Oddaliðið undan vikuskiftinum VÍF tapti heldur óvæntað á heimavølli fyri kollfirðingum sunnudagin, og um vestmenningar ætla sær í steypafinaluna, noyðast teir at taka annað skinn um bak, tá ið Kyndil kemur á vitjan í Vestmanna mikukvøldið.
Ágrýtnir kollfirðingar
Tað gekk annars eftir ætlan hjá VÍF fyrstu løtuna av dystinum, og um miðjan fyrra hálvleik var heimaliðið á odda við trimum málum, men so segði KÍF stopp.
Við einum sera væl uppløgdum Regin Petersen á odda otaðu teir seg inn aftur á vestmenningar, og tíggju minuttir fyri hálvleik løgdu teir seg á odda, og VÍF megnaði ongantíð aftur í dystinum at koma upp á javnt.
Kollfirðingar vóru annars skerdir, longu tá ið tíggju minuttir vóru farnir av dystinum. Tá fekk ein av lyklaleikarunum hjá KÍF, Gert Hansen, beinleiðis reytt kort. Áki Olsen var við ferð á veg fram eftir vøllinum, tá ið Gert kom tuskandi aftaná honum. Gert togaði í Áka aftanífrá, og dómarin metti, at hann eisini slóg Áka í andlitið, og reyða kortið var beinan vegin havt á lofti.
Hetta tóktist tó ikki nerva kollfirðingar nakað serligt, og móti tunnu verjuni hjá vestmenningum høvdu fótfimu leikararnir hjá KÍF lætt spæl. Sum áðurnevnt var tað serliga landsliðsleikarin Regin Petersen, sum var í rætta hýrinum, og tá ið verjan hjá VÍF var so gávumild, langaði hann bóltin ferð aftaná ferð í meskarnar aftan fyri Dejan Lacok í málinum hjá VÍF. At loyva einum manni sum Regin at sleppa heilt inn til 3-meturin, uttan at hann verður taklaður, er ikki serliga skilagott, tí hann hevur eitt gott avsett, og skotið hjá honum er neyvt og hart.
Rótut spæl
Dysturin var ongantíð serliga væl spældur. Kollfirðingar spældu í sínum eyðkenda stíli við fullari ferð, har tað snýr seg meiri um at berja seg ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum heldur enn at spæla seg ígjøgnum hana. Tá ið so verjan hjá VÍF virkaði so illa, sum hon gjørdi sunnudagin, so gevur tað eisini úrslit.
Í hinum endanum var tað trupult hjá vestmenningum at fáa gongd á nakað veruligt álopsspæl, tí kollfirðingar vardu so mikið frammalaga. Í veruleikanum nýtti KÍF verjuskipanina 3-3, har teir høvdu tríggjar mans frammi á bakkunum og spælskiparanum hjá VÍF. Tað merkir so, at tað fyri tað mesta eru vengurnir og strikuspælarin, sum spælið koyrir ígjøgnum, og tá er ringt at fáa nakað rútmu í spælið.
Ágrýtna spælið hjá kollfirðingum gav eisini úrslit, tí VÍF fann ongantíð stevið. KÍF legði seg á odda við trimum málum, tá ið fyrri hálvleikur leið móti endanum, og síðani hildu teir tørn, tað ið eftir var av dystinum. Tað tættasta, ið VÍF var gestunum, var trý mál, men sigurin hjá KÍF tóktist ongantíð at verða í vanda.
Sjálvt um bæði Eli Müller og Daniel Rapa gjørdu come-back á liðnum í seinna hálvleiki sunnudagin, var hetta ikki nóg mikið til at venda gongdini, og VÍF noyddist at boyggja seg fyri grannunum úr Kollafirði.
Uppreisn mikukvøldið
Tað er nokk einki yvir at dylja, at ósigurin fyri KÍF sunnudagin, var eitt sindur eyðmýkjandi fyri vestmenningar, og eingin ivi er um, at teir ætla sær uppreisn mikukvøldið, tá ið Kyndil kemur norð.
Onkur helt fyri, at tað sunnudagin sá út til, at tankarnir hjá vestmenningunum longu vóru farnir at snúgva seg um hálvfinaluna móti Kyndli, har vestmenningar hava tað betru útgangsstøðuna, tí at teir vunnu við einum máli í Havn.
Hinvegin tóktist Kyndil verða væl fyri, tá ið teir sunnudagin bastu H71 á Hálsi, og í mun til fyrru hálvfinaluna, hava havnarmenninir nú bæði Janus Einar Sørensen og Høgna Klein við aftur á liðnum ávíkavist leikbann og stuttan skaðasteðg.
Skulu vestmenningar gera sær nakrar sum helst tankar um at koma í finaluna, er tað neyðugt hjá teimum, at teir fáa skil á verjuna hjá sær, sum í fleiri dystum í ár hevur víst seg at verða í so tunn.
Kollfirðingar eru hinvegin úti av steypakappingini, og teir kunnu tey seta afturá í nakrar dagar og njóta sigurin á VÍF, sum harvið misti oddasessin til Kyndil.
VÍF-KÍF 26-31(13-16)
VÍF: Harald Bjørgvin 6, Áki Olsen 6(1), Sámal Joensen 4, Agnar Joensen 3, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 2, Ingi Olsen 2, Jákup Súni Andreasen 1
KÍF: Regin Petersen 11(1), Rógvi Weihe 7, Jóan Pauli Olsen 4, Eddie H. Joensen 3, Teitur Joensen 3, Mirko Milenkovic 2, Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: VÍF 1(1), KÍF 3(1)
Útvísingar: VÍF 3, KÍF 3
Diskvalifikatión: KÍF 1
Dómarar: Sámal Hansen og Kristjan Johansen