Hondbóltur ? kvinnur
Dysturin um silvurið varð dysturin millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VB róptur undan sunnudegnum. Ikki tí at tað varð hesin dysturin, sum avgjørdi silvurið, men tí vinnarin av uppgerðini fór at standa við bestu kortunum á hondini tá tað ræður um at fanga Stjørnuna aftur í endaspurtinum.
Tað gjørdist Neistin, sum vann dystin, og kanska var tað eisini rætti vinnarin av dystinum. Fyrst og fremst tí tær høvdu teir so væl kendu marginalarnar við sær í dystinum.
Vunnu í verjuni
Fyrstu løtuna var tó ikki líkt til, at Neistanum skuldi tørva hjálp frá nøkrum marginalum.
Alt fyri eitt fingu tær skil upp á verjuna. VB hevði ilt við at spæla seg til nakrar veruligar opnar møguleikar, og tá tær mistu bóltin, vóru tær hjá Neistanum skjótar at revsa.
Spakuliga fekk VB tó frið yvir spælið. Bólttryggleikin gjørdist størri, soleiðis at færri óneyðugir bóltir vórðu tveittir burtur, og so við og við tók munurin at minka. Serstakliga tóktist Regina Radó at vera væl uppløgd. Kanska tí hon fyri tað mesta sat yvir í verjuni, men í øllum var úrslitið mest sum hvørja ferð, at uppspælið gav rúmd fyri einum hoppskoti, sum bar við sær, at bólturin varð kleindur upp í okkurt av málhornunum.
Hesa seinnu løtuna av seinna hálvleiki tóktist yvirvágin hjá VB at vera somikið sannførandi, at ein sigur so smátt fór at hómast, og sum so stóð hetta eisini við í seinna hálvleiki. Var tað ikki fyri sannførandi avrikið hjá Helenu í málinum, so kundi munurin ímillum liðini eisini verið væl størri.
Neistakvinnurnar hava ongan tíð sjálvar skotið tey heilt nógvu málini í ár, og tað gjørdu tær sum so heldur ikki hesaferð. Grundað á framúr málverjaspæl og eina sterka verju, hava tær tó alla tíðina hildi mótstøðuni væl frá teimum nógvu málunum, og soleiðis var eisini hesaferð. Tí hóast VB tóktist hava greiða yvirvág, so megnaðu tær ikki at skræða seg leysar. At VB bert skeyt fýra mál fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki sigur helst eisini nakað um, at so var.
Vendin
Avgerandi løtan í dystinum kom, tá knappir tíggju minuttir vóru eftir at spæla. VB hevði alla tíðina sæð út sum ein vinnari, men Neistin fekk so ein møguleika, tá VB leikari varð rikin av vøllinum, samstundis sum Neistin fekk brotskast. Brotskastið varð sett í netið, og tá VB í næsta Neistaálopinum fekk enn eina útvísing, lá brádliga væl fyri.
Neistin vann seg trý mál framum, men tær mundu klárað at mist alt tað vunna aftur. Tvær ferðir innan seinasta minuttin skoraði VB, og serliga í seinna førinum komst hetta av óneyðuga nógvum nervum frá neistaleikarunum, men seinasta møguleikan megnaði heimaliðið kortini at halda fast um, og so var vunnið.
Silvurið
Saman við stigamissinum hjá Stjørnuni ímóti Kyndli hevði sigurin við sær, at Neistin fyri fyrstu ferð í ár er á silvurplássinum, og tað tykist í løtuni sannlíkt, at tær eisini standa við hesum, tá árið er av. Kanska hevur spælið ikki alla tíðina verið so polerað, men í øllum førum hevur tað verið effektivt, og ferð eftir ferð hevur sterka verjan tryggjað liðnum stig.
Skal silvurið gerast veruleiki, krevjast sigrar á teimum trimum botnliðunum og so Stjørnuni, og hetta tykist ikki vera ógjørligt. Serstakliga ikki, tá Neistin tvey ár á rað hevur vunnið seinasta av fýra dystum móti Stjørnuni.
Dysturin í tølum
Neisitn-VB 21-20 (10-12)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabæ 6, Gunnleyg Berg 6(2), Annika Thomsen 4, Mildrid Jacobsen 3, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1
VB: Regina Radó 8(3), Gabriella Fekete 4, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Laila Jespersen 2, Sólrun Krosslá 2
Brotskøst: Neistin 3, VB 3
Útvísingar: Neistin 4, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu alla tíðina gott tak á.