upprunaliga vóru ímóti uppskotinum. Nú var støðan tann, at FSF kundi velja ímillum at hava spilt sjey milliónir ella at nýta tvær milliónir afturat, soleiðis at bygningurin kann gerast endaliga liðugur. Hesum [...] uppskot frá nevndini um, at Fótbóltssambandið skuldi keypa bygningin við Tórsvøll, so hesin kundi gerast liðugur. Eftirlýstu kunning Í stuttum kann sigast um ætlanina, at eftir at FSF nú hevur nýtt knappar [...] var tað í fleiri førum soleiðis, at feløgini als ikki tóktust nøgd við svarið. Fyrst og fremst legði Torleif Sigurðsson dent á, at einastu ráðini hjá FSF í løtuni vóru at keypa húsini. Sum hann málbar seg
okkum, soleiðis at vit koma til skaða, so skal løgreglan geva honum eina bót. Tað er ikki loyvt at koyra á fólk, men vit hava loyvi at mótmæla. Vit finna okkum ikki í, at vit einki stað hava at vera í, rópti [...] eg eri altíð til reiðar at tosa við ungdómin í Klaksvík, royndi borgarstjórin at siga teim ungu. Men tey høvdu als ongan hug at lurta eftir borgarstjóranum, og hildu áfram við at rópa og rista í bilin. [...] ár. Vit í býráðnum vita, at tað gongur ov seint við at finna eitt tilhaldsstað til ungdómin, men vónandi kann kvøldið í kvøld skumpa eitt sindur undir. Vit fara í øllum førum at tosa meir um hetta komandi
var ikki at undrast á, at Óla Christian fleiri ferðir kendi seg bæði væl og virðiliga seldan av viðleikarunum, tá hesir ikki vóru nóg skjótir at koma í verjustøðu. Í einum lopi leyp Tjaldur frá at vera aftan [...] var so ein møguleiki at toga seg enn longur uppeftir, tá leiðin gekk til Vestmanna at dystast móti kollfirðingum. Skiftandi hálvleikir Eftir fyrra hálvleik var tó ikki líkt til, at gestirnir skuldu fáa [...] aftan fyri við fimm málum til at vera tvey frammanfyri, og hóast heimaliðið royndi at svara aftur, so var hetta vónleyst. Nýggir tónar Við sigrinum er Tjaldur nú av álvara farin at nærkast bronsuplássinum,
sigur hon. Hon vísir á, at arbeiðsfólkið á Kósini annars atkvøður saman um onnur viðurskifti. ? Skulu kvinnu og menn atkvøða hvør sær um døgurðatíman, haldi eg, at hetta eisini eigur at vera galdandi, tá ið [...] Hergerð heldur annars prinsipielt, at arbeiðsfólk á sama arbeiðsplássi eiga at vera saman um avgerðirnar. Tíðir broytast ? Tá ið ein so stórur meiriluti ynskir at stytta dagin við einum tíma, og tey nú [...] skrivaðu vit, at ein ávís togan hevur tikið seg upp um døgurðatíman á flakavirkinum, Kósini. Undir eini atkvøðugreiðslu á virkinum, vildu 89 heldur hava ein matarsteðg millum 12 og 13 enn at fara heim til
róptur undan sunnudegnum. Ikki tí at tað varð hesin dysturin, sum avgjørdi silvurið, men tí vinnarin av uppgerðini fór at standa við bestu kortunum á hondini tá tað ræður um at fanga Stjørnuna aftur í endaspurtinum [...] Neistanum skjótar at revsa. Spakuliga fekk VB tó frið yvir spælið. Bólttryggleikin gjørdist størri, soleiðis at færri óneyðugir bóltir vórðu tveittir burtur, og so við og við tók munurin at minka. Serstakliga [...] Regina Radó at vera væl uppløgd. Kanska tí hon fyri tað mesta sat yvir í verjuni, men í øllum var úrslitið mest sum hvørja ferð, at uppspælið gav rúmd fyri einum hoppskoti, sum bar við sær, at bólturin varð
