Pól Jóhannus Poulsen 75 ár

Tann 18. september verður Pól Jóhannus Poulsen 75 ár. Øll sum kenna hann og hansara nærmastu kalla hann Hannus.

Hannus er føddur við Ljósá, og eru foreldur hansara: Poulina Joensen, ættað úr Leirvík
og Sofus Poulsen, frá Ljósá. Brøður hansara eru: Andrias og Elmar. Fyri meg sum
yngstur var og er Hannus ein »myndugleiki«, sum eg respekteraði.
 
Flest øll mannabørn hava eina lívssøgu, ljósa og døkka. Hjá Hannus vigar tann ljósa
meira, haldi eg. Tó hann kendi lívsins álvara tíðliga í tíðini  tá menn fórust av
krígsávum, eisini nærmast í familjuni. Hann hevur kent álvarsemi í vandasigling  við
yvirfyltum skipi heim úr Grønlandi. Var við »Havfúnni«, sum fór á land undir Íslandi á
Eysturlandinum, nær við Siglufjørðin, í 1949. Misti bátin í 1967, sum var smíðaður í
Hvalba, seksæringur, sum kallaðist »Hjallur«. Tá tað hendi, komust brøðurnir undan og
bjargaðu sær upp á stein tætt við, har Risin og Kellingin standa.
 
Sagt er frá, at har »Havfrúgvin« fór land, er forberg og eingin møguleiki fyri bjarging,
uttan hjálp frá landi av. Eisini er komið fram, at henda dagin, neyðarkall varð sent frá
neyðstanda skipinum  hoyrdi vaktarmaðurin á støðini, beint áðrenn hann skuldi fara
heim, eitt einasta »signal« frá neyðstøddu monnunum  veikt var tað eisini, men so
mikið, at hann fekk samband við skipið, og vóru allir bjargaðir.
 
Hannus sigur, at hann hevði eina lummalykt í lummanum, tá  hann fór í
»bjargingarstólin«, sum bleiv drigin gjøgnum brotini, har flest allir fóru undir
í brotunum. Men tá hann kom í land, var lyktin horvin...
 
Hendingin talar fyri seg sjálva  ómetaliga grípandi og ávarandi. »Bjargingarmaðurin«
hoyrdi eitt einasta  og seintasta neyðarkall. Dagarnir hjá hesum monnum vóru sostatt
ikki taldir.
 
Hannus var í Grønlandi, tá pápi hansara doyði á sumri í 1950, bert 53 ára gamal. So
Hannus kom í faðirs stað  við tí hjálp sum var neyðug til lívsins uppihald. Tað skal tú
hava tøkk fyri.
 
Hannus giftist í 1957 við Elin Mortensen úr Sørvági, og búsettust tey við Ljósá, í
húsunum sum pápin bygdi. Hon er honum ein góður hjúnarfelagi. Tey eiga fýra gentur
og ein drong. Barnabørnini eru 11 og eitt langabbabarn.
 
Saman við Andriasi áttu teir »Reynir«, sum teir róðu út við í mong ár og fiskaðu
rættiliga væl. Fyrsta skipið, Hannus fór við, var »Riddarin«, ein slupp. Síðani hevur
hann verið við mongum skipum, bæði stórum og smáum, norskum og týskum trolarum.
Møguleikarnir góvust at kunna vera heima, og tað var familjan glað fyri.
 
Hannus er til reiðar, tá seinasta »útkall« kemur  og hann verður tikin upp í dýrd. Tað
verður ikki gjøgnum »brotasjógvar« og tað himmalska »ljósið« fer ikki úr lummanum.
Ein onnur og ljósari strond, vit lenda á, enn tær knortlutu her. So vit skilja, at »saman
við nøgdsemi, er gudsóttin stórur vinningur«.
 
Vaktarmaður okkara svevur ikki. Tann ljósa síðan vinnur rættiliga á tí døkku.
Øll í okkara familju ynskja tær hjartaliga tillukku og alt tað besta.

Elmar