Hann er hálvur føroyingur. Hevur føroyska mammu og danskan pápa.
Hann er føddur á Bornholm og doyptur í Nólsoy. Og hann hevur búð ein part av sínum lívi á eini oyggj sum eitur Bogø.
Hann var onkuntíð í Føroyum sum barn, men lærdi ongantíð rættiliga at tosa føroyskt. Kanska eisini tí, at málið sum varð tosað heima hjá teimum var danskt.
Fyri nøkrum árum síðani fór hann á universitetið í Keypmannahavn at lesa søgu og fornfrøði.
Um norrøna samstarvið, Nordlix, fekk hann møguleika at koma til Føroya at lesa í eitt tíðarskeið, og hann tók kjansin.
Síðani hevur hann gingið á Fróðskaparsetrinum í eitt hálvt ár. Fingið undirvísing í norðurlendskum, búskapi og stjórnmálafrøði.
Próvtøkan var liðug í januar mánaði og stutt eftir tók hann leiðina niðuraftur til Keypmannahavnar, har hann skuldi byrja aftur í skúlanum 1. februar.
Men tað var ein ávísur munur á manninum nú hann fór avstað aftur, og tá ið hann kom til Føroya.
Tá hann kom í september segði hann næstan ikki eitt orð á føroyskum, men nú hann fór avstað aftur, tosaði hann flótandi føroyskt.
Hevði kanska eitt sindur lætt við at skifta yvir til tað danska tá á stóð, men tað er skilligt. Tað er altíð lættari at geva sína innastu meining til kennar á sínum egna móðurmáli.
Tað halda vit eisini sjálvi - vit innføddu føroyingar.
Men hann tosaði flótandi føroyskt og tað er væl klárað eftir bert hálvum ári.
Men hví kom hann til Føroya?
Og fekk hann tað burtur úr hann ætlaði?
Hesar spurningar og fleiri aðrar settu vit honum, tá hann hugdi inn á gólvið á Sosialinum.
Føroyska familjan
Hesin ungi maðurin vit tosa um eitur Jakob Seerup og er 22 ára gamal.
Navnið ljóðar ikki so føroyskt. Men hann er hálvur føroyingur hóast tað. Mamman er ættað úr Nólsoy.
Hann fekk sum nevnt møguleika at koma til Føroya umvegis skipan hjá Norðurlandaráðnum.
Men tað var ikki bara lesnaðurin sum dróg.
Av tí at hann valdi at búgva hjá skyldfólkum sínum, fekk hann samstundis høvi til at læra skyldfólk síni her heima betur at kenna.
Harafturat kom so tann møguleikin, at hann kundi læra seg føroyskt, og tað hevur hann sum sagt eisini gjørt.
Eitt triðja mál við ferðini var, at hann her kundi savna inn tilfar til eina uppgávu, sum hann ger um monopolhandilstíðina. Ein uppgáva hann ger í Danmark.
Áhuga fyri søgu
Jakob fór at lesa søgu, tí tað altíð hevur havt hansara áhuga.
- Tað er nakað sum er uppi í tíðini. Tað eru so nógvar broytingar í tíðini, og eg haldi at fólk vilja halda fast í onkrum.
- Tað er einki skeivt í teimum broytingum sum eru, men tað er gott at vita, hvaðani ein kemurOg so er tað spennandi.
Í Danmark gera tey søvn um alt millum himmal og jørð, og Jakob heldur, at tað sum er nevnt omanfyri, er ein av orsøkunum til tað.
- Soleiðis er tað nokk eisini í Føroyum.
- Eg havi einaferð skrivað eina uppgávu niðri um múrin í Kirkjubø og søguna. Um hvønn týdning hon hevur fyri forstáilsi av Føroyum og føroyingum.
- Tað hevur alla tíðina verið hildið, at føroyingarnir vóru kroystir at byggja kirkjuna av katólsku kirkjuni.
