Jóannes Skaale 70

Í dag, 22 november, verður Jóannes Skaale sjeyti ár. Jóannes er sonur fyrrverandi borgarstjóran í Havn, Sigfried Skaale og bóndadóttrina av Trøllanesi, Jóhannu Matheu Skaale, fødd Joensen.

Jóannes var føddur í Havn, men fór til Mikladals at vera, tá hann var hálvtfjórða ára gamal. Kríggið herjaði, og trongligt var í húsunum í Kaldbak, har tey tá búðu. Tá Jóhanna Mathea gjørdist við barn fyri aðru ferð, var Jóannes sendur norð til mostur sína Jónu, nevnd Jónna, og mann hennara Marius Johannesen, sum var ættaður úr Funningi, og sum tá var lærari í Kallsoynni.

Jóannes vaks upp sum einasta barn hjá Jónnu og Mariusi, og roknar seg helst meiri sum mikladalsmann enn sum havnarmann.

Hann varð verandi í Mikladali inntil hann –sum flestu dreingir haðani norðan- blaðungur fór til Klaksvíkar at rógva út.

Tá hann var 15 ára gamal kom hann aftur til Havnar at ganga á VBV. Men hugurin til sjógvin var stórur, og eftir lokið preliminerprógv, var Jóannes til skips við ymsum skipum.

Í 1960 fór hann á læraraskúla, har hann hitti Óluvu Absalonsen úr Vági, sum hann giftist við í 1964. Tey giftust inn til Marius og Jónnu, sum tá vóru á háskúlanum í Havn. Og í 1965, tá Óluva og Jóannes bygdu hús í Grønulíð, fluttu Marius og Jónna við, og búðu restina av teirra lívið í kjallaraíbúðini har.

Jóannes fór, eftir lokna læraraútbúgving í 1964, beinleiðis niðan í Hoydalar at starvast. Har var hann inntil skipanin var broytt, og realdeildin var niðurløgd. Tá fór hann upp á skúla á sjómansskúlanum í Havn. Ætlanin var at fara til sjós, tí havi dró. Men mongum brestir ætlan, og tá útbúgvingin var liðug, var Jóannes biðin at vera verandi á sjómansskúlanum og undirvísa. Stórur tørvur var á monnum, ið bæði høvdu nautiska- og læraraútbúgving. Hann játtaði við teirri treyt, at hann kundi fáa orlov av og á og fara til sjós. Fleiri ferðir gjørdi hann sær dælt av hesum, og var burtur í eitt ár hvørjaferð.

Jóannes var verandi á Sjómansskúlanum inntil 1998, tá heilsan fór at bila.

Men hóast hann ikki orkaði at undirvísa longur, hevur hann tó trúliga røkt sítt deknastarv við Havnar Kirkju í 14 ár. Harumframt hevur hann verið virkin sum skrivari í ymsum feløgum og nevndum, m.a. í Útróðrarfelagnum.

Hann kanska serliga alment kendur í Føroyum fyri at hava týtt og lisið bøkurnar “Nám Sálomon Kongs” og “Hornblower” í útvarpinum. Føroyska málið hevur hansara stóra áhuga, og á sinni hevði hann ein málteig í sjónvarpinum, umframt at hann fleiri ferðir hevur luttikið við pallborðsfundum um mál.

Størsti áhugi hansara er tó glasfipurbáturin Espingur, sum næstan má roknast sum ein partur av Jóannesi sjálvum. Nógvir tímar eru nýttir í bátinum og í egningarskúrinum -bæði til útróður og til stuttleikatúrar við børnum og abbabørnum.

Jóannes og Òluva eiga fýra børn. Magni føddur í 1965, Sjúrður føddur í 1967, Guttormur føddur í 1970 og Eydna fødd í 1981. Abbabørnini eru átta í tali, umframt at eitt er á veg.

 

Vit ynskja Jóannesi hjartaliga tillukku við degnum