Ave, Steintór&Kim og Hilmar Jan í Vágsbotni í kvøld

Kom oman í Vágsbotn í kvøld, tá ið AVE, Steintór&Kim og Hilmar Jan Hansen undirhalda av palli uttanfyri Rás2.

Seinnu árini hevur verið siðvenja, at Rás2 og Miðlahúsið skipa fyri stórum

ólavsøkubrakið Ólavsøkudag, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð verður tað við Ave, Steintór&Kim og Hilmar Jan Hansen stendur fyri undirhaldinum.

  

Í ár eru níggju ár síðani, at Rás2 fyrstu ferð skipaði fyri skemti og tónleiki á Ólavsøku. Longu fyrsta árið varð greitt, at undirtøkan fyri tiltakinum var so mikið stór, at avgjørt varð at skipa tiltakið sum ein afturvendandi part av Ólavsøkuni.

 

Hvørt ár savnast fleiri túsund fólk í Vágsbotni 29. juli millum klokkan 22.00 og 23.00, og á skránni er hvørt ár skemt við eitt nú Pipar&Salt, Hilmar Jan Hansen og øðrum, og tvey tónleikainnsløg. Áður hava eitt nú Frændur, Páll Finnur Páll, Signar í Homrum, Kim Hansen og Terji Rasmussen, Nalja og onnur framført á pallinum uttanfyri rásarúmið hjá Rás2 í Miðlahúsinum.

 

Í ár vera tað so Petur Pólson og Benjamin Petersen í Ave, Steintór Rasmussen og Kim Hansen og Hilmar Jan Hansen stendur fyri undirhaldinum.

 

Kom oman í Vágsbotn í kvøld, tá ið AVE, Steintór&Kim og Hilmar Jan Hansen undirhalda av palli uttanfyri Rás2.