Tikin á bóli av Shell-manning

Leygarmorgun 3. juli møttust 21 ymiskir Shellbilar við Leynavatn við tí endamáli at "yvirraska" starvsfelagin Johan Sommer Jacobsen í Vestmanna í sambandi við hansara 30 ára starvsdag

Hósdagin 1. juli var móttøka á høvðusdeildini hjá Føroya Shell á Viðarnesi
í sambandi við at 30 ár vóru liðin síðan Johan Sommer Jacobsen í Vestmanna, vanliga nevndur Sommer, byrjaði at koyra hjá Shell. Sama dag hevði Eyðun Joensen, serviceteknikari í Norðurstreymi, eisini 15 ára starvsdag.

Í tvær vikur hevði Annfinn Jacobsen, sonur Sommer, sum eisini koyrir oljubil hjá Føroya Shell, fyrireikað eitt tiltak í Vestmanna. Boð vóru send til allar bilførarar hjá Føroya Shell, (teimum sum tað bar til hjá) um at vera við í einum bilafylgi til Vestmanna leygardagin 3. juli at heilsa og ynskja
Sommer tillukku við 30 ára starvsdegnum.

Leygarmorgun kl. 8.30 møttust 21 Shell tanga- last- og servicebilar við
Leynavatn. Síðan var koyrt til Vestmanna í einum stórum bilafylgi. Tá teir
kom til Gassadal, bleiv Sommer biðin um at hyggja út gjøgnum vindeyga.

Fyrst visti hann ikki, hvat hann skuldi halda um hetta bilafylgið. Øll
familjan og allir starvsfelagar vistu av tiltakinum, men Sommer visti av
ongum, fyrr enn hann sá allar 21 bilarnar koma koyrandi oman til Vestmanna.

Bilafylgið koyrdi heilt inn í bygdina til heimið hjá Sommer, har hann var
staddur. Yngri sonur Sommer, Hans Kári, hevði goymt allar lyklarnar hjá
pápanum, til neyst, persónbil o.a. fyri at tryggja sær at hann skuldi verða
verandi heima leygarmorgunin og ikki fara ein túr oman í neystið, sum hann er vanur.

Eftir at bilarnir høvdu koyrt floytandi framvið heiminum hjá Sommer, koyrdu teir oman á kaiøki og stóðu har á rað. Síðani hevði verdótturin, Ann Mari, og familjan, skipað fyri stórum morgunmatarborði fyri øllum bilførarunum og øðrum vitjandi.

Sommer fekk handað eina myndarammu við ymiskum myndum, sum t.d. frá
hansara fyrsta arbeiðsdegi, ymiskum tangabilum og øðrum. Tað var sonurin Annfinn, sum hevði savnað myndirnar og handaði pápanum tær.

Fyri Sommer var alt hetta eitt stórt upplivilsi - hann visti av ongum, og
hevði ongan illgruna um at nakað var áfatt. Hann helt tað vera sera flott
at bilar úr Havn, Eysturoynni, Vágum og enntá úr Klaksvík og Sandoy,
vildu brúka ein leygarmorgun til slíkt.

Johan Sommer Jacobsen er 60 ára gamal, hann er føddur 3. mars 1944 á
Slættanesi, har hann eisini vaks upp. Sum 16 ára gamal fór hann fyrstu
ferð til skips.

Hann flutti til Vestmanna í 1964. Giftist í 1971 við Olinu Poulsen, ið er
ættað úr Hósvík. Tey eiga 3 børn: Annfinn, 37 ár, hann er útlærdur
timburmaður, og koyrir í løtuni sum oljubilførari hjá Føroya Shell í Havn,
Malan, 31 ár, hon er sosial- og sunnheitsassistentur, og arbeiðir á
Lágargarði í Havn, og Hans Kári, 25 ár, hann hevur nýliga fingið prógv sum
skipari og lesur nú víðari til skipsførara.

Sommer koyrdi í árunum 1967-74 kranabil hjá Steingrím Simonsen í
Vestmanna.

1. juli í 1974 byrjaði hann sum oljubilførari hjá Shell í Vestmanna, har
Jóannes Fonsdal var umboðsmaður.

Tá Jóannes Fonsdal doyði, yvirtók Sommer oljuavgreiðsluna, meðan kona
Jóannes, Súnfríða, framvegis hevur Shell-Støðina í Vestmanna.