vøllinum. Somikið nógv fingu teir burtur úr, at Kyndil eftir hetta fór út at mansverja báðar, í eini roynd at venda dystinum. Tað eydnaðist teimum eisini á hendan hátt at toga seg inn á mótstøðuna. Jónleif Sólsker [...] annað stigið. At teir í Kyndli hava iðra seg um hetta, er ikki so nógv at iðra seg um, men hinvegin munnu tað tó vera kollfirðingar, sum hava størri orsøk at iðra seg um hetta. Í teimum trimum førum, har [...] stigamissurin hevur at siga fyri silvurvánirnar hjá Kyndli, er ilt at siga, men í øllum førum munnu tær vera viknaðar nakað. Hinvegin hava kollfirðingar eisini hjálpt Kyndli, við at vinna á útivølli móti
í superliguni at fara ósigrað av vøllinum, og tað er als ikki so galið. Serliga tá hugsað verður um, at meistaraliðið frá í fjør nú telist millum botnliðini, og tá havt verður í huga, at báðar uppgávurnar [...] stadioninum í Brøndby. Teir flestu roknaðu við og vónaðu, at heimaliðið skuldi vinna stórsigur. Teir høvdu ikki orsøk at rokna við øðrum, enn at toppliðið skuldi vinna sannførandi sigur á botnliðnum. Brøndby [...] var rikin av vøllinum, eftir at hann hevði fingið annað gula kortið. Tað varð hann so uppreittur fyri, at hann við nevnanum knústi eina glashurð! Jákup Mikkelsen megnaði at halda tætt, og John Faxe Jensen
í vár, at teir løgdu virkið stilt eina tíð, meðan ávísar ábøtur vórðu gjørdar inni á virkinum. Millum annað nevndi hann tá, at frystiorkan var ov lítil og skuldi byggjast út. Síðan var ætlanin at fara undir [...] við hasa søluna at gera og vildi ongar viðmerkingar gera yvirhøvur. Stjórin á Vesturvón vildi bara vátta, at P/F Vesturvón hevði stongt virkið við hjálp frá Fútarættinum. Um Vesturvón fer at keypa maskinurnar [...] kravt tær seldar. Av kredittdeildini í Føroya Sparikassa fekst at vita, tá Sosialurin ringdi, at maðurin, sum umsitir málið, ikki var at hitta. Hann hevði ikki latið frætt aftur frá sær, tá blaðið fór
frá sjálvum Nyrup at vita, at millum annað natolondini USA, Stórabretland, Canada og Norra hava stóran áhuga í, at Føroyar eru í einum ríkisfelagsskapi, sum danir leiða. So er staðfest, at Føroyar eru ein [...] Nyrup at seta føroyingar upp ímóti hvørjum øðrum. Men boomerangin, sum Nyrup kastaði við fyrstu samráðingar við føroyingar, fer fyrr ella seinni at koma aftur til Danmarkar. Danir fara einaferð at ásanna [...] seg sálvan og ásanna í Sosialinum um ársskiftið, at hann hevði verið alt, alt ov negativur og mátti leggja á annan bógv. Tí fái eg meg ikki at trúgva, at føroyingurin vil venda aftur til samgonguna frá
ímillum stólparnar, men álopsmaðurin var so mikið óheppin, at hann hálvfluktaði upp um tvørtræið. Einki var at siga til, at gestirnir iðraðu seg, og at teir á heimaliðnum drógu andan meiri lættan. Løtu seinni [...] aftur á vøllin. Tað tóktist sum um, at orkan gekk undan hjá fleiri teirra, alt meðan seinna umfarið leið, og siðstu løtuna var tað sum at spæla grís, sum tað plagdi at verða tikið til, tá smádreingir bara [...] bara spældu ímóti øðrum málinum. FS Vágar megnaði at halda tørn. Tað var væl, men einki er at taka seg aftur í, at teir í B71 spældu við høvdinum undir arminum. Høgir bóltar vórðu oystir í brotsteigin, og