Herfølge hongur í

Superligan: Hóast felagið hjá Jákupi Mikkelsen megnaði at fara ósigrað ígjøgnum tey bæði páskaumførini, so er niðurflytingarstrikan longri burturi í dag, enn hon var pálmassunnudag

 


Herfølge megnaði í teimum báðu páskaumførunum í superliguni at fara ósigrað av vøllinum, og tað er als ikki so galið. Serliga tá hugsað verður um, at meistaraliðið frá í fjør nú telist millum botnliðini, og tá havt verður í huga, at báðar uppgávurnar vóru ímóti liðum, sum stríðst fyri at vinna DM.

1?1 javnleikurin skírisdag ímóti Viborg á heimavøllinum í Herfølge var kanska ikki púra óvæntaður, meðan tað ikki vóru mong, sum høvdu roknað við, at Herfølge skuldi megna javnleik í Brøndby 2. páskadag.

Nítjan túsund áskoðarar vóru á nýmótans stadioninum í Brøndby. Teir flestu roknaðu við og vónaðu, at heimaliðið skuldi vinna stórsigur. Teir høvdu ikki orsøk at rokna við øðrum, enn at toppliðið skuldi vinna sannførandi sigur á botnliðnum. Brøndby trýsti frá fyrsta bríksli spælið ímóti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, og tá Brøndby innanfyri nakrar fáar minuttir fram ímóti endanum av 1. hálvleiki skoraði tvey mál, tóktist lunnar vera lagdir undir ein nýggjan stóran heimasigur. Tvær tær síðstu ferðirnar, tá Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir hava verið í Brøndby, hava teir tapt 5?0.

Í 37. minutti metti dómarin, at Jákup Mikkelsen gjørdi brotsspark ímóti toppskjúttanum í superliguni, Peter Graulund, sum er ein sera skjótur álopsmaður. Kim Daugaard varð settur at skjóta, men Jákup Mikkelsen bjargaði sera væl. Tíverri fyri Herfølge, Jákup og allar føroyingar, sum sjálvsagt taka á við føroysku spælarunum í superliguni, bar tað ikki Jákupi til at halda bóltinum. Kim Daugaard var fyrstur á returbóltinum og sendi hann í netið.

Lítla løtu seinni var tað toppskjúttin Peter Graulund, sum skoraði, men áskoðararnir og Brøndby fingu ein kvøkk, og fyri Herfølge liðið hevði tað ógvuliga stóran sinniligan týdning, tá Denni Conteh, sum Herfølge fyri stuttum hevur fingið úr Fraklandi, minkaði um munin. Tað gjørdi hann í síðsta minuttinum undanhvíldini, og uppspælinum stóð Jens Madsen fyri. Hann hevur Herfølge fyri stuttum fingið aftur, eftir at hann í nakrar mánaðir ? og við sera vánaligari úrtøku ? hevur roynt fótbóltseydnuna í Grikkalandi og í Skotlandi.


Undirmannaðir og undir stórum trýsti

Eitt korter var farið av seinna umfarinum, tá Herfølge javnaði til 2?2, sum eisini gjørdist úrslitið. Eftir 40 metra frísparksinnlegg, sum sigldi omanfyri passivu heimaverjuna sendi stóri Herfølge verjumaðurin, Torben Christiansen, seg upp og við handara stólpan stútaði hann bóltin í kassan.

Eftir útjavnandi málið var trýstið sera stórt ímóti Herfølge málinum. Fyritreytirnar vóru ikki tær bestu seinastu gott og væl 25 minuttirnar, tí tá vóru Jákup og teir bara tíggju ímóti ellivu. Dan Lübbers var rikin av vøllinum, eftir at hann hevði fingið annað gula kortið. Tað varð hann so uppreittur fyri, at hann við nevnanum knústi eina glashurð!

Jákup Mikkelsen megnaði at halda tætt, og John Faxe Jensen var væl nøgdur. Hann hevði sett seg sjálvan á miðvøllin ímóti gomlu liðfeløgunum, og undan dystinum hevði hann sagt, at hann roknaði við, at hugburðurin hjá hansara monnum fór at verða heilt øðrvísi, enn hann helt, teir høvdu víst t. d. ímóti Viborg.

Men hóast Faxe og Jákup og hinir kundu vera nøgdir við úrslitið í Brøndby, so segði støðutalvan 2. páskakvøld, at bjargingin var longri burturi frá Herfølge, enn hon hevði verið. Undan mánadegnum hevði Herfølge eins nógv stig sum AB, men mánakvøldið var munurin tvey stig.

AB hevði vijtan av Lyngby, og tað var í grannauppgerðini í Gladsakse eingin ivi um, hvat liðið hevði meiri at spæla um. Lyngby tykist hava sligið seg til tols við, at møguleikin í toppinum er burtur, meðan støðutalvan aftur og aftur hevur mint nógvu landsliðsspælararnar í AB um, at tað hevur ikki staðið so væl til. Hesa ferð var eingin slingur í valsinum. AB vann 4?0, og teir tykjast vera á veg burtur frá niðurflytingar hóttanini.