Vit vilja hava diskotek!

Vit mótmæla, tí vit vilja hava eitt diskotek í Klaksvík !
Tey vaksnu gera hvørki til ella frá, so nú hava vit tikið sakina í egnar hendur. Um hetta ikki fær politikkararnar at vakna, ja, so kann alt gera tað sama

Myndir: Abraham Mikladal, Kári Sólstein og Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík: Orðini eigur ein 16 ára gamal drongur, sum saman við umleið 200 øðrum ungum, seint føstulávintsmánakvøld, harðliga mótmæltu, at Býráðið ikki er farið undir ein meira sjónligan ungdómspolitikk.
Ì meir enn eitt ár hevur Klaksvíkar Býráð lovað teimum ungu í býnum eitt tilhaldsstað, har tey kunnu vera um kvøldarnar og í vikuskiftunum.
Hetta tilhaldsstað skal virka sum eitt slag av ungdómshúsi, har tey ungu hava okkurt at siga.
Men enn er einki hent, og mánakvøldið var tolið uppi hjá teimum ungu.
Um ellivu-tíðina mánakvøldið hittust um 200 grýluklødd ung undir 18 ár á posthúshorninum í Klaksvík.
Tey høvdu fingið nokk, og nú skuldi okkurt henda.
Eftir stutta tíð høvdu tey steðgað allari ferðslu eftir Klaksvíksvegnum, og um alla Klaksvíkina hoyrdust rópini : Vit vilja hava diskotek !
Løgreglan kom á staðið, og royndi at fáa hesi uppøstu ungfólk til síðis, áðrenn nakað óhapp hendi.

Einki dansistað havt í eitt ár
Føstulávintsmánakvøld seinasta ár lat Lognbrá, einasta diskotekið í Klaksvík fyri ung undir 18 ár, dyrnar aftur.
Síðani tað hevur tað bert verið diskotek einaferð í Føroya næststørsta býi, og tað vóru tey ungu ónøgd við.
- Allur ungdómurin hevur sent sms til hvønn annan í alt kvøld, og avtalaðu vit at hittast her klokkan 23.00. Vit hava hoyrt nokk tómt tos, nú skal okkurt henda, greiddi ein ungur drongur frá.
- Vit standa her, til vit hava fingið okkara diskotek !
Tey ungu stóðu við sítt, og eftir eina løtu løgdu tey seg á vegin framman fyri bilunum, og á bilarnar sjálvar.
Soleiðis hildu tey áfram eina góða løtu, og til tíðir kundi hetta síggja øgiligt út.
- Um ein bilur koyrir á okkum, soleiðis at vit koma til skaða, so skal løgreglan geva honum eina bót. Tað er ikki loyvt at koyra á fólk, men vit hava loyvi at mótmæla. Vit finna okkum ikki í, at vit einki stað hava at vera í, rópti ein ung genta út til fólkið, ið var komið at hyggja at.

Brádliga varð alt tann reini ruðuleiki...
Alt í einum leyp meira øði í mannamúgvuna. Ein drongur rópar: BORGMEISTARIN !!, og skjótt varð hvíti bilurin hjá Steinbjørn Jacobsen kringsettur av ýlandi ungfólki, sum høvdu hug at koppa bilinum.
- Tit á Býráðnum gera einki fyri okkum, sum eru undir 18 ár. Vit hava einki at gera, og tað er tykkara ábyrgd. Og vit vilja hava eitt diskotek. Nú !, ljóðaði inn í bilin.
Men Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, var róligur og steig stillisliga úr bilinum.
- Eg veit ikki enn, hvat tit gera her í kvøld. Men vit kunnu altíð tosa um tað; eg eri altíð til reiðar at tosa við ungdómin í Klaksvík, royndi borgarstjórin at siga teim ungu.
Men tey høvdu als ongan hug at lurta eftir borgarstjóranum, og hildu áfram við at rópa og rista í bilin.
- Eg havi altíð hildið ungdómin í Klaksvík verið fittan, men hetta er heilt klárt eitt neyðarróp frá teimum. Mentunarnevndin í býráðnum skal hava ein fund komandi mikudag, og á skránni er eisini tey ungu undir 18 ár. Vit í býráðnum vita, at tað gongur ov seint við at finna eitt tilhaldsstað til ungdómin, men vónandi kann kvøldið í kvøld skumpa eitt sindur undir. Vit fara í øllum førum at tosa meir um hetta komandi mikudag, segði Steinbjørn í stuttari viðmerking.

Endaði við føroyskum dansi
Um eitt-tíðina vóru fólk tó so mikið sissaði, at ferðslan so nøkulunda kundi halda áfram.
Ìstaðin fyri at standa sum ein manngarður eftir Klaksvíksvegnum, slóu tey ungu ring og trivu í eitt kvæði.


Eitt baldrut kvøld, sum tíanbetur, hóast alt, endaði í øllum góðum.