frá barnaárum. - Tá vit vóru 13 ár, skuldu vit hava eina matstovu ella kafé, har tað eisini var tónleikur. Og tá eg var byrjaður her inni, kom mær til hugs, at alt sum eg droymdi um tá, finst í hesum húsinum [...] eldru hava eina traditión fyri felagslívinum og hava hildið til í húsinum í felagsskapi. Tey yngru koma, tá tað er eitt einkult, spennandi tiltak, men koma so ikki aftur fyrr enn næstu ferð, tá eitt gott [...] fótbóltinum tá, sigur Hans Petur í Brekkunum. 20 ára gamal gjørdist HB’arin illa skaddur og mátti binda frið í langa tíð, áðrenn hann kom í gongd aftur og leikti síðani, til hann var 23 ár, tá tónleikurin
fram nú upp til jólar. Í millum annað kemur bóklingur í hvørt hús, har familjur greiða frá tí syndarligu fíggjarligu støðu, tey vóru í, tá tey søktu um nevnda stuðul. Eisini verður sett ljós á við hesa [...] Peningur sum teir hava tikið út úr felagnum, og aftaná flutt peningin í eitt holdingsfelag, sum tað fínt eitur. Eg havi fulla respekt yvur fyri hesum monnum, sum við ágrytni og treysti hava givið okkara samfelagi [...] samfelagi so nógv. Teir góvust ikki á hondum tá ið kreppan var í hæddini fyrst í hálvfemsunum, til dagin í dag. Hesir partaeigarar hava ikki gjørt tað í duldum ella við óreglusemi, men við kapitalskattalógini
við síni gleði og sínum lívsvilja skapti vón og trúgv uppá, at alt helst fór at laga seg tá til stykkis kom. Vit hava øll mist, men svárast eru sorgin og saknurin hjá tykkum sum stóðu henni næst. Gævi tit [...] hvussu nógv Inga altíð legði fyri, og at hennara partur ongantíð lá eftir, tá tøk skuldu takast og dystir skuldu vinnast. Vit vildu øll, at hon eisini hevði vunnið sín seinasta dyst, tó at so skuldi ikki [...] Vit drýpa høvur í sorg. Okkara kæri liðfelagi og vinur, Inga Falkvard Danberg, er ikki okkara millum longur. Hon, sum altíð legði so nógv fyri og stríddist so manniliga, mátti boyggja seg fyri herviligari
saman við foreldrum og systkjum suðuri í Skúgvi frá 1944 til 1956. Skyldskapur hevði við sær, at vit komu at hava nógv samband við tey Úti í Stovu. Janus var giftur við Paulinu, dóttur Emil Smith (av Rananum [...] helt fram, eftir at vit vóru flutt til Havnar. Ár og aldur krevja sítt, sum ættir nørast, verður gloppið millum gøturnar størri, men hóast sambandið var minni tey seinnu árini, vistu vit altíð av hvørjum [...] hvørjum øðrum. Tær ferðirnar, vit vitjaðu suður aftur til Skúvoyar, stóðu húsini hjá Janusi og Paulinu altíð opin, blíðskapurin var hin sami. Onkuntíð høvdu vit fremmant fólk við okkum. Merkiligt var at síggja
Salthøvda, tá Vestfart setti enda á sluppina og sleipaði hana seinasta teinin á Havnina. Vit hava skift orð við Eddi Leyni, men tíverri er ikki pláss fyri øllum prátinum á síðunum hesaferð, tá sjálv ferðin [...] sum tá var ein stórur smádrongur. Á In.fo í dag prenta vit nakrar av myndunum hjá Eddi, sum hevði mammu av Viðareiði og pápa av Stykkjunum. - Fyri kríggið sigldi pápi fast upp á Føroyar, men tá kríggið [...] 1968, var hetta í samband við, at havnin í Esberg tá hevði 100 ár á baki. Í 1868 vóru bara tveir garðar og trý hús í Esbjerg, og her búðu 23 fólk. Tá var hetta bara ein pinkalítil bygd í Jerne sókn. Tað
