er vandamikil. Tú skal vera klárur yvir tað, og hava tað við í tínum fyrireikingum, men tú mást ikki hugsa ov nógv um tað. Tú mást ikki hugsa ov nógv um, at tú møguliga gerst sjúkur, tá tú kemur í 6000 metra [...] tindin kemur niður um 25 kuldastig. Tað sæst tíðuliga, at Johnny gleðir seg. Eyguni glógva, tá hann greiðir frá um túrin, um tað nógvu og dýru útgerðina, sum hann hevur útvegað sær, og um sjálvt fjallið Baruntse [...] tíðina at ganga, um eg ikki vandi, greiðir Johnny frá. Tað er mín lívsstílur at vera í góðari venjing, leggur hann afturat. Avgerðin um einaferð at standa ovast á Mount Everest varð tikin nakað áðrenn síðstu
Men hevur Jesus tá ikki gjørt vegin inn til lívið í Gudi so lættan, sum nakað? Hann hevur tikið alla okkara skuld á seg og veitt okkum fyrigeving syndanna og ævigt lív. Hann gevur okkum nú og allar dagar [...] náði, uttan at tilskriva sær sjálvum tað allarminsta. Og man tað ikki vera so, at tá nakað gerst bíligt, so heldur tú eisini uppat at geva tí gætur og virðismeta tað. Í Gamla Testamenti verður soleiðis [...] profetinum fekk tey einføldu boðini um at fara og tváa sær sjey ferðir í Jordan ánni, so skuldi hann verða grøddur. Tað var alt ov líkatil. Ólíka betri hevði tað verið, um profeturin kundi lagt aðrar størri
bygdin, har tú sært sólina fara í havið á sumri, har tú kanst vera ?tilflytari? uttan at vera fremmandur, og har tú kanst vera partur av bygdamyndini, ella har tú kanst vera í frið, um tú ynskir tað. Og [...] landsverkfrøðinginum uttan nakað ?bums?. Eg fái illa sett trivnað í samband við hetta! Varisligar framrokningar siga, at í 2005 fara meir enn 500 bilar ígjøgnum tunnilin um samdøgrið. Eg veit væl, at aðrastaðni [...] sokallaðu ?Meginøkini?. Ferðslan um Stórabelt fór úr 8.500 bilum upp í 18.900 bilar, tó at tað var bíligari at ferðast við toki. Tað kostar tað sama at fara við bili um brúnna, sum tað kostaði við ferjuni
gt við hesi kæruni hjá Vogts, og í besta føri er henda helst grundað á, at maðurin ikki veit, hvat hann tosar um. Føroyar hava seinastu 10 árini leikt landsdystir á Svangaskarði, og tað fara vit helst [...] Mikumorgunin visti Útvarpið at siga, at skotski landsliðsvenjarin, Berti Vogts, hevði kært sína neyð um komandi landsdystin fyri UEFA. Hann helt tað vera púrasta burtur úr vón og vit, at Skotland skuldi [...] gera framyvir. At Tórsvøllur ? sum heldur ikki er endaliga liðugur enn ? er komin, broytir valla nakað í so máta, tí longu fyri tveimum árum síðani gjørdi FSF greitt, at teir ætlaðu sær at gera nýtslu
vera ótrúliga spennandi, at tú sum landsliðsvenjari kann seta liðið, akkurát sum tú vilt hava tað. Tá fært tú teir 18 leikararnar, sum tú heldur vera bestar í landinum, meðan tú í einum felag ofta mást taka [...] skuldi talan nú vera um eina verjuketu við fýra leikarum, og hetta tykist á ongan hátt vera nakað, sum hann hevur ætlanir um at sleppa. - Hvørt tað verður 4-4-2, 4-5-1 ella 4-3-3 veldst um, hvør mótstøðan er [...] førum sigur hann, at hann altíð hevði ætlanir um at starvast innan fótbóltin, tá aktivu dagarnir vóru runnir. -Tað er í øllum førum nakað, sum eg hugsaði nógv um. Alt lívið hjá mær hevur sum so snarað við
