Skiftast um børnini á ólavsøku

Senøva og Dánjal vóru fyrr í dag úti við børnunum, men um kvøldarnar skiftast tey um, at vera heima hjá teimum.

Fyrr í dag møttu vit Senøvu og Dánjal Petersen í gongugøtuni í miðbýnum.


- Vit hava verið og hugt at kappróðrinum, og ætla nú at hyggja at fótbóltsdystinum í Gundadali. Annars dámar okkum væl bara at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og tosa við fólk, sigur Senøva Petersen.


Børnini eru tó ikki eins spent uppá fótbóltin sum foreldrini, men hava onnur áhugamál á ólavsøku.


- Hjá børnunum er tað serliga spennandi at keypa ballónir og ís.


Tey bæði eru samd um, at tað ikki altíð er líka lætt, at hava børn við til tílík tiltøk, har nógv fólk eru, men siga, at tey skiftast um at vera heima hjá børnunum á ólavsøku, so at tey fáa eitt kvøld í part.


- Maðurin fer út í kvøld, og so fari eg út í morgin. Soleiðis skiftast vit um at hava børnini á ólavsøku.


Tey meta tó, at okkurt kundi verið betri á ólavsøku.


- Tá man hevur børn, so er tað strævið, at bíðirøðirnar eru so langar til alt. Harumframt manglar tað WC'ir í býnum.