alt hetta søga, men sama góða lagið er, tá vit tríggir hittast, og ofta verður rikið aftur á hesar føgru og sorgleysu nætur, áðrenn Hildebjartur møtti konuni, tá ið alt var leikur og gaman, og lívið enn [...] var í, tá ið eg var smádrongur, er øskukalt í 14 av teimum í dag. Hildebjartur var farin at læra til múrara, og nú sást hann í bygdini at gera okkurt arbeiði. Beiggin Kaj, gekk honum til handa, tá ið okkara [...] okkara hús vóru spekkaði, og tað hevur so verið einastaðni miðskeiðis í sjeytiárunum. Kaj lærdi til tannlækna tá, og hetta var soleiðis partvíst á starvsleiðini hjá Kaj, at Hildebjartur fyrst legði honum
í ein stovn - er heilt nátúrligt. Báðir stovnar hava við flutning at gera. Tað veri seg við fólki, farmi og øðrum at senda. Tað eru óivað mong, sum hava undrast á, at ein fyrrapart kann ein hálvtómur bilur [...] um vit skulu hugsa um at rationalisera almennu tænasturnar í Føroyum. Tað kann ikki vera rætt, at tveir og tríggir bilar ella bussar skulu røkja eina tænastu, sum ein ella tveir kunnu røkja. Vit kunnu [...] kunnu ikki halda fram at »klippa« hvørjum ørðum. Skulu vit skipa Føroyar sum fullveldisríki er neyðugt at flyta fólk úr almennu tænastuvinnuni yvir í eina framleiðsluvinnu, sum fyrst og fremst virkar vørur
Føroyingar erpa sær av at hava heimsins elsta demokrati. Russar hava eitt av heimsins yngstu. Men hóast hetta, so hava føroysku og russisku miðlarnir nógvar felagsnevnarar. Ikki minst, tá vit meta um aktuellu gongdina [...] síðani, hava bert tveir føroyingar luttikið á tí átta vikur langa høvuðsskeiðnum. Torolf Dam fyri Føroyatíðindi í 1960 og Kristianna K. Jespersen fyri Útvarp Føroya í 1979. ? Føroyskir journalistar hava lítlan [...] journalistarnir hava ikki áhuga fyri hesum skeiðum. Birgir Kruse vísir eisini á, at skeiðini verða fíggjað av Nordisk Ministerråd, og tí eru tey bíligari enn vanligt. Men journalistarnir skulu tó hava arbeiðsfrí
skipaferðsla skal steðgast! Vit seta krøv, strong krøv, til útlendingar, nú oljuvinnan stendur fyri durum. Sum rætt er. Men hvat krevja vit av okkum sjálvum? Bara tað, at vit ikki hava eina veruliga umhvørv [...] spurningar seg upp. Ein grundleggjandi spurningur er, um vit verja okkum nóg væl og um vit eru nóg tilvitandi um vandar og umhvørvisspurningin. Tá sjúkan rakti Fuglafjørð, frættist um ein brunnbát, sum var [...] Hetland og Skotland vóru frammanundan fongd við sjúkuni! Vórðu vit á varðhaldi? Spurningurin er eisini, hvussu eru vit á varðhaldi, og hvussu gera vit alarar og myndugleikar tilvitandi um vandar við alisjúkum
- Vit fara at verða heima hjá okkum í Kálvagerði í kvøld. Mær dámar ómetaliga væl at enda og byrja árið saman við teimum, ið eg eri góð við. Vit hava tí bjóðað foreldrum, verforeldrum, syskjum og børnum [...] fult hús. Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna. - Vit fara at hugna okkum við góðum mati, turrari grind, turrum fiski, skerpikjøti, heimagjørdum sushi og øðrum á matarskránni. Á midnátt fara vit sjálvandi [...] ovurstóra ríkidømið í landinum og tryggja, at vit skipa eitt vælferðarsamfelag, har vit lyfta í felag og hava rúm fyri øllum. Kristina Háfoss sigur, at ynski hennara eisini er ein munandi uppraðfesting av