Um einar 14 dagar fer Tórshavnar Býráð at leggja fram eina fullfíggjaða ætlan um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.
Tað hevur leingi verið greitt, at býráðið hevði grivið gomlu ætlanina frá seinast í áttatiárunum um flogvøll á Glyvursnesi framaftur, men higartil hevur umsitingin hjá kommununi verið tøtt sum fløskan um akkurrát, hvat tað er, sum arbeitt verður við.
Men at verulig gongd hevur verið í málinum kom fram í ljósið, herfyri, táið tað frættist, at ein donsk fyritøka, sum hevði skil fyri at byggja flogvøllir, hevði verið í Havn og havt fund við Býráðið um flogvøll á Glyvursnesi.
Á tí fundinum vórðu ymsir møguleikar umrøddir og ymsar fortreytir kannaðir.
Síðani tann fundin hevur Býráðið arbeitt miðvíst við eini ætlan um flogvøll á Glyvursnesi og nú er komið so mikið áleiðis, at hon verður løgd fram fyri almenningninum um einar 14 dagar, tá ið alt rokið um fólkatingsvalið hevur lagt seg aftur.
Ætlanin var at leggja hana fram áðrenn, men nú vil Býráðið hava Fólkatingsvalið avgreitt fyrst.
Tyrlur og flogfør
Leivur Hansen, Býráðsformaður í Havn er líka tættur enn sum áður um, hvat fer fram.
Tí enn er svarið: Eg havi ongar viðmerkingar til hatta.
Men kortini er tað likið so mikið út av býráðsumsitingini, at nýggja ætlanin hjá Býráðnum er langt frá so stórfingin sum tann, ið fyrrverandi Borgmeistarin, Poul Michelsen, tók allar Føroyar á bóli við fyri einum 10 árum síðani.
Men teirri ætlanini beindi búskaparkreppan fyri.
Tá var talan talan um ein stóran, altjóða flogvøll.
Ætlanin, sum nú verður løgd fram, er væl meiri lítillátin, enn tann hjá Poul Michelsen og hansara Býráð.
Frá álítandi keldum hava vit fingið upplýst, at tað, sum ætlanin nú er, er at gera eina flogbreyt uppá einar 800 metrar á Glyvursnesi.
Men harumframt er eisini ætlanin at gera ein Tyrlupall í sambandi við flogbreytina.
Upplýst verður, at alt hetta kann gerast fyri 200 - 250 milliónir.
Men, hvussu tað skal fíggjast, verður onki upplýst um enn.
Gitt verður, at ætlaninar hjá Býráðnum hava meiri samband við oljuvinnuna, enn beinleiðis ferðafólkaflutning, tí eftir, hvat skilst, krevur ein beinleiðis flogvøllur væl meiri av hentleikum en ein flogbreyt.