Nú fáa viðingar eina náttúrulund miðskeiðis í bygdini.
Hanus Kjølbro, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at í vár varð Áhugafelagið, Lund við Spónhyl, stovnað, og nú verður farið undir at gera eina náttúrulund, sum skal verða eitt friðsælt pláss mitt í bygdini.
Náttúrulundin fer at vera 14.431 fermetrar til støddar, og hon verður vestantil á eiðinum á Viðareiði, niðan fyri skúlan, har ein stórur hylur var í gomlum døgum, nevndur Spónhylurin.
Hanus Kjølbro sigur, at verkætlanin er stór og nógv tilfar skal til at gera lundina. Hann sigur, at 12.600 kubikk av eyri skulu til at byggja heyggjar við ymiskum skapi fyri at geva lívd. Oman á heyggjarnar skal mold leggjast, og runnar og annar vøkstur gróðursetast.
Tríggir hylar skulu gerast, og til hettam og at gera gøtur ímillum heyggjarnar, skulu 7.000 kubikk av gróti brúkast. Harafturat skulu 200 kubikk av skervi leggjast á gøturnar.
Miðskeiðis í økinum verður eitt torg, ið hóskar til ymisk tiltøk.
Grót og skervur kemur úr Viðareiðistunlinum og eyrin fáa tey frá avgrevstri inni í Dølum.
Hanis Kjølbro sigur, at sáttmáli er gjørdur við Articon um at gera heyggjarnar, byrgingarnar og gøturnar. Teir fara í gongd við arbeiðið fyrsta dagin og eru lidnir í seinasta lagi 1. November í ár og fíggingin er útvegað.
Limirnir í áhugafelagnum skulu eisini til verka. Nógv skal gróðursetast í økinum, so umframt at seta niður runnar og annað, skal økið gerast klárt, umframt at skervur skal leggjast á allar gøturnar.
Síðan stovnsetingina av áhugafelagnum hevur nevndin fingist fingið tey formligu viðurskiftini í rættlag, eitt nú leiga undirlendi, umframt at fáa fíggingina undir land og at gera sáttmála.
Í áhugafelagnum Lund við Spónhyl eru 200 limir. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir og tað er onki formligt limagjald, sigur Hanus Kjølbro.
Niðanfyri eru fleiri teldugjørdar myndir, sum vísa, hvussu lundin fer at taka seg út í bygdini.