Yvirhøvur hevur hetta verið eitt rættiliga friðarligt vikuskifti. Tað sigur løgreglan í morgun, nú vikuskiftið fer at hæsað av. Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Eysturoynni, á einum strekki har tað var loyvt at koyra 50 í bygdum øki. Har fingu tríggir bilførarar bót – men tveir av teimum koyrdu so mikið skjótt, at ein bót strekti ikki til. Tann eini bilførarin fekk nevniliga eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman og ein misti koyrikortið treytað fyri at koyra 81 og 101 kilometrar um tíman. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum fyri ikki at missa tað ordiliga.
Um miðdagsleitið í gjár fekk løgregan boð um, at ein bilur var farin út av í Norðstreymoy. Talan var um ein bilførara, sum var farin út av, hann rendi á eitt vegskelti og endaði úti á bønum. Og tað var ikki av ongum, tí tá ið løgreglan kom á staðið, varnaðust tey, at bilførarin var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Náttarlívið hevur eisini verið rættiliga friðarlig. Tvey fólk fingu bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar, tí tey vóru so ólátað, at tey vóru til ampa fyri onnur. Og einar tvær ferðir eru sjúkrabilar sendir eftir fólki, sum vóru so drukkin, at mett var, at tað var best, at tey komu undir læknahond.











