Aftur í nátt hevur Russland lopið á Ukraina, og sagt verður úr Ukraina, at nógvar dronur og rakettir vóru í luftini undir russiska álopinum á ukrainska býin, Lviv.
Býurin liggur nærindis markinum til Póllands.
Eftir fleiri tímar við loftávaringum í Ukraina og ávaringum og russisk dronu-og rakettálop, segði ukrainska loftverjan um 05-tíðina í morgun, at vandi framvegis var fyri nýggjum russiskum álopum kring alt landið.
Borgarstjórin í Lviv, Andrij Sadovyj, segði í nátt, at russiskar rakettir og dronur nærkaðust býnum, og at loftverjan var aktiverað til at byrgja upp fyri russisku álopunum.
Vitnir siga við Reuters, at spreingingar hoyrdust í øllum ættum, og at hetta helst var ukrainska loftverjan, sum var í gongd.
Ukrainski býurin, Lviv, liggur 70 kilometrar úr markinum til Póllands, og Pólland upplýsir, at bæði pólsk og sameind flogfør vórðu send á veingirnar í pólskum loftrúni.
Í Póllandi vóru bæði loftverja og radarskipanir eisini í hægstu tilbúgving.
Higarti er einki frætt um skaðar eftir russiska álopið á ukrainska býin, Lviv, í nátt.