spurdi, um tað var gjørligt at fáa havnanevndina í kommununi at taka brúnna í bátahylinum alment í nýtslu við at rógva inn í hylin og leggja at. Samstundis nevndi hann okkurt um eina mikrofon, og um eg møguliga [...] fegnast um eitt stórt stig til tess at betra um umstøðurnar við bátahylin á Bakka. - Flest øll eru vónandi samd við mær í, at stig fyri stig loysnin er einasta gongda leiðin. Verður avgerð tikin um, at b [...] dygdargóða arbeiði fyri sámuligan pening. Stóð við stampi - Sum politikari kanst tú koma út fyri nógvum. Lítið grunaði eg um hesa uppgávuna í dag, tá ið eg stóð við einum stampi í einum egningarskúri í Saltangará
tó ikki nakað, sum tykist øsa formannin upp til at gera nakað heilt serligt. Í øllum førum tykist eingin veitsla at vera væntandi sunnudagin, tá vit at enda spyrja, um nakað er fyrireikað, um so er at [...] nokk nakað um tað. Sum sagt, so tosa vit ikki um aðru deild enn, men signalini, sum vit hava fingið, hava í so máta verið positiv. Í øllum førum mátti tað verið høgligari hjá teimum leikarum, sum tú sipar [...] verður tryggjað. - Nei. Vit hava sum so ikki gjørt nakað klárt, tó at vit sjálvandi hava okkurt í bakhondini, um tað skuldi spælt væl av. Hinvegin ætla vit, um uppflytingin er tryggjað undan seinasta leikdegi
burtur úr ? og hann luktar ikki væl, kunnu vit vera samd um. Hann hevur ein sterkan og beiskan royk, sum setir seg í næsarnar, kemur tú ov nær. Nertir tú fuglin við fingrum ella klæðum, skal vaskast væl, áðrenn [...] Jens Kjeld-Jensen, ið man vera tann í Føroyum, sum veit eina mest um fugl og fuglalív, sigur, at nátin kom til Føroya í umleið 1830 og nøkulunda um somu tíð til Noregs. - Onkur vil vera við, at hann kom [...] er náti friðaður um summarið, tá ið hann reiðrast, og í fleiri londum er hann friðaður alt árið, eitt nú í Noregi og Onglandi. Spurdur, um nátin eisini skuldi verið friðaður í Føroyum um summarið, heldur
Um nú Føroyar vóru muslimskar í staðin fyri kristnar, og tú Niels Uni Dam hevði skrivað á sama hátt um islam, sum tú skrivar um tey kristnu í sosialinum leygardagin, so hevði tú neyvan fingið stundir at [...] at lisið hetta aftursvarið. Vart tú á lívið, kundi tú prísað teg lukkuligan, og tað hevði tú neyvan gjørt, vart tú staddur her á landi. Ivast tú í hesum, ger so eina roynd at fáa fatur í Salman Rushdie [...] deyðslista? Veit ikki um tú skilir tað, men gleði tín yvir talifrælsi annara osar av hykli. Nakað í tráð við at onkur kemur til tín, og slær teg meir ella minni í ørviti, og gjøgnum tokutám hoyrir tú viðkomandi
uttan at vita av, at hann har niðri gekk og ilnaðist um, at eg koyrdi, við hansara oðrum »við skralltómum bussi«. So má eg spyrja, hvussu veit Tobbi um bussurin var tómur ella ei? Var hann har? Áh nei, tí [...] kostar ferðaseðilin eisini 110kr. Har kanst tú Tobbi spara eina rúgvu, í staðin fyri at koyra við bensin drivna Volvo bilinum inn á krossin, kundi tú tikið bussin. Tú sigur jú sjálvur at hann er Skralltómur [...] einaferð skræddi seg um bussføraranar í vikublaðnum á sinni, somuleiðis sigi eg við teg Tobbi, undurbygg tíni sjónarmið, áðrenn tú gloppar munnklovan, ella halt bara gák. Tá gert tú so einki galið.