Tølini tala fyri Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin setti akvøðumet á fólkatingsvalinum týsdagin. Tað hevur heldur ongantíð áður verið so stórur áhugi fyri nøkrum fólkatingsvali áður. Endaliga úrslitið vísir, at yvir trítusund fólk fleiri vóru á valið hesaferð enn seinast, og veljarakanningarnar fingu eisini eitt skot fyri bógvin

 

Fólkatingsval

Á fólkatingsvalinum týsdagin vóru heili 26.334 fólk á vali.. Hetta gevur eina valluttøku upp á 79,5%. Hyggja vit eftir hagtølunum, so hevur valluttøkan ongantíð verið so stór áður, heldur ikki hava so nógvir føroyingar verið á fólkatingsvali áður. 33.106 fólk høvdu valrætt, og hetta er góð 1.800 fólk fleiri enn við valið í 1998.

Við valið 10. mai 1988 vóru 70,3% ella 22.912 fólk á vali. Við valið 8. september 1987 vóru 22.228 fólk á vali, og tað er ein valluttøkan áljóðandi 68,9%. Tað var samstundis eisini við hetta valið, at Fólkaflokkurin setti met 6.411 atkvøðum. Hetta met var sligið týskvøldið, tá ið Sambandsflokkurin fekk 7.196 atkvøður, men so skal tað eisini við, at yvir 4.000 fólk fleiri vóru á val týsdagin enn í 1987. Samstundis sigur hetta okkum, at tað eru komnir 2.688 sambandsveljarar afturat síðani seinasta val.

At áhugin var so stórur fyri fólkatingsvalinum í ár er kanska tað mest merkisverda. Við valið í 1990 var valluttøkan 54,1%, og við seinasta val í 1998 var vallutøkan 66,1%. Hagtølini siga okkum, at áhugin vanliga hevur verið ógvuliga vánaligur fyri fólkatingsval. Við flestu valini hevur valluttøkan ligið um tey 55%, men tað hevur eisini verið bæði betri og verri. Við valini í fimmtiárunum var áhugin at kalla eingin, og valluttøkan lá í miðal um tey tríati prosentini.


Veljarakanningar

Hóast tað kom sum eitt sindur av einum hvøkki, tá ið danski forsætisráðharrin kunngjørdi, at val skuldi vera 20. november, bert fáar vikur áðrenn henda góða dag, so hevur hetta ikki merkt, at tað hevur skortað við veljarakanningum.

Tríggjar ymsar veljarakanningar eru gjørdar við stuttum millumbili. Kanningarnar vístu allar, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin kunda vænta sær hvør sítt sæti á fólkatingi, og hetta vísti seg eisini at gerast soleiðis.

Frá teirra fyrstu veljararakanningini til tað síðstu, var tað tó ein ávísur munur at hóma. Eftir øllum at døma, skuldu kanningarnar siga okkum, at Tjóðveldisflokkurin gekk frá hinum flokkunum, og Sambandsflokkurin kom alsamt tættari at forfylgjarunum úr Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin lá alla tíðina til eitt fjórða pláss, men tann so kendi endaspurturin hjá fólkafloksmonnum varð eisini spáddur at fáa stóra ávirkan.

Nú tá ið úrslitið fyriliggur, og vit øll eru øll vorðin tað klókari, so sigur tað okkum so mikið sum, at Veljarakanningarnar vóru skeivar á summum økjum.

Sambandsflokkurin gjørdist stóri og tryggi sigursharrin á fólkatingsvalinum, tá ið flokkurin tryggjaði sær 7.196 atkvøður ella 27,3% av atkvøðum. Tjóðveldisflokkurin fór aftur á eitt annað pláss, men fekk framvegis umboðan á fólkatingi. Javnaðarflokkurin gjørdist 400 atkøvður ov stuttur hesaferð, og úrslitið hesaferð var faktiskt betri enn við valið seinast við einari lítlari framgongd. Hinvegin so kláraði Fólkaflokkurin og Óli Breckmann ikki at venda rákini, sum tað so dúgliga var spáa um frammanunfan valinum. Hóast teir gjørdu eitt lítið kvink uppeftir í mun til veljarakanningarnar, so gjørdist úrsltið framvegis ein afturgong uppá 6,4%. Sjálv afturgongdin í atkvøðutalinum var ikki so meira enn 162 atkvøður, men greitt er, at Fólkaflokkurin, eftir at hava verið umboðaður á fólkatingi í longri tíð, datt heilt niðurímillum við valið hesaferð.

Teir báðir smærru flokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, fingu ikki nógv í veljarakanningunum fyri valið, og valúrslitið gav teimum heldur ikki tær nógvu atkvøðurnar.

Miðflokkurin gjørdist størri av teimum báðu smæru. Endaúrslitið má mestir geva teimum ovarliga í Sjálvstýrisflokkinum nakað at hugsa um.


Løgtingsvalið

Fólkatingsval og løgtingsval eru hvør sítt - so er tað sagt. Um vit nú hyggja eitt sindur eftir teimum hellingum, sum eru at hóma í valúrslitinum, so sæst, at einamest Sambandslflokkurin hevur gjørt risa framstig á fleiri valstøðum, har tað vanliga ikki plagar at liggja so væl fyri hjá flokkinum. Eitt nú í Fuglafirði og í Vági var Sambandsflokkurin beint við at vera størstur flokkur, og har hevur fyrr gingið illa hjá Sambandsflokkinum ? í øllum førum í seinastu valini. Eisini aðrar gamlar ?sambandsbygdir?, eitt nú Vestmanna góvu Sambandsflokkinum rættiliga nógvar atkvøður.

Tað, sumkanska er mest áhugavert, er úrslitið í Vágoynni. Úrslitið sigur okkum, at eftir at nógvar sambandsatkvøður fóru til Sjálvstýrisflokkin seinast, so komu tær so ruddiliga aftur, og Sambandsflokkurin hevði tvær ferðir so nógvar atkvøður sum tann næsti á listanum, og hetta gevur tveir tingmenn til eitt løgtingsval.


Polarisering

Mest nýtta orðið til hetta valstríðið, uttan nakran líka, hevur verið polarisering. Sambært teimum kønu og minnu kønu, so skyldast úrsltið av valinum týsdagin, at føroyski veljaraskarin er tvíbýttur yvir teir báðar polarnar á lodrætta ásanum í føroyskum politikki.

Samstundis sum bæði Tjóðveldis- og Sambandsflokkurin hava nýtt gott av hesum, so hava Javnaðar- og Fólkaflokkurin dúgliga roynt at selja seg sum flokkar í miðjuni, men skal mann trúgva tí, sum er sagt, so hevur hetta ikki eydnast.