- Seinni fann ein fornfrøðingur fram til, at kirkjan hevði staðið har og virkað í langa tíð. Teir vóru ikki kroystir, hóast tað.
Jakob Seerup heldur, at uppfatanin um, at føroyingar vórðu kroystir, er skeiv.
- Føroyingar hava verið aktivur partur í samstarvinum við onnur lond. Bæði Noreg, Danmark og England.
Hann heldur samstundis, at vit kunnu brúka søguna. Bæði sagnirnar um Biskup Mús og Mannafelsdalin og tað nýggju søguna. Tey siga nakað um søguna í dag.
- Eg haldi at føroyingar onkuntíð eru eitt sindur »hysteriskir« við hvørt.
- Hugsa vit eitt nú um málið, so síggja vit hvussu nógv kemur út á føroyskum, so vita vit, at tað føroyska málið ei forfellur. Hygg eftir Danmark ístaðin. Har er ávirkanin uttanífrá ógvuliga stór, men málið hvørvur ikki av tí.
Gott samanhald
í familjuni
Jakob sigur, at hugurin at koma til Føroya er ikki nýggjur.
- Eg havi altíð ætlað mær at koma til Føroya. Eg havi ikki verið her so nógv frammanundan. Eg varð sum sagt doyptur í Nólsoy, men tað minnist eg av góðum grundum ikki. Annars havi eg verið her nakrar fáar ferðir.
- Tað at síggja Føroyar um vetrartíð. At tað ikki bara er eitt »summarferiuland«. Eisini vildi eg læra familjuna at kenna. Eg havi so nógva familju í Føroyum, serliga í Havn.
- Og tað hevur verið ógvuliga gott. Mær dámar so væl at tosa við fólk. Man tosar so nógv meir í Føroyum enn í Danmark, og tað haldi eg er gott.
Jakob sigur, at tað er gott at fáa prógvað, at føroyingar eru eins alt árið. Teir eru ikki bara blíðir um summarið.
-Eg veit at eg altíð eri vælkomin í Føroyum, eins og skyldfólk míni vita, at tey altíð eru vælkomin at vitja meg og mína familju í Danmark. Tað dámar mær væl at vita.
Ríkisfelagsskapurin
- tað er eg
Jakob Seerup sigur at hann kendi seg eitt sindur illa tað fyrstu tíðina. Men tað var ikki tí hann var óynsktur.
Tað var hinvegin tann nógv umtalaða bankakanningin, sum gjørdi tað.
- Tá eg kom til Føroya tosaðu tey nógv um gegnið ella ógegnið, og nógv varð tosað um loysing, tá eg kom.
- Hetta skilti eg als ikki, og tað geri eg partvíst ikki enn. Nú havi eg bara eitt øðrvísi forhold til hví føroyingar hugsa so.
- Eg haldi framvegis ikki at tað er nøkur orsøk til at verða so órógvaður av at verða kroystir uttanífrá.
Jacob Seerup heldur nevniliga, at eftir hansara fatan er samarbeiði betri enn loysing.
- Nú havi eg ein danskan pápa og eina føroyska mammu, og tað ger, at ríkisfelagsskapurin situr inni í hjartanum. Eg eri ríkisfelagsskapurin á ein ella annan løgnan hátt.
- Tað ger jú, at eg ikki kann hugsa á annan hátt. Tað er næstan sum at avnokta seg sjálvan.
Dugdi onki føroyskt
Tá Jakob kom til Føroya, tosaði hann als einki føroyskt. hann hevði hoyrt tað alt lívið, men tosaði tað ikki.
- Vit tosaðu bara danskt heima hjá okkum. Mamma tosaði bara føroyskt, tá vit høvdu vitjan úr Føroyum, men tað var so sjáldan.
- Mær dámar væl mál og tað sum eg haldi er stuttligast, er at læra at føra eina samrøðu við fólk.
- Eg havi ikki lagt so stóran dent á tann grammatiska partin, og tað hoyrist nokk so týðiliga.
