Longu tapt fyrsta dystin

UEFA sópaði kæruna hjá skotska landsliðsvenjaranum av borðinum, tá hesin vildi hava landsdystin móti Føroyum leiktan á Tórsvølli

Landsdystur

Mikumorgunin visti Útvarpið at siga, at skotski landsliðsvenjarin, Berti Vogts, hevði kært sína neyð um komandi landsdystin fyri UEFA.
Hann helt tað vera púrasta burtur úr vón og vit, at Skotland skuldi spæla dyst móti Føroyum á Svangaskarði, heldur enn at avgreiða dystin í Havn, og hetta vildi hann hava UEFA at taka støðu til.
Hjá UEFA var tó eingin pardón. Tofta Leikvøllur hevur langt síðani fingið sína altjóða góðkenning, so tað var ikki meira enn umsitingin kveitti at skotsku kæruni, áðrenn hon varð avvíst. So longu áðrenn skotski hópurin er komin til Føroya, tykist landsliðsvenjarin hava tapt fyrsta slagið.

Flytir fokus
Fyri føroyingar kann tað helst tykjast heldur margháttligt við hesi kæruni hjá Vogts, og í besta føri er henda helst grundað á, at maðurin ikki veit, hvat hann tosar um.
Føroyar hava seinastu 10 árini leikt landsdystir á Svangaskarði, og tað fara vit helst eisini at gera framyvir. At Tórsvøllur ? sum heldur ikki er endaliga liðugur enn ? er komin, broytir valla nakað í so máta, tí longu fyri tveimum árum síðani gjørdi FSF greitt, at teir ætlaðu sær at gera nýtslu av báðum leikvøllunum framyvir.
Meira sannlíkt er tó, at Vogts við hesum royndi eitt slag av psykologiskari krígsførslu móti føroyingum. Eitt sálarligt spæl, sum als ikki er óvanligt í altjóða fótbóltsheiminum. Ikki minst, tá úrslitini ikki hava verið eftir vild.
Hetta tykist heldur ikki nerva føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, nakað serligt. Tá vit mikudagin hittu hann á máli, helt hann fyri, at hasum mundi Berti Vogts ikki koma nakran serligan veg við.
- Hatta er helst bara ein roynd at flyta fokusið frá sínum egnu trupulleikum yvir á okkurt annað. Tá tað ikki gongst eftir vild, so kanst tú ofta geva øðrum skuldina. Viðhvørt standa dómararnir fyri skotum og onkun tíð veðrið, so hví ikki bara eisini geva vøllinum skyldina?
Skotskir miðlar hava eisini vent sær til Henrik Larsen, fyri at fáa hansara hugsan um hetta, og her hevur landsliðsvenjarin eisini verið greiður í sínari talu.
- Jamen tað er eingin, sum sigur, at landsdystir altíð skulu spælast sama stað. Seinast Føroyar spældu móti Skotlandi spældu vit í Aberdeen. Hví skulu vit so spæla í Glasgow hesaferð. Hatta er tað reina tvætl frá hansara síðu, og annars er vøllurin í Havn ikki endaliga liðugur enn, verður Larsen endurgivin fyri at siga á heimasíðuni hjá BBC Scotland.