Hoyvíkingur, Heini Zachariassen, hevur seinastu tvey árini búleikast í San Fransisco, haðani hann rekur vivino.com, sum í dag er nógv tann størsta vín-appin í heiminum. App’in hevur væl oman fyri 10 mió brúkarar, og fleiri enn 100.000 sonevndar ratingar verða hvønn dag framdar av somu brúkarum. Júst hetta – at tað er vanliga fólkið heldur enn vínkennarar, sum góðskumeta vínini, er heilt serstakt fyri vivino.
Í vikuni var Heini at síggja á skíggjanum hjá altjóða rásini, Fox-business, og sum vera man heldur Heini, at hetta var góð umrøða hjá Vivino.
- Innan marknaðarføring verður ofta tosað um AIDA-modellið. Har stendur fyrra A’ið fyri Awareness, og tað er framvegis hetta, sum hevr størstan týdning fyri okkum. Vit vilja hava alsamt fleiri at leggja okkum til merkis, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað hevur alstóran týdning, tá ein rás sum Fox vísir okkum ans. Sjónvarpið er eisini ein sera sterkur miðil, sum hevur stórt trúðvirði, so vit eru sera fegin um umrøðuna, sigur Heini Zachariassen við in.fo
Innslagið á Fox sæst HER