Hvussu var tað so at byrja í skúlanum?
- Tað var torført at skilja nakað, sigur Jakob og flennir eitt sindur.
- Tað er stórur munur á orðunum sum brúkt verða í Føroyum, og teimum sum føroyingar í Danmark brúka.
- Tað koma so nógv nýggj orð inn í málið sum gera at málið verður torførari at skilja.
Hann nevnir sum dømi eina lærugrein sum stjórnmálafrøði.
Har eru so nógv nýggj orð sum ikki líkjast teimum europeisku, og av tí sama verða torfør at skilja.
- Tá tú kanst siga økonomi á donskum og russiskum, hví kanst tú ikki siga tað á føroyskum eisini, spyr hann.
- Tað einasta man ger, er at tann eldra generatiónin ikki skilir hvat tey ungu siga.
Men av tí at flokkurin hevur verið so lítil, so hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, tí hann hevur bara spurt, tá á hevur staðið.
Hetta hevur samstundis givið honum møguleika at koma í samband við onnur lesandi.
Annars sigur Jakob, at hann hevur ikki havt tað stóra sambandi við floksfelagar sínar, ella samlesandi sínar eitur tað helst, tá tað er á slíkum støði.
- Eg havi verið so nógv saman við familjuni hjá mær, havi vitja tey nógv.
Góður lærustovnur
Jakob Seerup heldur ikki, at tað er so stórur munur á útbúgvingarstovnunum báðum, Fróðskaparsetrinum og Universitetinum í Keypmannahavn.
- Tú fært góðar lærarar og tú fært ringar lærarar alla staðni. Men tað sum eg haldi er spennandi er, at útgangsstøðið er tað føroyska. Samfelagið er so lítið, at øll vita hvat tað er man tosar um.
- Nevnir tú eina bók hjá einum rithøvunda, so kenna øll hana. Hava tey ikki lisið hana, so vita tey í hvussu er, hvat hon snýr seg um.
- Tak til dømis filmin um Barbaru. Møtti tú einum sum ikki hevði lisið bókina, so hugdu fólk eitt sindur. Men var tað eitt krav?
Jakob sigur tó, at at hetta ger, at forumið tú tosar í, verður eitt sindur breiðari.
Hinvegin heldur hann at tað við hesum verður ein vandi fyri, at vit verða ov nalvaskoðandi.
- Í Danmark var trupulleikin nokk tann øvugti. Har kenna vit alt sum fór fram í 1800-talinum í Týsklandi og Onglandi, men kenna nóg illa okkum sjálvi.
- Tað besta er nokk ein loysn sum liggur millum hesi bæði.
Tá tú nú fert avstað aftur, ert tú tá ein ríkari maður?
- Ja, tað eri eg. Nú havi eg tvey heim. Sjálvt um føroyingar taka loysing, sum tey tosa so nógv um, so kunnu tit ikki taka tað frá mær, at eg føli meg heima her.
Jakob sigur, at tað fyri hann eisini hevur stóran týdning, nú hann fór niðuraftur til bilosið í Keypmannahavn, at vita at tað er eitt land hann kann fara til, har luftin er rein og vatnið við.
- Bara tað at fáa møguleikan at fara ein túr eftir gøtuni til Kirkjubøar, ella at fara ein túr at dyrgja, tað fløvar hjarta.
Er so nakar møguleiki at tú kemur aftur til Føroya at búgva?
- Fyrst má eg síggja til, at gera útbúgvingina lidna, so fáa vit at síggja. Er nakar møguleiki fyri at fáa starv í Føroyum so er væl møguligt, at eg komi aftur.
- Mær dámar so øgiliga væl føroyskan mat, skerpikjøt og annað, og tað er so øgiliga torført at fáa í Keypmannahavn, so tað kann væl verða.
Jakob kemur aftur inná tað, at føroyingar tosa nógv saman. Hann nevnir síðani baðstovuna í svimjihøllini í Havn.
