Trivnaður

Tað, at fast samband nú verður millum Norðoyggjar og høvuðsstaðin Tórshavn, fer at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Tann størsti og tann næststørsti býurin í landinum fara at verða tengdir saman við føstum sambandi, sum ikki letur seg fora av veðri og vindi ella tekniskum trupulleikum. Vit fara ikki longur at kenna á okkum, at vit búgva í einum oyggjasamfelag. Norðoyggjar verða tá meir ella minni eitt við ?meginlandið?. Hetta fer at hava fylgjur við sær, góðar eins væl og minni góðar.

Latið okkum hyggja at, hvørja ávirkan tað hevur havt aðrastaðni kring okkum, tá iðavgjørt hevur verið at binda fast millum oyggjar og tey sokallaðu ?Meginøkini?.
Ferðslan um Stórabelt fór úr 8.500 bilum upp í 18.900 bilar, tó at tað var bíligari at ferðast við toki. Tað kostar tað sama at fara við bili um brúnna, sum tað kostaði við ferjuni, og at fara við toki er nógv bíligari. Harav sæst, at hann, ið hevur tørv á at ferðast og helst dagliga, fegin vil gjalda tað, sum tað nú einaferð kostar. At ein kann ferðast, uttan at veður og vindur ella tekniskir trupulleikar o. a. t. fora einum, hevur so stóran týdning, at prísurin als ikki liggur fremst í huganum.
Norðingar noyðast ikki longur at at flyta sítt góðs til og frá við skipum. Nú kann flytast við lastbilum á nátt eins væl og í dagtímunum, og tá ið talan er um fiskavørur verða sjálvandi stórir kølivognar brúktir.
Vit, sum í dag búgva á hesum ótrúliga vakra stað, eru hvønn einasta dag umgird av einum vakurleika, sum einans gevur okkum orsøk at spyrja: Hvat eru vit, at vit hava alt hetta uppiborið? Her er so nógv og so gott, at vit einans kunnu ynskja at deila tað við onnur, og ta vilja vit fegin.
Tað er sjálvsagt í okkara hugaheimi, at fólk ynska at vera her.
Hetta er bygdin, har tú sært sólina fara í havið á sumri, har tú kanst vera ?tilflytari? uttan at vera fremmandur, og har tú kanst vera partur av bygdamyndini, ella har tú kanst vera í frið, um tú ynskir tað.
Og vit vilja gjarna lata dyr okkara upp fyri øðrum. Eisini Norðingum, sum kanska høvdu hug at seta seg niður her. Sum er, hava vit nógv og gott byggilendi, men verður vegurin lagdur ígjøgnum hetta lendið, fer nógv burturav, og tað, sum eftir verður, man verða lítið at ynskja sær.
Hvat gott byggilendi er?
Tað er byggilendi, har trivnaðurin er settur í hásætið, har familjur trívast, tí tey fáa tryggar umstøður. Har børnini ikki eru í lívsvanda av ferðsluni, tá ið tey fara í skúla ella til eitthvørt annað og koma heimaftur. Og grøn øki, spælipláss og o. a. t. hoyra sjálvandi eisini til.
Trivnaður eigur ikki einans at verða eitt ?mótafyribrigdi?, eitt orð, ið vit sleingja út, tá ið tað passar inn í ?krammið? hjá okkum. Vit eiga at hava tað VIÐ okkum í øllum viðurskiftum.
Tað byggilendið, ið her verður hugsað um, er tað lendi í Leirvík, sum ?tað almenna? í løtuni ætlar at leggja ein veg ígjøgnum. Ein veg, sum frá miðlinjuni og út fer við einum øki, ið er 25 m breitt, ein veg, har koyrt verur 80 km um tíman sambært landsverkfrøðinginum uttan nakað ?bums?. Eg fái illa sett trivnað í samband við hetta!
Varisligar framrokningar siga, at í 2005 fara meir enn 500 bilar ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.
Eg veit væl, at aðrastaðni verður góðtikið, at gangurin er nógv meir, enn hann vit uppliva her.
Eg eri uppvaksin í einum umhvørvi, har flogfør við jøvnum millumbili flugu omanfyri húsini hjá okkum, 2 ? 2 1/2 minuttir ímillum, so eg veit, hvat ið eg tosi um, og havi av tí sama lært at virða tann friðin, eg upplivi her.
Trivnaðurin skal ikki einans verða eitt orð, men eitt mál, eitt mál vit arbeiða fram ímóti. Trivnaðin innandura eiga vit sjálvi at skapa, men trivnaðin í samfelagnum eiga tit sum landsmyndugleikar at skapa, og lata vit tað upp í hendur tykkara í vónini um, at trivnaðuri framvegis er í hásætinum.
Gerið tað við skili - vit verða nógv, sum fara at kenna fylgjurnar av avgerð tykkara!