Taka alla verðina við sær upp á Trøllkonufingur

Fyrsta dagin fara fimm ungir mans at klintra upp á Trøllkonufingur, og teir bjóða øllum at fylgja beinleiðis við á internetinum

Ein av næstu døgunum, tað viðrar, fara fimm ungir mans at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur, ið stendur sunnanfyri Vágar.

 

Tað serliga við hesum klintritúri er, at øll kunnu fylgja beinleiðis við, meðan teir klintra. Klintrararnir og Vodafone fara nevniliga at leggja myndir og filmsbrot út á alnetið, ímeðan teir hanga í leysum lofti, sigur Vodafone í tíðindaskrivi.

 

Teir fimm ungu menninir, sum fara at klintra, eru Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal og Baldur Meitil, og teir eru royndir klintrarar. Teir hava verið á skeiði í at klintra, og fleiri teinum hava áður klintrað saman, eitt nú upp á Øldina, Risan og Kellingina, Tindhólm og Ytra Koll. 

 

Tað verður á “vodafoneforoyar” á Snapchat og Instagram á fartelefonini, at tað ber til at síggja myndir, og livandi myndir av teimum, ímeðan teir klintra

 

Tey, ið ikki hava hesar miðlar, kunnu fylgja við inni á vf.fo/trollkonufingur, har somu myndir og filmsbrot verða at síggja.


- Møguleikin at fylgja beinleiðis við tíllíkum roysnisbragdi gjørdist kendur, tá ið Felix Baumgartner hoppaði úr 39 km hædd, og fólk um allan heim kundu fylgja beinleiðis við á alnetinum.

 

- Hesuferð er talan so um at sigra á gátuføra fingrinum, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

 

Teir meta, at ferðin upp á Trøllkonufingur fer at taka tveir dagar. Teir klintra fyrst upp á Ovaraskarð, sum er einar 260 metrar uppi, og er pláss, liggja teir nátt har í soviposum.

 

- Á middegi dagin eftir er ætlanin at standa á toppinum, og síðani vera niðri í bátinum aftur um kvøldið.

 

Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt oman, og doyði.

 

Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at Frederik VII, krúnprinsur, var á vitjan, men teir komu ikki longur upp enn umleið 200-260 metrar.

 

Í 2012 eydnaðist tað so einum toymi at koma upp á toppin fyri fyrstu ferð, í hvussu so er síðani gomlu søgnuna.