Kyndil-H71 29-27 (14-11)
Um tað, tá landskappingin hjá monnum er liðug, er eydnast Kyndli at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðani 1996, kunnu teir í grøna havnarfelagnum minnast aftur á dystin móti H71 sum ein av týdningarmiklastu sigrunum á vegnum.
Dysturin mikukvøldið avgjørdi sum so einki, men hann kann kortini fáa stóran týdning, tá tað verður talt endaliga saman síðst í mars.
Hetta var dysturin millum tvey tey ovastu liðini í deildini, sum eisini eru tveir av nú bert trimum FM-kandidatum (tann triði er VÍF). Og aftaná dystin var greitt, at Kyndil nú er størsti favorittur til at vinna føroyameistaraheitið. Liðið hjá Kyndli vísti sína stóru breidd, og tað var fyrst og fremst breiddin, sum var grundarlag fyri sigrinum.
Ein onnur orsøk var góða málmansspælið hjá Hans á Lag, sum serliga móti endanum, tá hoyvíkingar sóu út til at hava mist eitt sindur av mótinum, hevði hann fleiri bjargingar.
Hjá H71 var Hans Guðmundsson týdningarmikil og skeyt 12 mál, men tað kom illa við hjá hoyvíkingum, at Finnur Hansson sat uttanfyri við høkjum. Við yngra íslendinginum úti av spælinum hevur H71 ikki so nógvar streingir at spæla uppá, og hóast venjarin sjálvur skeyt 12 mál, var tað ikki nóg mikið.
Hørð linja
Íslendski venjarin hjá Kyndli, Jacob Jónsson, vísti aftur hesaferð, at hann samanlagt er besti spælari í føroysku kappingini í løtuni. H71 mansvardi hann meginpartin av seinna hálvleiki, men tað hjálpti ikki so nógv. Ta einu ferðina framkallaði Jónsson eina útvísing til hoyvíkingar við at fara inn í verjuna til tað sama. At eitt sindur av lótum eisini vóru uppií, tá útvísingin kom, var bert partur av taktikkinum, og H71 noyddist við einum manni færri at gevast við mansverjuni?
Tilsamans vóru 11 útvísingar í dystinum. Tað stóð nógv upp á spæl, og dómararnir vistu eisini, at tað var neyðugt at leggja eina harða linju frá byrjan. Dystirnir millum hesi bæði liðini kunnu ofta gerast heitir, tí kappingin millum tey er stór. Teir fyrstu tveir minuttirnar fingu liðini eina ávaring í part, og fyrsta útvísingin kom, tá fýra minuttir vóru spældir.
Hóast munurin minkaði aftur seinni, so fall avgerðin í roynd og veru sum so ofta í hondbóltsdystum, nevniliga fyrstu tíggju minuttirnar av seinna hálvleiki.
Hesa løtuna hevði Kyndil stóra eydnu við at skifta millum Hannis Wardum í álopinum og Rúna Poulsen í verjuni, og Hannis skeyt fýra mál á rað fyri Kyndil hesa løtuna, samstundis sum tað gekk striltið hjá hoyvíkingum at fáa bóltin í netið.
Við støðuni 18-14 var vandi fyri, at munurin fór at økjast so nógv, at spenningurin fór úr dystinum, men Hans Guðmundsson er altíð góður fyri nøkur mál, og knappliga var støðan 18-17.
H71 kom eisini upp á javnleik 21-21, men tað kostaði kreftir, og tá Regin Petersen skeyt sítt fimta mál og legði Kyndil á odda 26-22 við fimm minuttum eftir, var dysturin avgjørdur.
Kyndil var betra liðið mikukvøldið, og sigurin var uppiborin. Í álopinum høvdu teir fleiri streingir at spæla uppá enn H71, og eisini í verjuni var innsatsurin góður. H71-avrikið var ov svingandi. Í løtum í dystunum mistu teir ov nógvar bóltar óneyðuga, og kontraálopini hjá Kyndli vóru eirindaleys. Kyndil, sum nú er tvey stig frammanfyri næsta liðið, sum framvegis er H71, má nú metast sum favorittur til at vinna FM hjá monnum eisini. Teir hava fleiri torførar dystir eftir, bæði í Vestmanna og á Skála umframt ein afturat móti H71, men tað koyrir væl í løtuni, og breiddin, sum vann dystin fyri teir mikukvøldið, kann vísa seg at fáa altavgerandi týdning, tá samanumkemur.
H71 tapti hesuferð, men hava verri enn so mist sín møguleika enn. Teir fáa ein kjans afturat móti Kyndli seinni í ár, men teirra veikleiki kann vísa seg at verða, at teir dúva ov nógv upp á ov fáar. Mikukvøldið høvdu teir harðliga brúk fyri Finni Hanssyni og ikki minst Jákup Símuni Simonsen, sum nú hevur verið skaddur í góðar tveir mánaðir.
Kyndil-H71 29-27 (14-11)
Kyndil: Hannis P. Wardum 10 (1), Jacob Jónsson 5 (1), Regin Petersen 5, Hans Andrias Dahl 2, Leivur Holm 2, Rúni Poulsen 2, Uni Wardum 2, Hans-Áki Dahl-Christiansen 1.
H71: Hans Guðmundsson 12 (2), Halgir Dal Olesen 4, Svend Poulsen 3, Olaf Vestergaard 3, Hallur Danielsen 2, Petur M. Poulsen 2, Annfinn N. Debes 1.
Ávaringar: Kyndil 3, H71 2
Útvísingar: Kyndil 5, H71 6.
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Hugo Lykke Larsen