roknistykki sett upp og sum prógvar, at vit fara at klára okkum sum sjálvstøðug tjóð. Nú er tað ikki bara sum at siga at seta upp roknistykki fyri, hvussu vit skulu klára okkum ár 2005, ár 2014 og ár 2030. Og [...] enn at seta upp roknistykki, sum menn so kunnu diskutera um smálutir í í nógv ár, haldi eg uppgáva tjóðveldismanna vera, at seta upp ítøkiligar møguleikar fyri at inntøkur kunnu fáast til vega at gjalda [...] okkara samfelagsrakstur. Og hetta merkir, at samfelagið skal leggja stóran dent á at gera vinnulívið ført fyri at gjalda henda rakstur. Myndugleikarnir eiga tí at slóða fyri nýhugsan innan verandi vinnugreinir
Jóhannes Gaard, og hann hevur hildið seg til landslagið og bygdina. Tað er stuttligt at síggja hvussu ymisk list er, og hvussu ymsikt hon verður løgd út. Nøkur listafólk brúka nógvar litir, og sterkar, meðan [...] og felagið hevur sett eina dómsnevnd at velja millum listaverkini. Tey sum sita í nevndini sita í trý ár og ein teirra verður skiftur út hvørt ár. Tað merkir so, at tað ongantíð eru tey somu sum sita í [...] ár sita Marius Olsen, Zacharias Heinesen og Guðrið Poulsen. Guðrið Poulsen sigur, at tey hava gjørt sær stóran ómak at velja ímillum innsendu listaverkini. Ikki færri enn 45 listafólk sendu verk inn, men
skaðan. Fyri við vissu at vita hvussu nógv smolt er farið fyri skeytið, fóru menn at telja upp tað sum eftir var. Henda uppteljing er ikki liðug enn, men í Gjógv roknað teir við at minni enn helmingurin [...] Gjáarsmolt, at hann væntar at teir sleppa heldur bíligari, tí okkurt av kørunum kann umvælast, heldur enn skiftast út. Men fíggjarligið smeiturin er stórur fyri tað. Hann heldur samstundis, at tað er løgið [...] løgið, at teir ikki kunnu fáa endurgjald fyri henda skaðan. Vit hava tí spurt Gunnar í Liða, stjóra á Føroya Brunatrygging, um hvussu tað ber til, at Gjáarsmolt ikki kann fáa endurgjald fyri skaðan, og hann
tykki um, hvussu Marius Olsen einaferð hevur bygt sínar myndir upp - annars eru myndasløgini, tey gera, hvør sítt. At listaverk hjá einum minna um verk hjá einum øðrum listafólki er einki at undrast á [...] aðrari Várframsýning. Men kanska er tað hugsanin um at originalar eru ikki til, alt er kopi - simulacrum? Men eg skilji kortini ikki, hvussu tað ber til at slík herming er við á Várframsýningini. TRYGGLEIKIN [...] hana. Og Hansina Iversen ger tað. Hennara myndir geva so lítið frá sær, at tað er ikki meira enn, at tittulin gevur tær nakað at halda um. Málningarnir hjá Hansinu Iversen kallast "Skap", "Skapilsi", "Formar"
hava havt. Íløgustuðulin verður nú burturtikin. Minstaforvinningin hava ti so at siga tikið frá øllum útróðrarmonnum við at seta lóg í gildi, afturvirkandi í seks mánaðir. Hetta við góðum stuðli frá vágbinginum [...] knappliga onga løn skuldi fingið. Veðrið kunnu útróðarmenn onki gera við. Hesir menn duga jú ikki at ímynda sær, hvussu lítið ein útróðrarmaður hevur eftir, tá ið rentur og avdráttur av bátinum er goldið. Bara [...] Tað fyrsta teir koma við er at skamrósa sær sjálvum fyri tær góðu umstøður útróttarflotin fær við øktum fiskidøgum. Hvussunógv halda tit útróðrarmaðurin hevur forvunnið sær síðani á nýttárinum við tí illveðri
