Til Niels Una Dam

       

Um nú Føroyar vóru muslimskar í staðin fyri kristnar, og tú Niels Uni Dam hevði skrivað á sama hátt um islam, sum tú skrivar um tey kristnu í sosialinum leygardagin, so hevði tú neyvan fingið stundir at lisið hetta aftursvarið. Vart tú á lívið, kundi tú prísað teg lukkuligan, og tað hevði tú neyvan gjørt, vart tú staddur her á landi. Ivast tú í hesum, ger so eina roynd at fáa fatur í Salman Rushdie og vita, hvat hann heldur. Ella, hví er tað neyðugt hjá jødum í Danmark at fáa politiverju? Er tað tí, at tey kristnu hava sett tey á deyðslista?
Veit ikki um tú skilir tað, men gleði tín yvir talifrælsi annara osar av hykli. Nakað í tráð við at onkur kemur til tín, og slær teg meir ella minni í ørviti, og gjøgnum tokutám hoyrir tú viðkomandi bedýra, at hann elskar teg.
Tú skírir onnur svøk, svín, svíkjarar og sjálvútrópt. Kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvør hevur útrópt Niels Una Dam?