- Har sita 14 -15 mans og bara tosa um alt møguligt. Har er baðstovan, kondittaríið ella løgtingið. Man veit ikki, hvat hevur størstan týdning.
Loying ella ikki
Bankakanningin hevur skapt trupulleikar í samstarvinum millum Føroyar og Danmark. Hetta er Jakob greiður yvir. Men hann skilir ikki rættiliga at tað skal vera grundgeving fyri loysing.
- Eg haldi tað er merkiligt. Tí er talan um eitt lógarbrot frá danskari síðu, so er møguleiki at stevna fyri hetta. Tá nýtist tykkum ikki at krevja loysing fyri tað.
Í Føroyum er altíð gróðrarbotnur fyri eini góðari søgu, og Jakob hevur hoyrt onkra baðstovusøgu um, at tað er A.P. Møller, sum hevur roynt at spæla føroyingum eitt puss.
Tí heldur hann, at loysingarkenslan óivað kemur sum ein reaktión uppá tað.
- Men hví broyta nakað, sum faktisk hevur virkað, fyri ein stóran part eftir vild, spyr hann.
- Sjálvandi virði eg teirra sjónarmið, men eg haldi ikki at eg skilji tey rættiliga.
Nyrup í Føroyum
Teir seinastu dagarnar meðan Jakob var í Føroyum, var Nyrup á vitjan. Hann var eisini í Nóatúni og heilsaði uppá.
Henda vitjan endaði við, at Jakob Seerup fekk innbjóðing til døgverðan á Hotel Føroyum seinni tað kvøldið, og eg haldi tað var áhugavert at fáa loyvi til at tosa við tey, sum vóru við í ferðalagnum hjá Nyrup.
Hann fer at flenna aftur, kemur at hugsa um eitthvørt.
- Beiggi mín er sakførari í Danmark. Hann ætlar sær at verða dómari. Hann ringdi til mín morgunin eftir og spurdi hvussu gekk.
- Eg greiddi honum m. a. frá, at eg hevði tosað við skrivstovustjóran í Stats-ministeriinum, og tá hoyrdi eg gjøgnum telefonina, at hann gjørdist grønur í høvdinum av øvund.
- Hugsa tær, at Mogensen er allarovasti embætismaður í Danmark, og hann hevði eg tosað við.
- Tað misunti hann mær.
Bankakanningin
Nú bankakanningin er av, heldur Jakob, at tað er gott, at úrslitið varð sum tað varð.
? Eg eri eitt sindur keddur av, at føroyingar eru eitt sindur bláoygdir.
? Gongur ikki alt eftir vild, so hava føroyingar ofta ov lætt við at geva øðrum skyldina. Tað kann eg ikki góðtaka.
? Men fyri tað at bankin bjóðar fíggingarmøguleikar so er tað tú sum hevur avgerðarrættin um tú vilt hava lánið. Tí hava føroyingar sjálvir skylduna av teimum nógvu lánunum og ikki danskarar.
Jakob sigur tó, at tað eftir bankakanningini at døma sær út til, at Den Danske Bank hevur hugsað ov nógv um egin áhugamál og tí er eitt sindur kroystur aftaná almannakunngerðingina.
? Eg haldi ikki at talan hevur verið um samansvørjingar, men við støði í habilitetsspurninginum hjá Rekling, so vísir tað í hvussu lítlum álvara danir hava tikið málið.
? Eg haldi at føroyingar í framtíðini eiga at arbeiða meira fyri at gera Føroyar kendar í Danmark. Gera eitt størri lobbyarbeiði. Eins og grønlendingar gera.
? Teir hava í hvussu er fingið meira burtur úr í so máta. At tað sosiala virkar betri í Føroyum enn í Grønlandi er kanska symptomatiskt.
? Útgangsstøði hevði verið betri, um Føroyar fyri útlendingum var annað enn føroyskur dansur og grind.