Tað kennist gott at vera javnaðarfólk, tá Norðurlond verða nevnd heimsins bestu samfeløg. Tí vit vita, at hetta er ikki av tilvild. Einasta orsøk til hetta er, at sosialdemokratarnir so at siga hava rátt [...] er tó ringastur at skilja: Loysing her og nú og vertin á, hvussu vit húsast eftir loysingina. Hetta er ábyrgdarloysi við lít. Vit eta okkum ikki mett av tjóðskaparkenslum og trampi. At taka loysing og [...] betala, er olmussustøða. Og at renna undan rokningini er eitt ómoralskt og óføroyskt fyribrigdi, ið bert spekulantarnir hava troystað sær. Tað byggir onki land. Umframt at hetta er eitt politiskt val,
upplýst, at tað, sum ætlanin nú er, er at gera eina flogbreyt uppá einar 800 metrar á Glyvursnesi. Men harumframt er eisini ætlanin at gera ein Tyrlupall í sambandi við flogbreytina. Upplýst verður, at alt [...] tað er, sum arbeitt verður við. Men at verulig gongd hevur verið í málinum kom fram í ljósið, herfyri, táið tað frættist, at ein donsk fyritøka, sum hevði skil fyri at byggja flogvøllir, hevði verið í Havn [...] Um einar 14 dagar fer Tórshavnar Býráð at leggja fram eina fullfíggjaða ætlan um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tað hevur leingi verið greitt, at býráðið hevði grivið gomlu ætlanina frá seinast í áttatiárunum
við. - Bara tað at fáa møguleikan at fara ein túr eftir gøtuni til Kirkjubøar, ella at fara ein túr at dyrgja, tað fløvar hjarta. Er so nakar møguleiki at tú kemur aftur til Føroya at búgva? - Fyrst má [...] er at læra at føra eina samrøðu við fólk. - Eg havi ikki lagt so stóran dent á tann grammatiska partin, og tað hoyrist nokk so týðiliga. Hvussu var tað so at byrja í skúlanum? - Tað var torført at skilja [...] áhugavert at fáa loyvi til at tosa við tey, sum vóru við í ferðalagnum hjá Nyrup. Hann fer at flenna aftur, kemur at hugsa um eitthvørt. - Beiggi mín er sakførari í Danmark. Hann ætlar sær at verða dómari
og hevur sítt arbeiði at fara til, tó at einki gerst í hesum kavanum. - Hvat heldur tú um, at Kristian Magnussen er farin í Javnðarflokkin? - Tað hevur verið at hoyrt í eina tíð, at Kristian ætlaði sær í [...] tinginum. Spurdur hvussu honum dámdi hetta arbeiðið, sigur Luitjen Apol, at hetta var so sum hann hevði væntað, tó at okkurt ikki var so sum hann hevð ímyndað sær. Tað undraði meg serliga, hvussu tingfólk gera [...] útvarpið vóru til staðar, og hvussu tey aftaná at hava tosað við fjølmilðarnar, fóru við sínum mótstøðufólkum upp á tingloftið at flenna saman, um tað, sum teir høvdu sagt. Eg haldi, at tað er ein øgelig komedia
nakar fyrimunur. Og søgurnar siga, at mótstøðumenn hansara at enda fingu gjørt skil á honum. Hvussu nógv er í hesum søgum, vita vit ikki rættiliga. Ymiskt er, hvussu sagt verður frá. Alt eftir, hvør, ið [...] helst kortini, at Nólsoyar Páll búði í København. Vágsbotnshandilin var niðurlagdur um tað mundið, men talan var um, at kanska fór fríhandilin at verða innførdur í Føroyum. Menn vilja halda, at hesir handilsmenn [...] búðu í København, høvdu boð eftir Pálli at fara til Føroyar at kanna líkindini fyri at seta á stovn handil í Tórshavn, tá hesin gjørdist fríur. Søgan sigur okkum, at tað hendi so ikki tá, men ikki fyrr enn