Manshondbóltur
Karmarnir vóru júst so, sum teir eiga at vera. Longu undan kvinnudystinum vóru flestu sitiplássini í høllini í Vestmanna upptikin, og tá mansdysturin byrjaði, var ilt at kroysta meira fólk inn enn tað sama.
Í alt mundi talið av áskoðarum fara at tátta upp ímóti teimum túsund, og frá fyrsta bríksli var sjónligt, at her stóð nakað væl meira enn tað vanliga ger upp á spæl. Longu fyrstu málini vórðu feirað í stórum stíli, sum var hvørt tað einasta mál avgerandi. Og tað kundi tað eisini væl verða.
Nervarnir og týdningurin av dystinum vóru sjálvandi nakað, sum hevði hug at sníkja seg inn á leikararnar fyrstu løtuna, soleiðis at spælið ikki gjørdist heilt so flótandi, sum hesi liðini annars eru før fyri.
Men strandingar vóru fyrstir at rysta hetta av sær. Ella í øllum førum tveir av leikarunum hjá StÍF. Marian Cirloganescu hótti eina løtu við at taka alt, sum vestmenningar tveittu at honum. Líka mikið hvussu skotið varð, so fekk hann vart fyri, og í hinum endanum tjóvstartaði ungi Sveinur Justinussen. Bæði við fríspælingum til viðleikarar, og ikki minst við drønandi hørðu skotum sínum, sum lótu Eli Müller verjuleysan í málinum.
Tá tað er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at VÍF als ikki fekk sítt verjuspæl at koyra fyrstu longu løtuna. Tað var sum vóru leikararnir bundnir inni at strikuni í 6-0 verjuni, og við skjúttunum, sum StÍF hevur á bakplássunum, sigur tað seg sjálvt, at hetta kundi ikki halda.
Ein glott var tó at hóma seinasta korterið hjá heimaliðnum. StÍF hevði tá annars vunnið sær eina hampuliga leiðslu, men spakuliga kom VÍF aftur. Við at skifta verjuna til 5-1, har Johnny hálvgum skuggaði Costin Dumitrescu úr spælinum hjá StÍF, fingu vestmenningar bremsa álopssælinum hjá gestunum, og so var at toga hinvegin.
Úr 4-11 broyttist støðan til 11-12, áðrenn strandingar beint undan steðginum aftur øktu til tvey mál.
Í hinum dystunum millum VÍF og StÍF hevur tað ofta verið soleiðis, at alt er avgjørt eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki. Og soleiðis varð eisini her.
Eftir seks minuttum høvdu strandingar høgt bóltin í kassan fimm ferðir, og so skuldi tað alla tíðina verða strævið hjá VÍF. Og teir megnaðu heldur ongan tíð at koma afturíaftur.
Vandamiklu skjúttarnir hjá liðnum sluppu næstan ikki framat. Partvíst tí verjan hjá strandingum stóð seg sera væl, og partvíst tí álopsspælið hjá VÍF ikki hekk saman. Mest sum hvørja ferð vórðu álopsroyndirnar endaðar við gjøgnumbrotsroyndum frá einstaklingum, og mest sum hvørja ferð rendi leikarin í gjøgnumbroti seg inn í minst tveir strandingar. At að eisini skudu ganga 50 minuttir, áðrenn Áki Olsen fekk fyrsta málið, sigur helst nakað um, hvussu væl strandaverjan riggaði, og tó at Áki eftir hetta veruliga fór ígongd, so var »to little to late« hjá VÍF.
Strandingar hinvegin fagnaðust. Áskoðarar teirr mundu fylla góðan fjórðing av høllini, men har hoyrdist einki annað. Og tá sigurin so var vísur, streymaðu fólk inn á vøllin. Í einum stórum ringi sungu tey um gull, føroyameistarar og tað, sum har til hoyrir, og eingin ivi var um ,at tey áttu hetta uppiborið.
Gjøgnum alt árið hevur liðið talst millum tey bestu, og nú tað veruliga stóð á, sýndu teir formatið. Ikki minst er tað hugkveikjandi, hvussu lágur miðalaldurin á liðnum er. Av heimligu leikarunum er tað helst bara Artur, sum kann roknast at fella fyri aldursmarkinum innan alt ov nógv ár. Hinir eru fyri tað mesta leikarar, sum kunnu gerast enn betri, og í so máta er einki at ivast í, at oddastøðan hjá StÍF í føroyskum manshondbólti eisini fer at standa við. Teir verða kanska ikki meistarar á hvørjum ári, men tilfeingið í felagnum er somikið ríkt, at teir heilt víst fara at verða har, sum tað gongur fyri seg.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 22-28 (11-13)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 6(2), Áki Olsen 5, Johnny Joensen 2(1), John Zachariasen 2, Agnar Joensen 2, Ingi Olsen 2, Rógvi Nielsen 1, Petur Frank Joensen 1, Daniel Rápa 1
StÍF: Alexandur Johansen 9(3), Costin Duimitrescu 5(2), Sveinur Justinussen 5, Bent Djurhuus 3, Artur Johansen 3, Kristjan Petursson 1, Borgar Danielsen 1
Brotskøst: VÍF 7, StÍF 7
Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen. Valdu at leggja eina linju, har leikararnir fingu loyvi til at brúka kropsligu styrkina, og fyri intensitetin í dystinum var hetta at fegnast um.