Klaksvíkingur fer á Ólavsøku ivaleyst at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð. Harvið røkka teir á Klaksvíkingi málið, sum teir settu sær fyri nógvum mánaðum síðani, og sum teir sjálvir hava sagt, teir hava gjørt til verkætlan at røkka.
Allar róðrarmanningar vilja bæði hava í posa og sekk. Tað vil siga, at tær vilja vinna FM og samstundis vinna á Ólavsøku. Umborð á Klaksvíkingi vilja teir ivaleyst um tað ber til megna hetta uppaftur meiri enn nakar annar.
Eitt er, at Klaksvíkingur ikki hevur vunnið á Ólavsøku í 57 ár. Gomul hagtøl vita at siga, at Klaksvíkingur hevur vunnið tveir ólavsøkuróðrar. Annar var í 1940, og hin var í 1949! Um tað fer at eydnast Klaksvíkingi at vinna á Ólavsøku, so verður tað fyrsta ferðin nakrantíð, at 10-mannafarið í Klaksvík verður føroyameistari, og samstundis verður tað fyrsta ferðin nakrantíð, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir galdandi skipan, at Klaksvíkingur hevur vunnið á Ólavsøku.
Harafturat er tað ein onnur og avgjørt ikki týdningarleys orsøk til, at klaksvíkingar serliga fegnir vilja vinna ólavsøkuróðurin í ár.
Eysturoyingur vann í Sandavági. Harvið hevur Eysturoyingur vunnið tríggjar ferðir á Klaksvíkingi í ár, og Klaksvíkingur hevur vunnið tvær ferðir á Eysturoyingi. Stigatalvan lýgur ikki, men teir á Eysturoyingi hava eftir sigurin á Vestanstevnu endurtikið, at teir kappaðust ikki við klaksvíkingar, tá ið hesir fingu sjey stig á Eystanstevnu. Tí er tað ikki minst týdningarmikið hjá Klaksvíkingi at vinna á Havnarvág. So verður tað 3-3 í innanhýsis kappingini við Eysturoying, og so ber til at siga, at ólavsøkuróðurin var avgerandi.
Teir á Eysturoyingi kenna sama roknistykkið, sum teir umborð á komandi FM vinnaranum gera, og hesin veruleikin lyftir sjálvandi báðar manningarnar og mongu viðhaldsfólkini hjá hesum báðum manningunum fram móti spennandi endaróðrinum.
Krígsførslan
Eftir Fjarðastevnu og aftur eftir Vestanstevnu kundi eitt sindur av oralari krígsførslu leggjast í útsøgnirnar hjá manningunum, sum nú standa fyri at vera partar av ultimativu finaluni.
- Venjingin hjá okkum er soleiðis løgt til rættis og bygt upp, at tað kann ikki enda við øðrum enn sigri, tá ið alt riggar hjá okkum, sum tað skal í sjálvum kapprórðinum, segði Magnus Norðberg, ein av rógvarunum umborð á Klaksvíkingi, eftir at hann og bátsfelagarnir á Fjarðastevnu høvdu smurt Eysturoying av við meiri enn einari bátslongd.
Eftir at Eysturoyingur við rimmar endaspurti, har hann gekk fantastiska væl á seinastu hálvt hundrað metrunum og rann ein skut framum Klaksvíking, sum hevði verið skutin fremstur, svaraði ein av kempunum umborð á Eysturoyingi aftur:
- Vit róðu, sum vit plaga at gera, og hesa ferð var tað nóg mikið til at vinna. Tað man so hava verið orsaka av, at Klaksvíkingur ikki hevur róð so væl, tí teir siga jú, at tá ið teir rógva væl, so ber tað ikki til at vinna á teimum, segði Jón Rosenblad, og harvið er dagsskráin sett undan Ólavsøku. At tað í orðum og útrokningum og gitingum á ymsum pallum fer at verða nógv kapprógving næstu hálva aðru vikuna er einki at ivast í.
Bátsformaðurin á Klaksvíkingi var ikki so væl nøgdur í Sandavági, sum hann var tað í Vestmanna:
- Tað sat ikki hjá okkum, sum vit høvdu vónað og ætlað. Eftir trilvandi startspurt komu við afturíaftur eina løtu í miðróðrinum, men endaspurturin var ikki nóg góður, segði Svein Rógvi Nielsen. Og so er spurningurin, hvussu tað fer at sita hjá Eysturoyingi og Klaksvíkingi á Ólavsøku.
Vestmenningur endaði aftur hesa ferð á triðja plássi. Vestmenningur fekk besta startspurtin, og Vestmenningur var fremstur eina løtu. Men vestmenningar megnaðu ikki at halda tørn í veldugu kappingini millum Eysturoying og Klaksvíking. Vestmenningur hevur mangan staðið seg stak væl á Ólavsøku, og avrikið í Sandavági gav ábendingar um, at hann kann fara at gera tað aftur hesa ferð. Men í Sandavági var tað kortini ikki nógv, sum bendi á, at Vestmenningur hevur stórar møguleikar at vinna meiri enn triðja plássið.
Á málinum var munurin frá tí næstfremsta og aftur til Vestmenning fimm sekund, og Vestmenningur vann við trimum sekundum á Havnarbátinum, sum enn eina ferð stríddi seg til fjórða plássið, hóast startspurturin hjá honum ikki var góður, og hóast Skálabáturin leingi var á fjórða plássi. Kappingin millum hesar báðar var sera tøtt.
Nólsoyingur vann kappingina við Vágbing um at sleppa undan aftasta plássinum.
Úrslit 10 mannafør menn
1 Eysturoyingur 04:22.03
2 Klaksvíkingur 04:22.05
3 Vestmenningur 04:27.09
4 Havnarbáturin 04:30.03
5 Skálabáturin 04:30.15 1G
6 Nólsoyingurin 04:33.11
7 Vágbingur 04:34.08