FSV stjól stigini á Sandi

Hóast B71 hevði bóltin so at siga alt tað seinna umfarið, so megnaðu teir ikki at skora ímóti FS Vágum, sum næstan alla tíðina hevði allar spælararnar í egnum brotsteigi

 

Teir sleiktu sárini á Sandi í vikuskiftinum. Fríggjadagin høvdu teir vitjan av FS Vágum, og vágamenninir fóru av aftur oynni við øllum stigunum. Tað var ikki, sum tað frammanundan varð mett. B71 hevði í umfarinum frammanundan megnað at skora í Gundadali ímóti B36, og umframt málið høvdu teir ta ferðina megnað at spælt seg til tveir aðrar upplagdar møguleikar. Vágamenn høvdu í sínum lagi tapt stórt í Vági.

Eingin ivi var um, at tað var B71, sum leikliga var omaná ímóti FS Vágum. Men í 1. hálvleiki kundi FS Vágar havt skorað bæði tvey og kanska trý mál.

Tað vóru bara tveir ella tríggir minuttir farnir, tá Kim Poulsen fekk so stóran møguleika, sum tað skal leitast heilt leingi eftir. Eftir innlegg úr høgru var hann púra blankur fyri málinum. B71 málverjin var ikki ímillum stólparnar, men álopsmaðurin var so mikið óheppin, at hann hálvfluktaði upp um tvørtræið. Einki var at siga til, at gestirnir iðraðu seg, og at teir á heimaliðnum drógu andan meiri lættan.

Løtu seinni vóru aftur boð eftir sandoyingum. Aftur var talan um innlegg úr høgru, har Tór?Ingar Akselsen ? saman við ??? á aftasta manni var hann nógv tann vandamiklasti á FS Vága liðnum ? var nærgangandi í gjøgnumbrotum. Og aftur var tað Kim Poulsen, sum var upp á spæl, men stútarin úr góðari støðu fór omanfyri málið.

Tveir minuttir undan hvíldini var Kim Poulsen aftur upp á spæl. Hesa ferð var tað hann, sum átti næstsíðsta fótin á. Talan var um innlegg úr høgru, sum Sonni Johansen sendi flatt framvið Valdemar Nowisci í B71 málinum. Møguleikin hjá FSV stóðst eftir B71 trýst. Í royndini eftir at fáa hol á undan steðginum, vóru ov nógvir B71 menn í FS Vága brotsteiginum. Vágamenninir fingu fatur á bóltinum, spældu skjótt og einfalt og so var mál í hinum endanum. Í síðsta enda vísti hetta málið seg at geva trý stig.


Støðugt trýst

Bæði í FS Vágum og B71 siga teir seg ivast í, um B71 málverjin nakrantíð hevði bóltin í 2. hálvleiki.

B71 royndi at leggja trýst á, og vágamenninir tóku seg alt longri aftur á vøllin. Tað tóktist sum um, at orkan gekk undan hjá fleiri teirra, alt meðan seinna umfarið leið, og siðstu løtuna var tað sum at spæla grís, sum tað plagdi at verða tikið til, tá smádreingir bara spældu ímóti øðrum málinum.

FS Vágar megnaði at halda tørn. Tað var væl, men einki er at taka seg aftur í, at teir í B71 spældu við høvdinum undir arminum. Høgir bóltar vórðu oystir í brotsteigin, og so vórðu teir skepederaðir burtur aftur. Strongdin øktist, og títtleikin á høgu bóltunum og hornaspørkunum øktust. Einar triggjar hálv vandamiklar støður spurdust burturúr, men B71 fekk einki mál.

Tað var ikki serliga nógv eftir, tá Julian Floresco varð skiftur inn. Í øllum trimum landskappingardystunum hevur hann verið á beinkinum frá fyrsta bríksli. Í fjør hevði hann eitt gott kappingarár. At hann ikki hevur verið við í ár man vera, tí Kári Reynheim ikki hevur mett hann at vera nóg væl fyri. Í fjør vísti rumenski miðvallarin fleiri ferðir dygdir, sum ikki vóru at síggja á Sandi fríggjadagin. Í staðin fyri at oysa í brotsteigin hevði verið kærkomið við eitt tvey samanspæli og gjøgnumbrotum í borðunum, soleiðis at síðuspælararnir kundu komið aftur um verjuna, áðrenn bóltarnir vórðu lagdir innfyri. Soleiðis var tað ikki hjá B71, og tískil megnaði FS Vágar at halda tørn.


B71-FS Vágar 0-1 (0-1)

0-1: Sonni Johansen 43


Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)


B71: Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson ? Svenning W. Hansen, Eli Hentze, Jógvan Jón Petersen, Hans Jørgen Djurhuus ? Peter Ritter, Kári Reynheim, Jón Brekku

FS Vágar: FSV: Arturas Ramoska ? Tróndur Ravnsfjall, Ruslan Screlea, Vladlen Osipov, Pól Kjartan Thomsen ? Tór-Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Birgir Joensen, Sonni Johansen ? Kim Poulsen, Robert Bernhardson