Hesa seinstu tíðina er stígur er komin á at koppseta fólk fyri koronu og sum vit skrivaðu fyrr í dag, verða stig ný tekin til at gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta.
Les meiri um tað her: Gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta
Men í sjúkrahúsverkinum vænta tey eisini, at tað fer at koma gongd aftur á koppsetingina. Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúkrahúsverkinum, sigur, at hesa næstu tíðina hava nógv fólk bílagt koppseting. Hann sigur, at hesar næstu tríggjar dagarnar hava eini 2.000 fólk bílagt tíð til at verða koppsett. Hann leggur afturat, at nógv tey flestu av hesum skulu hava ta seinnu sproytuna.
Samstundis verður nú eisini mælt til, at barnakonur og mamur, sum geva bróst, eisini lata seg koppseta. Higartil hevur tilmælið verið, at børn undir 16 ár eiga ikki at lata seg koppseta, men í Danmark mæla tey nú til, at børn ímillum 12 og 15 ár eisini lata seg koppseta. Tað er eisini væntandi, at tað verður tað sama í Føroyum. Koppsetingarbólkurin hevur mælt til, at eisini tey 12 – 15 ára gomlu í Føroyum verða koppsett fyri koronu og tað tilmælið er nú til politiska viðgerð, men har er eingin niðurstøða enn. Í Danmark hava nakrir barnalæknar verið ivingarsamir um hetta, men Fróði Jacobsen sigur, at barnalæknarnar í Føroyum hava tikið undir við eini slíkari ætlan.