tit at halda jól í ár?
– Vit fara at halda jól her í Japan. Í samkomu okkara verður ein jólakonsert og møti við drekkamunni, sum vit hava bjóðað fólki at koma til. Aftaná fara vit at halda jól heima og gera tey so føroysk, sum til ber.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
– Jólini hava stóran týdning, tí vit minnast, at Jesus varð føddur og kom í heimin sum tann lovaði Messias og frelsari okkara.
Hvat er serliga gott við jólum?
– At minnast týdningin av høgtíðini og at vera saman við familjuni og gera ymist saman, sum vit ikki vanliga gera.
Hvat kundi verið øðrvísi við jólum?
– Jólini kundu verið minni handilslig og heldur havt meira fokus á veruliga týdningin av jólum.
Hvussu er at halda jól í Japan samanborið við í Føroyum?
– Jólini eru nokk tað tíðin, man leingist mest heim. Í Japan eru ikki nógv fólk, sum eru kristin, so jólini hava ikki so nógv at siga sum so; fólk eru til arbeiðis sum vanligt, og børn fáa ikki vetrarferiu fyrr enn 25. desember. Tó keypa fólk vanliga onkra kaku til jóla, og jólamaðurin gevur børnunum gávur.