Abbi Marin var Samuel Peter Frederik Rasmussen, Sámal á Kák, sum var sjómaður. Helst hevur hann siglt úti í heimi. Hann dugdi enskt og plagdi at vera loðsur.
Kona hansara var Súsanna Christina f. Michelsen (1869-1942), kallað Stina.
Sámal var bert 33 ára gamal, tá ið hann varð funnin druknaður í Vágsbotni, bert 33 ára gamal. Eftir sótu kona og 5 synir.
Hetta var syrgiligt, men hendingin gjørdist søgulig, tí prestur, Emil Rothe var prestur í Havn tá, noktaði Sámali at verða grivin frá kirkjuni. Orsøkin var tann, at prestur meinti, at maðurin hevði beint fyri sær sjálvum. Tí hevði hann ikki rætt til eina vanliga kirkjuliga jarðarferð.
Henda hending er byrjanin til skaldsøguna hjá Oddvør Johansen »Í morgin er aftur ein dagur.«
Líkið av Sámali varð tískil sett í Sproytuhúsið, eitt hús í gamla kommunuskúlagarðinum, har býurin goymdi sínar brandslangur, vatnpumpur og eldsløkkingaramboð annars. Ætlanin var so, at Sámal skuldi jarðast hiðani.
Men einkjan gav presti greið beskeð, at slapp líkið av manninum ikki inn í kirkjuna, so skuldi hann heldur ikki standa fyri jarðarferðini.
Stina fekk so fatur á systkinabarni sínum, próstinum á Nesi, Fríðrik Petersen. Hann syrgdi so fyri, at Sámal varð fluttur yvir í Meinigheitshúsið, núverandi býráðssal í Havn. Oddvør skrivar um jarðarferðina 3. september 1901:
»Fríðrikur próstur helt eina vakra og uggandi røðu. Sterka andlitið á honum er bleikt, og tá ið hann við síni málmrødd leggur fyri við at syngja, koma djúpar foyrur í tað breiða ennið.«
Mótmælti við at
konvertera til katolismuna
Henda hending fekk serligar avleiðingar. Viðferðin, sum pápin fekk frá etableraðu kirkjuni, tók børnunum fast. Serliga var hetta galdandi fyri elsta sonin, 10 ára gamla Jógvani.
Sum Jógvan vaks til, vildi hann ikki vita av kirkjuni. Fyrst gjørdist hann ein »rættuligur« sosialistur, sum vildi avtaka kirkjuna. Hesum kom so einki burtur úr.
Men so gjørdi hann ikki vandari, enn at hann limaði seg inn í katólsku kirkjuna, og har kom hansara ætt at vera alla hansara tíð.
Jógvan var annars ein kendur maður í Havn sum prentsmiðjustjóri, faktor, hjá H.N. Jacobsen. Hann var eisini formaður í nevndini í Havnar Sjúkrakassa í mong ár.
Eisini var hann bert 14 ára gamal ein av stovnarunum av Havnar Bóltfelag í 1904.
Næsti Stinu og Sámal var Sofus f. 1893. Hann gjørdist timburmaður. Konan doyði frá nógvum børnum, og hann flutti til Nakskov, har hann fór at arbeiða á skipasmiðju.
Triði sonurin var Sigurd Martin f. 1895, sum doyði í 1920 av sponsku sjúku.
Tann fjórði var Peter Fredrik f. 1899. Hann giftist við Thomasiu Hentze, av Sandi. Tey eru foreldur til hesa lítlu Marin, sum eigur gravsteinin í hesi grein. Hon hevði mjadnafeili og varð innløgd á hospitalið. Hetta skuldi verið meinaleyst, men Marin fekk lungnabruna og doyði.
Hennara systkin, sum øll fingu Hentze til millumnavn, vóru:
Marin Kristina f. 1932,
uppkallað eftir systrini
Petur Sigurd f. 1933
Martha f. 1937
Sjúrður f. 1942
Sólrún f. 1942
Tann yngsti av synunum hjá Stinu var Alfred føddur í 1901, beint áðrenn pápin doyði. Hann var ógiftur og var kendur sum Lítli Brend.
