, og sigurin var uppiborin. Í álopinum høvdu teir fleiri streingir at spæla uppá enn H71, og eisini í verjuni var innsatsurin góður. H71-avrikið var ov svingandi. Í løtum í dystunum mistu teir ov nógvar [...] fingu liðini eina ávaring í part, og fyrsta útvísingin kom, tá fýra minuttir vóru spældir. Hóast munurin minkaði aftur seinni, so fall avgerðin í roynd og veru sum so ofta í hondbóltsdystum, nevniliga [...] millum Hannis Wardum í álopinum og Rúna Poulsen í verjuni, og Hannis skeyt fýra mál á rað fyri Kyndil hesa løtuna, samstundis sum tað gekk striltið hjá hoyvíkingum at fáa bóltin í netið. Við støðuni 18-14
sær nakrar sum helst tankar um at koma í finaluna, er tað neyðugt hjá teimum, at teir fáa skil á verjuna hjá sær, sum í fleiri dystum í ár hevur víst seg at verða í so tunn. Kollfirðingar eru hinvegin úti [...] kollfirðingum sunnudagin, og um vestmenningar ætla sær í steypafinaluna, noyðast teir at taka annað skinn um bak, tá ið Kyndil kemur á vitjan í Vestmanna mikukvøldið. Ágrýtnir kollfirðingar Tað gekk annars [...] landsliðsleikarin Regin Petersen, sum var í rætta hýrinum, og tá ið verjan hjá VÍF var so gávumild, langaði hann bóltin ferð aftaná ferð í meskarnar aftan fyri Dejan Lacok í málinum hjá VÍF. At loyva einum manni
unglingaliðið. Í 2000 og í 2001 vann EB/Streymur FM fyri piltar á hálvum vølli. Sjey av teimum, sum mikukvøldið vunnu FM fyri unglingar kunnu halda fram í deildini næsta ár. Magnus á Stongum ivast ikki í, at E [...] FM FYRI UNGLINGAR Fótbóltslagið í Sundalagnum og í bygdunum har á leið er gott, og spenningurin er, sum hann ongantíð hevur verið áður. Mánakvøldið var EB/Streymur í 1.deild við stórum fylgi á Svangaskarði [...] sneitt seg ígjøgnum í høgru og lagt innfyri. Støðan helt sær til tað restaðu tjúgu minuttir. Í 2. hálvleiki gekk nokk so nógv fyri seg á helvtini hjá EB/Streymi, men Brian Hansen í EB/Streyma málinum varð
Mótstøðumaðurin var formaðurin í Havnar Telvingarfelag Jóannes Guttesen, sum óvæntað vann á Jóhan. Í rúkandi tíðarneyð mátaði Jóannes Jóhan. Javnt ímóti Rødgaard Í Vestmanna fingu vestmenningar trý góð stig [...] TFS ? VT og HT ? KT. Dreymurin brast Eftir ósigur í fjórða umfari hava føroysku talvútisetarnir helst mist møguleikan at leika seg upp í 1. deild í Danmark. Tað byrjaði annars væl hjá føroyska felagnum [...] Talv Fyri einum ári síðani vóru klaksvíkingar í somu støðu, nevnliga tryggir á fyrsta plássi í 1. deild eftir seks umførum. Eftir lokna kapping var støðan heldur broytt, tí klaksvíkingar fingu loksins
har deknur lesur lestur ella tænari er prestur. Har tú á hvørjum halgidegi í sorg sum í gleði kann finna linna ugga, og megi í Harrans orði og við altarborðið. ? ? ? Latum okkum at enda minnast undanfarnu [...] kirkjan ikki helt føðingardag, men hetta kom tíanverri ikki í lag, orsøkir vóru av ymiskum slag. Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda vit mong í Hattarvík lenda at minnast dagin henda. Vit leggja serliga [...] seinastu kappingina. Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst varð koyrt í 50 minuttir, og síðani varð eitt umfar koyrt afturat. Í seinastu etapuni av Statoil Kring Føroyar bardust Kenneth Gormsen og Gunnar
