FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í Sosialinum herfyri skrivaðu vit, at ein ávís togan hevur tikið seg upp um døgurðatíman á flakavirkinum, Kósini. Undir eini atkvøðugreiðslu á virkinum, vildu 89 heldur hava ein matarsteðg millum 12 og 13 enn at fara heim til døgurða. Ein slík broyting hevði merkt, at vanligi arbeiðsdagurin var liðugur kl. 16 ístaðin fyri kl. 17. 31 fólk vóru ímóti at broyta døgurðatíman og 7 atkvøður vóru blankar.
Skipanin við matarsteðgi uppá ein hálvan tíma millum 12 og 13 merkir, at arbeiðsfólkið ikki missir hendan tíman á lønarseðlinum, tí døgurðatímin gevur dupulta løn. Ístaðin endar arbeiðsdagurin kl. 16, og verður arbeitt longri enn tað, fáa tey yvirtíðarløn eftir kl. 16.
Í Klaksvík eru tvey arbeiðarafeløg, sum umboða ávikavist kvinnur og menn. Feløgini skulu góðtaka eina slíka avgerð, um hon skal setast í verk. Hetta var eingin trupulleiki hjá arbeiðskvinnufelagnum, men arbeiðsmannafelagið segði seg ikki kunna taka støðu. Eitt slíkt svar kundi leiðslan á Kósini ikki brúka til nakað, og tískil er einki hent við døgurðatímanum á Kósini enn; fólk fara heim til døgurða sum vanligt, og eingin veit, nær ella um skipanin, ein stórur meiriluti av arbeiðsfólkinum vil hava, verður sett í verk.
Atkvøða hvør sær
Av teimum 5 nevndarlimunum í arbeiðsmannafelagnum, arbeiða teir fýra á Kósini, og sum skilst, er nevndin í felagnum ónøgd við, at arbeiðsfólkið undir umrøddu atkvøðugreiðsluni ikki atkvøddi hvør sær, t.v.s. konufólkini fyri seg og mannfólkini fyri seg. Á hendan hátt hevði felagið havt eina greiðari mynd av, hvat menninir vilja.
? Trupulleikin er, at her eru tvey feløg og eitt arbeiðspláss, sigur Hergerð Joensen, næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Hon dugur tó ikki at síggja, hví arbeiðsfólkið júst í hesum førinum skal atkvøða hvør sær, tí talan er um eitt og sama arbeiðspláss.
? Vit tóku úrslitið til eftirtektar, tí meirilutin var so stórur, sigur hon.
Hon vísir á, at arbeiðsfólkið á Kósini annars atkvøður saman um onnur viðurskifti.
? Skulu kvinnu og menn atkvøða hvør sær um døgurðatíman, haldi eg, at hetta eisini eigur at vera galdandi, tá ið atkvøðast skal um eitt nú álitisfólk, starvsfólkaumboð og trygdar-umboð.
Hergerð heldur annars prinsipielt, at arbeiðsfólk á sama arbeiðsplássi eiga at vera saman um avgerðirnar.
Tíðir broytast
? Tá ið ein so stórur meiriluti ynskir at stytta dagin við einum tíma, og tey nú hava møguleika til tess, dugi eg ikki at síggja, hví feløgini skulu seta seg upp ímóti hesum.
Hergerð vísir á, at fyrr vildu fólk altíð sleppa heim til døgurða, tí skúlabørnini komu heim til døgurða. Í dag hava børnini matpakka við og koma ikki heim, fyrr enn skúlin er liðugur.
? Tey, sum hava børn, ið koma heim úr skúlanum út á seinnapartin, hava ampa av, at børnini eru so leingi einsamøll; tí hevði tað passa nógvum foreldrum betri, um arbeiðsdagurin var liðugur kl. 16 heldur enn kl. 17.
Á Kósini er stór kantina, sum tekur eini 170-200 fólk. Har gera tey døgurða, og tey eru ikki so fá, sum ikki fara heim til døgurða, men eta máltíðina á virkinum. Nøkur keypa sær eisini døgurða heim við.
? So, karmarnir um at hava matarsteðg millum 12 og 13, eru teir bestu, sigur nevndarlimurin.
Hvat hendir nú, spurdu vit Hergerð, sum eisini eru í nevndini í P/F Kósini?
? Málið er steðgað fyribils, tí leiðslan vil eingi stig taka, so leingi arbeiðsmannafelagið ikki hevur tikið støðu, sigur hon.
Døgurðatímin avtikin á Roykivirkinum
Hergerð Joensen vísir á, at fyrr í ár ynsktu tey, sum arbeiða á Roykivirkinum, Pure Water, at hava ein matarsteðg í døgurðatímanum og so sleppa ein tíma fyrr til hús.
? Virkið sendi okkum ein lista, har fólk, sum ynsktu matarsteðg, høvdu skrivað undir. Eingin var ímóti. Størsti parturin av arbeiðsfólkinum á Pure Water eru kvinnur.
Nevndarlimurin sigur, at tað var eingin trupulleiki hjá felagnum at taka undir við hesum.
? Skipanin á Roykivirkinum byrjaði fyri summarfrítíðina, og sum skilst, eru tey fegin um broytingina, sigur Hergerð Joensen.