Tað tykist vera eitt sindur ymiskt, sum menn halda, at vit vita um Nólsoyar Páll.
Vit vita, at Poul Poulsen, sum hann er skrivaður, er doyptur í árinum 1766 og er helst føddur eitt sindur áðrenn, hann er doyptur. So vanliga verður gingið út frá, at hann er føddur í árinum 1766.
Ikki var hann eydnumaður, Nólsoyar Páll. Sat ikki serliga væl um sátt við myndugleikarnar, og tað var í teimum døgum ivaleyst ikki nakar fyrimunur. Og søgurnar siga, at mótstøðumenn hansara at enda fingu gjørt skil á honum.
Hvussu nógv er í hesum søgum, vita vit ikki rættiliga. Ymiskt er, hvussu sagt verður frá. Alt eftir, hvør, ið sigur frá.
Tað er tey, sum halda, at lívssøga Nólsoyar Páls, sum skrivað er av Jakob Jakobsen, doktara, er umbiðið verk, sum hevði til endamáls at blása dustið av Nólsoyar Pálli og pussa hann av, soleiðis at hann kundi brúkast sum tjóðskaparhetja hjá spírandi tjóðskaparrørsluni.
Grundin skal verða, sambært teimum, sum føra hetta fram, at tjóðskaparrørslan hevði brúk fyri eini hetju, sum metast kundi við Olgar Danska, tann týska Hermann, ella schweitsiska Willem Tell. Og Nólsoyar Páll hevði tann fyrimun, at hann var so stutt afturi í søguni, at helst vóru fólk, sum mintust hann, framvegis á lívi.
Sjálvandi eru so tey, sum halda, at hetta er møsn, sum bert verður ført fram av reinari øvundsjúku.
Men ein sannroynd er, at vit vita ikki so øgiliga nógv um Nólsoyar Páll.
Tað eru rættiliga nógvar søgur, so treyðugt so, at onkur er eftirfarandi. Men líka lítil ivi man vera um, at nógvar av teimum munnu vera smíðarar.
Summir granskarar halda tað vera lítið sannlíkt, at alt tað, lagt verður Nólsoyar Pálli til, kann vera eftirfarandi. Allir teir batar, hann hevur gjørt á bæði bátar, segl, rokkar og so framvegis, fara hjá tí kritiska lesaranum at verða í so nógv av tí góða.
Og ikki so fáar frásagnir eru um kommodur, chatol, borð og stólar, sum Nólsoyar Páll skal hava átt. Satt at siga so nógv, at ivasamt er, um pláss hevur verið fyri so nógvum øðrum umborð á Royndini Fríðu, um alt hetta veruliga skal vera ført heim til Føroyar við henni.
Eisini søgurnar um Brillumannin eru ivasamar, halda fleiri søgumenn. Millum annað søgan um, tá Nólsoyar Páll tekur korðuna og setir fyri bringuna á honum og sigur honum, at um hann rørir seg, er hann deyður.
Sannlíkari er, at øll handan søgan stavar frá sjónleikinum, sum skrivaður er seinni um hesa hendingina, tá von Hompesch var á Havnini.
Um orsøkina til, at Nólsoyar Páll kom aftur til Føroyar um aldarskiftið, eru eisini ymiskar hugsanir.
Tær tradiotionellu søgurnar um Nólsoyar Páll siga ikki nakað um, at hann í grundini búði í København. Vanliga fatanin er, at hann fór ungur út at sigla og kom so aftur sum »fullbefarin verðinsmaður« og setti skikk upp á tingini.
Nærri sannleikanum er helst kortini, at Nólsoyar Páll búði í København.
Vágsbotnshandilin var niðurlagdur um tað mundið, men talan var um, at kanska fór fríhandilin at verða innførdur í Føroyum. Menn vilja halda, at hesir handilsmenn, sum nú búðu í København, høvdu boð eftir Pálli at fara til Føroyar at kanna líkindini fyri at seta á stovn handil í Tórshavn, tá hesin gjørdist fríur.
Søgan sigur okkum, at tað hendi so ikki tá, men ikki fyrr enn umleið eina hálva øld seinni. Í 1856.
Soleiðis, halda summir søgumenn, kom Nólsoyar Páll aftur til Føroya. Ikki av tjóðskaparkenslu, men sum umboðsmaður fyri eina danska handilsfyritøku.
Nólsoyar Páll misti konuna og giftist aftur í Føroyum, og búsettist tá her.
Eitt annað, sum kritiskir søgumenn hefta seg við, eru søgurnar um, at Nólsoyar Páll skuldi vera í Fraklandi undir fronsku kollveltingini. Onkur er farin so langt sum at halda, at Nólsoyar Páll og Napoleon Bonaparte skuldu vera persónligir vinmenn. Tað er ivaleyst ein romantisk søga, sum føroyingar fegnir vilja sleppa at siga frá.
Franska kollveltingin var í 1789, men Jakob Jakobsen sigur, at hann er helst ikki farin úr Føroyum í 1792.
Men sjálvandi vóru ófriðaligar tíðir í Fraklandi longri enn so. So tað kann tó henda, at hann hevur verið onkustaðni har niðri, meðan eitthvørt ófriðaligt er farið fram.
Men próvfast er kortini, at Nólsoyar Páll sigldi um høvini við egnum skipi. Onkur er tó so óreinur at vilja halda, at tá stýrimaður hansara, Johannes Poulsen - Jóannes hin vísi - úr Funningi fór í land, gingu teir burtur, og eingin kom afturíaftur.
Hvussu vit so enn síggja Nólsoyar Páll, verður hann at standa sum ein myta í føroyskari søgu. Og føroyingar hava kallað skip upp eftir honum. Men eins og maðurin sjálvur ikki var eydnumaður, hava hesi skip heldur ikki verið eydnuskip.