einki broytt í so máta: Allur postur og flutningur annars eftir landi, ið skal norður ella suður um Hórisgøtu (Kollfjarðartunnilin), fer um rundkoyringina í Dalinum. Við hesum søguliga veruleika í huganum, [...] hátt - og á ymsum fremmandum málum. Fyrst í hesum árinum (1/2005) kom eitt hefti, "Aktuelt fra Færøerne" við 3 høvuðsevnum, og fyrsta greinin eitur "Posthistorie í Kollafjørður", sum Vilhelm Johannesen hevur [...] r, hatta er ikki beint. Bæði formliga og í roynd og veru er bara talan um eina bygd. Soleiðis er og hevur altíð verið; og tað ber ikki til at tosa um bygdir í bygdini. Hvør er so ikki kollfirðingur, meðni
Klaksvíkingur ikki hevur vunnið á Ólavsøku í 57 ár. Gomul hagtøl vita at siga, at Klaksvíkingur hevur vunnið tveir ólavsøkuróðrar. Annar var í 1940, og hin var í 1949! Um tað fer at eydnast Klaksvíkingi [...] klaksvíkingar serliga fegnir vilja vinna ólavsøkuróðurin í ár. Eysturoyingur vann í Sandavági. Harvið hevur Eysturoyingur vunnið tríggjar ferðir á Klaksvíkingi í ár, og Klaksvíkingur hevur vunnið tvær ferðir á [...] Ólavsøku. At tað í orðum og útrokningum og gitingum á ymsum pallum fer at verða nógv kapprógving næstu hálva aðru vikuna er einki at ivast í. Bátsformaðurin á Klaksvíkingi var ikki so væl nøgdur í Sandavági,
fyri hjá flokkinum. Eitt nú í Fuglafirði og í Vági var Sambandsflokkurin beint við at vera størstur flokkur, og har hevur fyrr gingið illa hjá Sambandsflokkinum ? í øllum førum í seinastu valini. Eisini aðrar [...] vóru á val týsdagin enn í 1987. Samstundis sigur hetta okkum, at tað eru komnir 2.688 sambandsveljarar afturat síðani seinasta val. At áhugin var so stórur fyri fólkatingsvalinum í ár er kanska tað mest [...] mest merkisverda. Við valið í 1990 var valluttøkan 54,1%, og við seinasta val í 1998 var vallutøkan 66,1%. Hagtølini siga okkum, at áhugin vanliga hevur verið ógvuliga vánaligur fyri fólkatingsval. Við flestu
undan kvinnudystinum vóru flestu sitiplássini í høllini í Vestmanna upptikin, og tá mansdysturin byrjaði, var ilt at kroysta meira fólk inn enn tað sama. Í alt mundi talið av áskoðarum fara at tátta upp [...] gerast enn betri, og í so máta er einki at ivast í, at oddastøðan hjá StÍF í føroyskum manshondbólti eisini fer at standa við. Teir verða kanska ikki meistarar á hvørjum ári, men tilfeingið í felagnum er somikið [...] Ella í øllum førum tveir av leikarunum hjá StÍF. Marian Cirloganescu hótti eina løtu við at taka alt, sum vestmenningar tveittu at honum. Líka mikið hvussu skotið varð, so fekk hann vart fyri, og í hinum
sum hevur vunnið á kvinnunum hjá VÍF, er Neistin, sum í seinasta dystinum á vári 2000 vann í Vestmanna. Síðani hava liðini leikt 11 dystir sínámillum í lands- og steypakapping, men hvørja ferð hevur VÍF drigið [...] bert, um ein slík uppliving kann fáa tær hjá VÍF at taka í egnan barm. Ger hon tað, so er einki at ivast í, at talan verður um tríggjar stórsigrar í seinastu dystunum, men um ikki, so kann væl verða, at [...] við at motivera seg, og soleiðis var eisini, tá tær hittu Neistan sunnudagin. Í verjuni vóru tær alt annað enn sannførandi í longum løtum av dystinum, og tá hesin parturin av spælinum ikki koyrir, so gongur