Klaksvíkingar á meistarakós

Eftir sætta umfar eru klaksvíkingar tvey stig fremri enn havnarmenn, og úr Klaksvík frættist nú at bert fyrsta pláss er nøktandi fyri sigursvanda felagið

Talv

Fyri einum ári síðani vóru klaksvíkingar í somu støðu, nevnliga tryggir á fyrsta plássi í 1. deild eftir seks umførum. Eftir lokna kapping var støðan heldur broytt, tí klaksvíkingar fingu loksins eitt skuffandi triðja pláss og trý stig væntaðu upp til føroyameistarnir úr Havn.
Munurin í ár er, at Ólavur Simonsen telvar aftur við barndómsfelagnum, og styrkir hetta væl um alt liðið. Nógv skal ganga galið um klaksvíkingar ikki megna at endurvinna FM-heitið frá 1999.
Í vikuskiftinum vóru hvalvíkingar á vitjan í Klaksvík, og oftani hava teir nógv stig við heimaftur. Men hesaferð bar einki til. 4-0 til oddaliðið úr Klaksvík, sum viðførir tryggu leiðsluna nú fýra umfør resta í.
Ólavur Simonsen vann eitt gott álopstalv í eyðkendum stíli ímóti Martin Brekká, og somuleiðis vann Rani Nolsøe eitt vælleikt talv við hvíta fólkinum ímóti Finnbjørn Zachariassen.
Hinvegin var talvið millum Steintór Rasmussen og Sámal Christiansen heldur óklárt at byrja við, men sum krút úr tunni fekk Steintór mátálop sum avgjørdi talvið. Fjórði maðurin á klaksvíksliðnum, Tummas Martin Anthoniussen, hevur havt - eins og Steintór ? eitt gott kappingarár. Eisini sunnudagin eydnaðist tað Tummas Martini at vinna, hesaferð við hvíta fólkinum ímóti Bergur Magnussen. Men tað varð ikki fyrrenn tíðaneyðin herjaði á báðar partar, har avgerðin fall í lut til klaksvíkingin.
4-0 og kósin er sett, meðan hvalvíkingar hinvegin helst muga taka til takkar við einum miðplássi tá avtornað verður.

HT2 steðgar HT1
Í Havnini var lokaluppgerð millum HT og HT 2. Hjá besta liðnum var kravið stórsigur um fylgjast skal við oddaliðnum úr Klaksvík. Ikki varð hetta besti dagur hjá føroyameistarnum seinastu tvey árini, tí einans hálvtriðja stig fingu teir frá felagsvinunum. Manningin á næstbesta liðnum úr Havnini skulu tó hava heiður fyri at stríðast tað teir megna, og higartil hevur gingið betur enn væntað var, sjálvt um teir liggja aftastir.
HT 1 var skert, eftirsum Martin Poulsen ikki var tøkur. Olaf Berg hevði tí ábyrgdina á fyrsta borði og vann hann eitt drúgvt talv ímóti Óla Joensen. Olaf hevði mann fyri tvær finnur, sum akkurát varð nóg mikið. Herluf Hansen hevur telvað væl í ár, og vann hann eitt trygt talv á Johan E. Hansen á øðrum borði.
Andrias Ziska og Jógvan Næs tóku ein skjótan javnleik, har Jógvan tó hevði finnu meir í rókaendatalvi. Jógvan hevur vunnið fýra talv og leikt tveir javnleikir og hevur vunnið sær óvanliga nógva rating.
Jóhan Gaard leikti á fyrsta sinni á fremsta havnarliðnum, á fjórða borði. Mótstøðumaðurin var formaðurin í Havnar Telvingarfelag Jóannes Guttesen, sum óvæntað vann á Jóhan. Í rúkandi tíðarneyð mátaði Jóannes Jóhan.

Javnt ímóti Rødgaard
Í Vestmanna fingu vestmenningar trý góð stig frá kollfirðingum. Enn einaferð gjørdi Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði vart við seg, tá hann fekk javnt ímóti IM John Rødgaard. Í fjør vann hann á Rødgaard.
Torbjørn Thomsen vann á fyrrverandi felagstelvaranum úr Kollafirði, Eyðálvur Johannesen á øðrum borði. John Jacobsen vann á Karl Louis Johansen, meðan Kári Duhuus og Alvin Joensen leiktu javnt.
3-1 er sjálvsagt ein góður sigur, men tá hugsað verður um úrslitið í Klaksvík, var tað ein ov lítil sigur.

Støðan eftir 6. umfar
KTF16,5
HT14,5
VT14,0
KT10,5
TFS9,0
HT27,5

Sjeynda umfar verður 27. Januar, og vera tá hesir dystir leiktir: HT2 ? KTF, TFS ? VT og HT ? KT.

Dreymurin brast
Eftir ósigur í fjórða umfari hava føroysku talvútisetarnir helst mist møguleikan at leika seg upp í 1. deild í Danmark. Tað byrjaði annars væl hjá føroyska felagnum, men nú tykist møguleikin veruleikafjarur, tí heili fimm stig eru upp til fremsta liðið.
Sunnudagin æt mótstøðuliðið Skakspilleren, og tá rating viðvíkur vóru liðini bæði nøkunlunda jøvn. Úrslitið 5-3 til danska liðið, prógvaði tó tíverri nakað heilt annað.
Einasti ið megnaði at vinna á føroyska liðnum, varð Rógvi W. Rasmussen. Heini Olsen, Eyðun Nolsøe, Hlidar Hreinsson og Carl Eli N. Samuelsen leiktu javnt, meðan John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen taptu.
Tvey lið flyta niður í triðju deild, og heldur máa føroyingarnir nú venda eyguni tann vegin og royna at stríðast undan niðurflyting. Tað málið er meira realistiskt enn tankin um uppflyting nú trý umfør resta í. Næsti dystur verður 3. februar, tá føroyingar hitta Hillerød.

Støðan:
K4121
Helsingør17,5
Skakspilleren16,5
AS 190416
Føroyar16
Hillerød15,5
Lyngby13
Fredriksberg12,5