Broytingar og avlýsingar um Suðuroyarfjørð í dag

Eisini í dag eru broytingar og avlýsingar. Í gjár sigldi Galaxy ikki vegna veður, og í dag eru túrar avlýstir, og aðrir túrar eru fluttir.

 

Strandferðslan boðar soleiðis frá á ssl.fo:

 

Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, sunnudag 5. oktober:

 

Túrarnir kl. 07:00 av Krambatanga og kl. 10:30 úr Havn eru avlýstir. Túrurin kl. 17:00 av Krambatanga er fluttur til kl. 14:00. Túrurin úr Havn kl. 20:30 er fluttur til kl. 18:00. Ferðandi við bílegging til kl. 17:00 eru flutt til kl. 14:00. Ferðandi við bílegging til kl. 20:30 eru flutt til kl. 18:00. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra ísv. broytingarnar á leið 7