Míni, tíni, okkara børn og hini
Stina giftist upp aftur við Elias Johansen, tann kendi bátabyggjarin Elias í Rættará. Hjá honum komu fleiri av dreingjunum at læra handverk.
Elias og Stina fingu synirnar Elias, kendur frá útvarpinum, Kristian, sum flutti til Danmark á eldri árum og doyði har og Verland, pápi Oddvør Johansen.
Elias hevði verið giftur fyrr giftur við systir Sámal á Kák, Katrinu Malenu.
Her vóru tað »míni børn,« »tíni børn« og »okkara børn« umframt »hini«. Tey tóku nevniliga tvey børn til sín, nevniliga Georg Eklund og kenda konubrotið Andrea Árting.
Hetta var eitt megnar hús. Tað vóru tilsamans 19 børn, sum hoyrdu til húsið. Kortini ikki øll í senn. Nøkur av børnunum hjá Elias í fyrra hjúnarlagi doyði smá. Tey vóru upp til 16 fólk í húsi. Øll hesi børn vóru systkinabørn, um tey ikki vóru systkin.
Men Stina kom at gerast einkja aftur. Elias doyði longu í 1925, meðan Stina sjálv livdi til 1942.
Um Petur hjá Stinu
Sosialurin skrivaði hesi minningarorð um Petur, pápa Marin, 5. mars 1960:
Petur hjá Stinu er nú farin. Hann var kendur havnarmaður, tók lut í samfelagslívinum sum fáur. Hansara áhugi fyri øllum tí, sum livandi er, og sum gott og framburð bar við sær, var ikki lítil.
Sjálvur bar hann seg ikki undan. Hann var sangari og fimleikari. Hann var altíð fúsur, tá tað var samfelagið og tess viðurskifti, samrøðan snúði seg um.
So fer. Ikki bert nú Petur er farin, men hansara vinir eru fleiri farnir undan honum á ungum aldri. Vit minnast teir tríggjar, Jakki í Stórustovu, Andr.Mouritsen (Gubbi vit nevndu), og nú Petur. Teir kundu práta saman, vóru altíð áhugaverdir at líða á, og altíð gjørdist flokkurin alt størri, tá teir vóru saman.
Einum góðum vini hava vit nú sagt farvæl, ein góðan partamann hava vit so knappliga mist burtur her á fold.
HAF tíðindi, blaðið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag skrivaði:
Peter F. Rasmussen, fyrrverandi nevndarlimur, var føddur í Havn hin 25. 2 1899. Hann gjørdist limur nr. 354 tann 1.6. 1919 og var í fleiri ár nevndarlimur, seinast í 1949.
Petur var handverkari, og tað var sum slíkur, at hann var við til at stovna handverkaradeildina, og kann tað sigast, at tað var honum eitt vónbrot, at klovningur kom í og handverkarar stovnaðu egið felag. Hann visti, at feløgini stóðu betur saman sum tvær deildir.
Petur var sum ungur á bátabyggjarínum úti í Álakeri hjá fosturfaðiri sínum Liasi Rættará úti, men um 20 ára aldur fór hann niður á Svendborg Skibsværft, har hann tók sveinastykkið.
Petur var ógvuliga hugaður felagsmaður og var so at siga á hvørjum fundi, og var tað sjáldan hann ikki tók til orða.
Stinuborg
Stina var ein markant kvinna. Hennara synir vóru kallaðir .. hjá Stinu, Jógvan gjørdist Stinarin.
Upprunaligu húsini hjá henni vórðu kallað Stinuborg. Her helt Hans Andrias Djurhuus kvøldskúla í føroyskum. Serliga vóru tað fólk úr ungmannafelagnum, sum tóku lut. Hetta verður nærri umrøtt í bók um Petur Alberg, sum kemur út í næstum.
Á hendan hátt kom Stina eisini at skapa søgu í mentunarlívinum í Havn.
Munnligar keldur:
Oddvør Johansen
Petur Sigurd Rasmussen
Komandi partur
verður um Thomas Juul Michelsen, systkinabarn Stinu