fyrst í farnu øld var sum bygdarlív annars í Føroyum. Tað var at vinna til lívsins uppihald við landbúnaði og útróðri. Onkur var til skips. Anna Sofía minnist, at pápi hennara var heimamaður. Røktaði uppi [...] hann ikki. Altíð til arbeiðis. Hann arbeiddi bæði tíðliga og síðla. Tá ikki var verandi úti, varð arbeitt inni. Rokkurin stóð ongantíð stillur slíkar løtur. Sjálv plagdi hon at ganga til neytar, minnist [...] fór av bønum. Har vóru tey til jóansøku, tá tey vóru koyrd í hagan. Tað var longri burtur. Kollurin var meira at rokna sum heimabeiti. Neytini gingu so í haganum frá jóansøku til mikkjalsmessu, og ta tíðina
fyrireikað eitt tiltak í Vestmanna. Boð vóru send til allar bilførarar hjá Føroya Shell, (teimum sum tað bar til hjá) um at vera við í einum bilafylgi til Vestmanna leygardagin 3. juli at heilsa og ynskja [...] koyrandi oman til Vestmanna. Bilafylgið koyrdi heilt inn í bygdina til heimið hjá Sommer, har hann var staddur. Yngri sonur Sommer, Hans Kári, hevði goymt allar lyklarnar hjá pápanum, til neyst, persónbil [...] leygarmorgun til slíkt. Johan Sommer Jacobsen er 60 ára gamal, hann er føddur 3. mars 1944 á Slættanesi, har hann eisini vaks upp. Sum 16 ára gamal fór hann fyrstu ferð til skips. Hann flutti til Vestmanna
blaðungur fór til Klaksvíkar at rógva út. Tá hann var 15 ára gamal kom hann aftur til Havnar at ganga á VBV. Men hugurin til sjógvin var stórur, og eftir lokið preliminerprógv, var Jóannes til skips við ymsum [...] Í 1960 fór hann á læraraskúla, har hann hitti Óluvu Absalonsen úr Vági, sum hann giftist við í 1964. Tey giftust inn til Marius og Jónnu, sum tá vóru á háskúlanum í Havn. Og í 1965, tá Óluva og Jóannes [...] ein partur av Jóannesi sjálvum. Nógvir tímar eru nýttir í bátinum og í egningarskúrinum -bæði til útróður og til stuttleikatúrar við børnum og abbabørnum. Jóannes og Òluva eiga fýra børn. Magni føddur í 1965
hjálp. Otto og ein annar frælsisstríðsmaður komu slaktaranum til hjálpar. Tá teir komu til handilin, vóru týsku hermenninir á veg út. Tað kom til skotbardaga uttan fyri handilin. Annar av týsku hermonnunum [...] sum hann eisini varð nevndur. Tey høvdu matvøru- og slaktarahandilin Smæran. Hann fór til Danmarkar í 1939 at læra til slaktara og pylsumakara. Hann lærdi hjá Robert Christensen slaktara, og bleiv útlærdur [...] var at Otto skuldi flyta heim til Føroya so skjótt kríggið var av at hjálpa pápa sínum við slaktarínum í Smæruni. Dagin fyri skotbardagan, tann 6. mai, sendi hann telegramm til foreldrini, og segði at hann
fyri aldur. Eitt skifti í 1996 arbeiddi hon í Nuuk. Tað vóru nakrar sjúkrasystrar sum fingu hug at til at royna okkurt annað, og tær arbeiddu eitt hálvt ár á sjúkrahúsinum har yviri. Seinni arbeiddi hon [...] skifti í Noregi. Enn tekur hon tó einstakar vaktir, so hon hevur ikki heilt slept endanum. Esther giftist í 1961 við Evald Sørensen úr Porkeri. Hann er sonur Sunnivu og Petur Sørensen. Sum ungur arbeiddi [...] svimjari og er ein av ”morgunfrúunum” í Svimjihylinum. Teimum báðum skal verða ynskt hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Esther er burturstødd føðingardagin. ó.
53 ára gamal. So Hannus kom í faðirs stað við tí hjálp sum var neyðug til lívsins uppihald. Tað skal tú hava tøkk fyri. Hannus giftist í 1957 við Elin Mortensen úr Sørvági, og búsettust tey við Ljósá, í [...] týskum trolarum. Møguleikarnir góvust at kunna vera heima, og tað var familjan glað fyri. Hannus er til reiðar, tá seinasta »útkall« kemur og hann verður tikin upp í dýrd. Tað verður ikki gjøgnum »brotasjógvar«
sjúkralegu vóru boð eftir tær at komaheim til Harran. Góða mamma, lívið hevur ikki verið blítt við teg. Tú vaks upp heima á Sandi, har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn [...] altíð fyrst í tonkunum hjá tær. Ommubørnini elskaðu at fara í Ommugarð . Men tín styrki kom veruliga til sjóndar, tá yngsti ommusonurin fekk staðfest blóðkrabba. Meðan foreldrini vóru í Danmark við honum
Jóhanna doyði á barsilssong, tá ið hon hevði átt Honnu. Systir hennara, Margretha, kom av Glyvrum og inn til Fuglafirðar at halda hús hjá svágrinum. Tey bæði giftust, og tey fingu ein son, Niels Midjord, sum [...] og Hanna. Valdemar býr í Runavík, Nelly í Saltangará og Judith og Magda búgva niðri. Valdemar lærdi til málara hjá Herlufi Johannesen í Havnini. Hann hevur okkurt skifti fingist við okkurt annað - eitt nú [...] verið úti á Nesi og sett prestagarðin í góðan stand við at mála og tapetisera. 27. februar í 1955 giftist Valdemar við Annie fødd Davidsen og ættað av Kvíggjarheyggi á Nesi. Foreldrini hjá henni vóru Helena
Greta giftist í 1951 við Eliesari Hansen á Roykheyggi. Sum navnið sigur, so var hann av Roykheyggi. Tá ið Eliesar var átta ára gamalur, misti hann pápan, sum doyði av lungnabruna. Hann fór tá til Leirvíkar [...] eyðkendar av sjúku og deyða, sum stóðust av sovornum, sum nú á døgum als ikki nýtist at vera orsøk til deyða. Familjan hjá Gretu er einki undantak í so máta. Pápin doyði av lungnabruna, tá ið Greta var
at maðurin hevði beint fyri sær sjálvum. Tí hevði hann ikki rætt til eina vanliga kirkjuliga jarðarferð. Henda hending er byrjanin til skaldsøguna hjá Oddvør Johansen »Í morgin er aftur ein dagur.« Líkið [...] hann flutti til Nakskov, har hann fór at arbeiða á skipasmiðju. Triði sonurin var Sigurd Martin f. 1895, sum doyði í 1920 av sponsku sjúku. Tann fjórði var Peter Fredrik f. 1899. Hann giftist við Thomasiu [...] »hini«. Tey tóku nevniliga tvey børn til sín, nevniliga Georg Eklund og kenda konubrotið Andrea Árting. Hetta var eitt megnar hús. Tað vóru tilsamans 19 børn, sum hoyrdu til húsið. Kortini ikki øll í senn.