KÍF vinnur ikki á Kyndli

Triðju ferð í ár høvdu kollfirðingar at kalla sigurin móti Kyndli í pottinum, og triðju ferð í ár eydnaðist kortini Kyndli at toga ein javnleik til høldar

 

KÍF-Kyndil 29-29 (16-15)


Hondbóltur


Ikki kann sigast annað enn, at kollfirðingar í ár hava verið til stóran ampa fyri silvurvónrinra hjá Kyndli. Fýra ferðir hava liðini hitst, og av hesum hevur tað í trimum førum eydnast kollfirðingum at vunnið sær annað stigið.

At teir í Kyndli hava iðra seg um hetta, er ikki so nógv at iðra seg um, men hinvegin munnu tað tó vera kollfirðingar, sum hava størri orsøk at iðra seg um hetta. Í teimum trimum førum, har javnleikur hevur verið úrslitið, hava kollfiðingar nevnliga havt leiðsluna fram til tað bert hava resta fáir minuttir ella sekund av dystinum, og júst hetta var eisini talan um sunnudagin.


Javnt allan vegin

Ikki tí, tá var ongan tíð soleiðis, at nakar stóru rmunur skilti liðini. Í fyrra hálvleiki gekk alla tíðina javnt á, og var tað nakar av pørtunum, sum átti munin, so var tað Kyndil. Hetta einamest tí kollfirðingar høvdu við at byrja upp fyri skotunum frá Bjarna Wardum.

Fram móti endanum av hálvleikinum eydnaðist tó kollfiðingum at toga seg framum, men fyrsta korterið av seinasta hálva tímanum leikaði tó framvegis javnt á.

Tá fekk KÍF knappliga eina stak góða periodu, har teir við fýra málum á rað syrgdu fyri, at teir rættiliga fingu lagt sjógv millum seg og mótstøðuliðið. Ikki minst var hetta takka veirð Óla Christiani í málinum, men eisini teir báðir útlendingarnir gjørdu nógv um seg úti á vøllinum.

Somikið nógv fingu teir burtur úr, at Kyndil eftir hetta fór út at mansverja báðar, í eini roynd at venda dystinum. Tað eydnaðist teimum eisini á hendan hátt at toga seg inn á mótstøðuna. Jónleif Sólsker tóktist púra órørdur av trýstinum, sum nú lág á kyndilsmonnum, og við fríspælingum til Janus Einar, umframt onkrum máli frá egnari hond, hevði hann eftir stuttari løtu togað Kyndil upp aftur á liðina á heimaliðinum.

Hetta viðførdi eisini, at trýstið á KÍF leikararnar gjørdist sera stórt. Teir fingu tillutað eitt brotskast, men hetta varð misnýtt av leikandi venjaranum, og tá Bjarni so skoraði upp á sína rond frá sjey metrum, hevði Kyndil knappliga lagt seg á odda.

Tað eydnaðist kollfirðingum at javna, men við 50 sekundum eftir, skuldu kyndilsmenn havt góðar stundir at gera eina seinastu álopsroynd. Kollfirðingar løgdu tó alt í verjupartin hesa løtuna, og hóast tað kostaði tvær útvísingar, so kom stigið til høldar, tá Óla Christian vardi fyri seinastu kyndilsroyndini.


Silvurdysturin

Hvat stigamissurin hevur at siga fyri silvurvánirnar hjá Kyndli, er ilt at siga, men í øllum førum munnu tær vera viknaðar nakað. Hinvegin hava kollfirðingar eisini hjálpt Kyndli, við at vinna á útivølli móti StÍF.

Avgerðin um hetta fellur helst partvíst mikukvøldið, tá Kyndil tekur móti strandingum, og meðan hetta fer fram, kunnu kollfirðingar bert sita og iðra seg um, at teir ikki fóru undir stigasavnanina nakað fyrr. Høvdu teir tað, er einki at ivast í, at teir vóru ein partur av stríðnum, men sum støðan er nú, so eru teir í einum slag av ongamannalandi, har tað hvørki ger til ella frá, hvørt teir vinna ella tapa, men treiskir sum teir eru, so sæst hetta tíbetur ikki aftur í avrikum teirra.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

KÍF: Durica Tomic 8(4), Iljan Topic 8, Jákup Dam 5, Petur M. Johansen 5, Petur M. Poulsen 2, Kristjan Madsen 1

Kyndil: Bjarni Wardum 10(5), Jónleif Sólsker 6, Hans Áki Dal Christiansen 5, Regin Petersen 3, Janus Einar Sørensen 3, Hanus Jensen 1, Heini Bendtsen1

Brotskøst: KÍF 5, Kyndil 5

Útvísingar: KÍF 7, Kyndil 5

Dómarar úr H71: Petur S. Dahl og Bárður Brimvík. Hóast talan var um ein rættliga rótutan dyst, so høvdu teir fyri tað mesta tamarhald á tí, sum fyrifórst á vøllinum.