Tóra: Vit eru øll serstøk

Tóra við Keldu hevur júst sett ólavsøkuna.

Nógv fólk høvdu leitað sær oman á Vaglið, tá ið Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, bar fram røðu til ólavsøkusetanina.

 

Klaksvíkskvinnan legði dent á, at føroyski samleikin, við sínum fáu íbúgvum, er serliga viðbrekin og tískil setir fram serstøk krøv til tann einstaka føroyingin um at varðveita mál og mentan.

 

- Serstakt er at vera ein av 49.000, sum búgva her, ímóti at vera ein av 7 milliardum av heimsins íbúgvum. Júst hetta serstaka setir stór krøv til føroyingin. Tí bara vit, og tey nøkur túsund, sum búgva í øðrum londum, sum tosa føroyskt mál, og vit, sum eru partur av eini mentan, sum fá kenna, kunnu varðveita, bera víðari og styrkja tað, sum er føroyskt – rótfest í kærleika til móðurlandið, hvønn annan og eftirkomarar segði Tóra við Keldu í ólavsøkurøðuni.

 

Sum forkvinna fyri Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum og fyrrverandi svimjari í Ægi og Ítróttarsambandinum fyri brekað, kennir Tóra ivaleyst væl til serstakar avbjóðingar. Í røðuni hjá sær eggjaði hon føroyingum til at viðurkenna menniskjuni fram um avmarkingarnar, ið tey møguliga dragast við.

 

- Tað hevur týdning, at krøv verða sett einstaklinginum at vera við, og vit skulu øll kunnu vera við so ella so. Sjálvandi hevur persónliga viðurkenningin av avmarkingum stóran týdning. Men størri týdning hevur tó staðfestingin av, at menniskju eru ikki brek ella trupulleikar, men fram um alt menniskju við grundleggjandi tørvi á viðurkenning, kærleika og einum virðiligum plássi í samfelagnum, førdi Tóra fram.

 

Hon endaði røðuna við bønini hjá Símuni av Skarði í føroyska tjóðsanginum, og minti aftur á, at vit øll eiga at finna friðin í at vera serstøk.