eru níggju ár síðani, at Rás2 fyrstu ferð skipaði fyri skemti og tónleiki á Ólavsøku. Longu fyrsta árið varð greitt, at undirtøkan fyri tiltakinum var so mikið stór, at avgjørt varð at skipa tiltakið sum [...] hjá Rás2 í Miðlahúsinum. Í ár vera tað so Petur Pólson og Benjamin Petersen í Ave, Steintór Rasmussen og Kim Hansen og Hilmar Jan Hansen stendur fyri undirhaldinum. Kom oman í Vágsbotn í kvøld, tá ið AVE [...] Seinnu árini hevur verið siðvenja, at Rás2 og Miðlahúsið skipa fyri stórum ólavsøkubrakið Ólavsøkudag, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð verður tað við Ave, Steintór&Kim og Hilmar Jan Hansen stendur
serliga spennandi at keypa ballónir og ís. Tey bæði eru samd um, at tað ikki altíð er líka lætt, at hava børn við til tílík tiltøk, har nógv fólk eru, men siga, at tey skiftast um at vera heima hjá børnunum [...] gongugøtuni í miðbýnum. - Vit hava verið og hugt at kappróðrinum, og ætla nú at hyggja at fótbóltsdystinum í Gundadali. Annars dámar okkum væl bara at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og tosa við fólk, sigur [...] børnunum á ólavsøku, so at tey fáa eitt kvøld í part. - Maðurin fer út í kvøld, og so fari eg út í morgin. Soleiðis skiftast vit um at hava børnini á ólavsøku. Tey meta tó, at okkurt kundi verið betri á ólavsøku
setir fram serstøk krøv til tann einstaka føroyingin um at varðveita mál og mentan. - Serstakt er at vera ein av 49.000, sum búgva her, ímóti at vera ein av 7 milliardum av heimsins íbúgvum. Júst hetta serstaka [...] føroyingum til at viðurkenna menniskjuni fram um avmarkingarnar, ið tey møguliga dragast við. - Tað hevur týdning, at krøv verða sett einstaklinginum at vera við, og vit skulu øll kunnu vera við so ella so [...] røðuna við bønini hjá Símuni av Skarði í føroyska tjóðsanginum, og minti aftur á, at vit øll eiga at finna friðin í at vera serstøk.
vínini, er heilt serstakt fyri vivino. Í vikuni var Heini at síggja á skíggjanum hjá altjóða rásini, Fox-business, og sum vera man heldur Heini, at hetta var góð umrøða hjá Vivino. - Innan marknaðarføring [...] vín-appin í heiminum. App’in hevur væl oman fyri 10 mió brúkarar, og fleiri enn 100.000 sonevndar ratingar verða hvønn dag framdar av somu brúkarum. Júst hetta – at tað er vanliga fólkið heldur enn vínkennarar [...] hetta, sum hevr størstan týdning fyri okkum. Vit vilja hava alsamt fleiri at leggja okkum til merkis, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað hevur alstóran týdning, tá ein rás sum Fox vísir okkum ans. Sjónvarpið
bakarinum í Hornið. Haðani fór skrúðgongan so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum [...] Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin, gekk fremst við merkinum, honum á baki [...] einasti núlivandi reiðmaðurin, sum var við til fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna í 1942. Poul Mohr greiðir frá, at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942. - Teir, ið løgdu ráð
Kjølbro sigur, at verkætlanin er stór og nógv tilfar skal til at gera lundina. Hann sigur, at 12.600 kubikk av eyri skulu til at byggja heyggjar við ymiskum skapi fyri at geva lívd. Oman á heyggjarnar skal [...] , sigur, at í vár varð Áhugafelagið, Lund við Spónhyl, stovnað, og nú verður farið undir at gera eina náttúrulund, sum skal verða eitt friðsælt pláss mitt í bygdini. Náttúrulundin fer at vera 14.431 fermetrar [...] leiga undirlendi, umframt at fáa fíggingina undir land og at gera sáttmála. Í áhugafelagnum Lund við Spónhyl eru 200 limir. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir og tað er onki formligt
navnframa tiltak kann lata seg gera, og er ætlanin at halda fram í 2017.. Til ber eisini hjá hyggjarunum at meta um ta standmynd, sum teimum dáma best ella halda vera mest áhugaverda. Her hevur ein serlig glaskúla [...] síðsti dagurin fyri framsyningina var í dag. Ørgrynna av fólki høvdu leitað sær oman í víðu mølina í Århus at hyggja at hesi serligu framsýningini, Sculpture by the Sea. http://www.sculpturebythesea.dk/ [...] ókeypis, er annað hvørt ár, og er stevnan í ár á fjóra sinni. Tað sigst, at tað eru danska krónprinsaparið, sum komu við hugskotinum um at skipa fyri eini uttandura standmyndaframsýning, og eru tey samstundis
sum aftur fara at savna fólk. - Tað skal ivaleyst meira “kjøt” upp á fyri at fáa fólk at leita aftur til gomlu bygdarstevnurnar, og her kundi eg hugsað mær, at meira varð gjørt við at leita aftur á slóðina [...] ymiskt til børnini at stytta sær stundir við, soleiðis at stevnurnar framhaldandi kunnu vera eitt familjutiltak, har børn og vaksin saman kunnu vera saman og fáa nakað burturúr. Fyri at venda aftur til [...] kommunu um, at tær áður góðu og gomlu bygdastevnurnar tapa so nógv fyri festivalum og øðrum summartiltøkum, ið eru vorðin so mong í tali. - Men, eg trúgvi, at tíðin kemur, har fólk í størri mun fara at leita
nevnliga, at hann mest sum lýsti av lívsgleði. Abbi hevði verið ússaligur nakrar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okkum vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frískur [...] svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumrini í Føroyum sum barn, koma minnini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stórur partur av teimum [...] arbeiðið hjá abba, men ongantíð lat hann okkum børn tað vita. Umframt, at traktorurin hjá abba gjørdi, at mær ongantíð vantaði børn at spæla við sumrini í Føroyum, so hjálptu mjólkineytini hjá abba eisini
alnetinum. - Hesuferð er talan so um at sigra á gátuføra fingrinum, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum. Teir meta, at ferðin upp á Trøllkonufingur fer at taka tveir dagar. Teir klintra fyrst [...] nátt har í soviposum. - Á middegi dagin eftir er ætlanin at standa á toppinum, og síðani vera niðri í bátinum aftur um kvøldið. Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi [...] honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt oman, og doyði. Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at Frederik VII, krúnprinsur, var á vitjan, men