Esther Sørensen 70 ár

Sunnudagin 19. august verður Esther Sørensen í Havn 70 ár. Esther er ættað úr Nesi í Vági. Foreldur hennara vóru Elsa og Magnus Jacobsen. Tað kann verða nevnt, at Elsa var dóttir Dias á Heyggi, sum var kendur rokskipari og vinnulívsmaður í síni tíð. Esther eigur tvær systrar, tvíburasystrina Edith, sum býr niðri og Margret, sum býr í Sumba. Tær blivu allir tríggjar sjúkrasystrar.

Sjálv tók Esther prógv á Dronning Alexandrines Hospital í 1959. Í 1960 tók hon eitt ískoyti í psykiatri á Statshospitalinum í Ny­­købing S.

Síðan tá hevur hon stórt sæð alla sína tíð arbeitt á landssjúkrahúsinum. Hon var á skurðdeildini 1960-70, á skurð- og heili­ráðs­deildini 1971-1975, á B 5 1976-1983, og á føðideildini 1984-2004, tá ið hon fór frá fyri aldur. Eitt skifti í 1996 arbeiddi hon í Nuuk. Tað vóru nakrar sjúkrasystrar sum fingu hug at til at royna okkurt annað, og tær ar­beiddu eitt hálvt ár á sjúkrahúsinum har yviri. Seinni arbeiddi hon eisini eitt stutt skifti í Noregi. Enn tekur hon tó einstakar vakt­ir, so hon hevur ikki heilt slept endanum.

Esther giftist í 1961 við Evald Sørensen úr Porkeri. Hann er sonur Sunnivu og Petur Sørensen. Sum ungur arbeiddi Evald á Skála Skipasmiðju, har beiggin Jóhannes, sum búsettist á Skála, longu arbeiddi, og porkeningurin Sofus Thom­sen var stjóri. Evald kom seinni at arbeiða á Matrikul­stovuni, og hetta gjørdist hansara lívsstarv.

Tey bæði fingu tvær døt­ur. Súsanna er fødd í 1966 er gift við Ára Rasmussen av Eiði. Tey eiga trý børn, Lea, Hanus og Rókur.

Elin er gift við William Nielsen av Vatnsoyrum. Tey eiga tvey børn, Martin og Esther. Báðar døturnar búgva á Argjum. Omma er Esther góð, og dúgliga bind­ir hon uppá ommu­børnini.

Okkara fyrsta samband var, tá ið eg varð akutt inn­lagdur á landsjúkrahúsinum í 1979. Eg minnist enn, hvussu blíð og fyrikomandi Esther var. Hetta er jú ein tann besti eginleikin hjá eini sjúkrasystir, og hetta er eisini tað ummæli, sum Esth­er fær frá sínum ar­beiði. Eisini geva hennara arbeiðsfelagar henni besta ummæli sum ein góður arbeiðsfelagi.

Seinni eru vit komin at hittast hjá felags kunning­um. Tá eri eg eisini komin at kenna Evald. Hann er ein fróðarmaður, sum veit nógv, og sum dugur væl at greiða frá eisini.

Tey eru virkin í Brøðra­samkomuni, og nógv hava glett seg um avbera vøkru songrøddini hjá Evaldi.

Tað sæst ikki á nakran hátt á Esther, at hon nú røkk­ur ”støvets år”, so bragdlig sum hon framvegis er. Hon er nevniliga ein íðin svimj­ari og er ein av ”morgun­frúunum” í Svimjihylinum.

Teimum báðum skal verða ynskt hjartaliga til­lukku við 70 ára degnum. Esther er burturstødd føð­ingardagin.

ó.