Uppflyting
Sunnudagurin verður eftir øllum at døma ein søguligur dagur fyri fótbóltin á Argjum. Ofta hava argjamenn verið nær við, men enn hava teir ongan tíð rokkið hægri enn til triðbestu deildina, men hetta verður so ikki galdandi, tá kappingarárið er runnið.
Í løtuni er AB 12 stig undan næsta liðinum, og við bert fýra dystum eftir, skal tað ganga meira enn heilt galið, um argjamennini ikki skulu enda á ovasta sessinum, og sum úrtøkan hevur verið higartil, fer hetta eftir øllum at døma at henda sunnudagin, tá GÍ kemur á vitjan.
Kannar sær ikki bitan
Hetta fær tó ikki formannin í AB, Tórálv Stenberg, at leypa upp frá í ovfarakæti.
- Tað er væl møguligt, at vit eru so nær, sum vit ongan tíð hava verið áður, men enn fært tú meg so ikki at siga, at vit eru fluttir upp. Vit hava onkun tíð áður verið heilt nær, uttan at tað hevur eydnast, so eg fari so ikki at kanna mær bitan, fyrr enn hann er svølgdur, sigur formaðurin, sum tó neyvan kann dylja, at hann gleðir seg til uppflytingina.
Tey, sum hava sæð AB spælt, munnu eisini vita, at tað neyvan verður nakar fegnari maður á Argjum, enn júst formaðurin, tá uppflytingin fer at gerast veruleiki. Serstakliga seinastu 2-3 árini hevur AB lagt nógv fyri, og málið hjá felagnum er, at liðið innan alt ov langa tíð skal vera at finna í fremstu røð.
- Tað er so eitt mál, sum vit settu okkum í 1999, tá vit enn vóru í 4. deild, og tað hevur gingið framá. Fyrsta árið varð sáttmáli gjørdur við Oddbjørn Joensen um at venja liðið, og uppflytingin varð eisini rokkin tá. Í fjør og í fyrraárið var liðið partur av stríðnum um uppflyting, men í báðum førum kiksaði tað.
- Í ár hevur Sámal Erik Hentze so tikið sær av liðnum, og higartil hevur tað so gingið sum eftir ánni, so vónandi kunnu vit frøast um eina uppflyting, tá árið er av.
Tykist ikki ógjørligt
Um útlitini fyri at gera seg galdandi ímillum teir næstbestu, staðfestir formaðurin aftur, at enn eru teir so ikki fluttir upp, so tað er ikki nakað, sum leiðslan hevur tikið støðu til. Men hann er tó nóg bjartskygdur til at staðfesta, at felagið átti at kunna staðið seg í aðru deild.
Ein partur av hesari optimismuni er helst grundaður á, at tað skuldi ligið væl fyri hjá AB at styrkt um hópin, um liðið kom í aðru deild. Sum er, eru tað fleiri av teimum, sum kanska eru júst ov stuttir at røkka besta liðnum hjá HB ella B36, sum leita sær út á bygd at spæla. Eitt nú spældu fleiri av hesum við B71, tá sandoyingar vóru í bestu deildini, og tað er neyvan heilt av leið at gita, at AB kann fáa hendur á nøkrum av hesum leikarum.
- Tað er nokk nakað um tað. Sum sagt, so tosa vit ikki um aðru deild enn, men signalini, sum vit hava fingið, hava í so máta verið positiv. Í øllum førum mátti tað verið høgligari hjá teimum leikarum, sum tú sipar til, at komi út Argjar at spæla, heldur enn at nýta tveir tímar til ferðin til hvørja venjing, men nú fáa vit so at síggja. Tú skalt heldur ikki gloyma, at við einum komandi undirsjóvartunnili fáa vágamenn munandi betri umstøður í so máta, og fara so at spæla í fyrstu deild komandi árið.
Veitslan bíðar
Umframt at fegnast um gongdina hjá besta mansliðnum, so hevur formaðurin í AB eisini aðrar orsøkir at frøast í hesum døgum.
Yvir høvur man kappingarárið hjá AB hava verið eitt hitt besta í søguni hjá felagnum. Næst besta liðið skal í dag spæla hálvfinalu í fjórðu deild, og hetta er so avgjørt nakað, sum kann hava alstóran týdning í royndunum at vinna seg víðari úr bestu deildini. Vegurin til eykaleikararnar á besta liðnum skal jú helst haldast so stuttur sum gjørligt.
Hartil eru kvinnurnar hjá felagnum eisini við í oddastríðnum í aðru deild, so alt í alt tykist framtíðin hjá AB ikki at síggja so galin út.
Framvegis er hetta tó ikki nakað, sum tykist øsa formannin upp til at gera nakað heilt serligt. Í øllum førum tykist eingin veitsla at vera væntandi sunnudagin, tá vit at enda spyrja, um nakað er fyrireikað, um so er at uppflytingin verður tryggjað.
- Nei. Vit hava sum so ikki gjørt nakað klárt, tó at vit sjálvandi hava okkurt í bakhondini, um tað skuldi spælt væl av. Hinvegin ætla vit, um uppflytingin er tryggjað undan seinasta leikdegi, at framskunda seinasta dystin, soleiðis at hesin kann spælast leygardag heldur enn sunnudag, og tá ætla vit so at gera okkurt. Hvør veit. Kanska verður neystið á Argjum tikið í nýtslu, sigur formaðurin at enda.