Ein lang svada av tunnum undirhaldi

»Whisky in the Jar«, »Wild Rover«, og Eurovision medley. Jú, mong eru tey, sum elska slagararnar og hugna sær óført, tá svingandi tónarnir runga yvir salin. Men tá hesi annars fangandi fólksligu løgini verða undirdýkt í einkisigandi skemti og klovnadansi, blívur framførslan pínlig og triviel. Tað var júst hetta, sum hendi týskvøldið til konsertina hjá Johnny Logan í Norðurlandahúsinum

Ummæli

Sunneva H. Eysturstein

seysturstein@gmail.com

 

Pallurin var myrkur og tómur. Í hátalarunum hoyrdist eitt sveimandi lag. Írskur fólkatónleikur. Eg hugsaði, at hetta mundi fara at verða ein spennandi konsert; ein gevandi framførsla, sum fór at geva mær meira innlit í írsku røturnar. Eg havi ongantíð feilmett nakað so nógv í mínum lívi.

Eg møtti upp til konsertina við góðum vónum. Byrjanin við sveimandi írsku fólkatónunum, áðrenn Logan og bólkurin komu á pallin, tóktiskt lovandi, men eftir hetta og líka til endan, var framførslan ein reindyrkað svada av smagleysum úttalilsum og fjollaríið, sum fyri mítt viðkomandi einki hevur við tónleik at gera. Johnny Logan var nógv meira einn stand-up undirhaldari enn ein væl dámdur Eurovision vinnari ella kultfigurur av nøkrum slag.

Ein segði í pausuni, at tann spennandi, virðiliga idol-ímyndin, ein hevur haft av honum síðani 80ini, nú var púra broytt. Nú var hann bara ein bygdasligur hugnagubbi, ið royndi at halda fast í einum dreymi, hann langt síðani hevði mist. Eg var samd. Onkur fór avstað tá.

 

Stílforvirringur

Eg fangaði ongantíð heildina hjá bólkinum. Har var eingin stílur. Logan var sjálvur stákaður upp í svartan leðurjakka, alt ov strammar klædningsbuksur og somuleiðis ov stramma blusu, ið tilsamans vísti nógv, nógv meira, enn eg vildi síggja. Vinstrumegin pallin var ein ektaður 80ari. Smílandi. Prátingarsamur, men tóktiskt hava sæð betri ár, eins og guitarspælarin, ið stóð í miðjuni. Høgrumegin var ein ógvuliga hugnaligur eldri maður við vesti, brillum og violin í hond. Einastaðni í miðjuni stóð basspælarin og sáð út sum um, at hann ynskti seg av hundan og til langt burtur. Tann eini keyboardspælarin gjørdi so lítið um seg, at eg mundi ikki lagt merki til hann, hevði tað ikki verið fyri soloini, ið kom móti endanum.

Tað merkverdugasta av tí heila var, at afturat hesum seks fullkomiliga ymsu persónunum, vóru tveir ungir, smartir fýrar, ið hvør sær spældu trummir og harmoniku/orgul/synth. Tað var næstan eingin endi á, hvussu frískliga hesir flentu og gjørdu tekin móti hvørjum øðrum og áhoyrarunum. Serliga yngsti bólkalimurin, trummarin, gjørdi alt ov nógv burturúr og tóktiskt mest sum einans at vilja sleikja upp til Logan, sum hoppaði og dansaði beint frammanfyri seg.

Samanspælið var ok, men ikki nógv at reypa av. Tó var eg rættiliga hugtikin av eldra manninum handan violinina og unga manninum handan harmonikuna/orgulið/synthin. Hesir vóru báðir dygdartónleikarar, ið borðreiddu við góðum undirspæli og solo'um.

 

Síðan, sum skilir

Tá tað er sagt, kemur hin síðan av upplivingini. Tann síðan, sum á ein ella annan hátt skilir, hvat tað er, ið Logan ger, og hví fólki dámar tað. Meginparturin av tí næstan fulla salinum var totalt uppi at koyra. Klappaðu, sungu við og flentu í kíki. Summi seta nevnliga ikki so ógvuslig krøv. Summi vilja hava vælkendar tónar, sum verða spældir uppá siðbundnan maner við gittar-solo á rygginum, Elvis og Eurovision medley'um, (harímillum »Hold me now«),smáfúlum vittigheitum og einum yvirgearaðum frontfiguri.

 

Vit hava bygt eitt vakurt land

Tað vóru tó nakrar fáar av viðmerkingnum hjá Logan, sum mær dámdi. M.a tá hann tosaði um síðstu ferð, hann var í Føroyum. Tað eru 19 ár síðani nú. Mangt er hent her síðani tá, og landið hevur útviklað seg nógv. Tær flestu samfelagsligu útviklingarnar eru keðiligar, vildi hann vera við, men vit hava megnað at bygt okkum eitt vakurt og gott land.

Tað var bara ov tunt allan vegin ígjøgnum. T.d tá hann hoppaði sprelskur runt og dansaði sum eitt svakt, skuldi hann hvørja ferð tvætla við, at »eg eri blivin ov gamal«. Antin við at taka um lendarnar og halta avstað ella við at siga tað hart út. Hann segði tað, fleiri ferðir enntá, og eg bara irriteraðist inn á hann. Hann burdi hildið seg til eitt. Antin at veri eldri, at uppført seg eftir sínum alduri, ella verið tann sprelski persónurin allan vegin ígjøgnum. Blandingin av hesum báðum, fekk meg bara at síggja hann sum ein George Michael wannabe, ið vil nakað, men ikki er tryggur í sær sjálvum.

 

»Hold me now« í disko!

Ein onnur løta, ið mær dámdi væl, var síðsta lagið, teir spældu. Tað var nevniliga ein ultra funky disco-útgáva av »Hold me now«, ið eg iki havi hoyrt fyrr. Tá sá eg kultfigurin, sum eg hevði saknað ígjøgnum framførsluna, og helt í grundini, at eg kundi brúka hendan endan til at gera mítt inntrykk meira positivt. Men. Tá sangurin var liðugur, klappaðu fólk somikið nógv, at Logan beinanvegin avgjørdi at spæla eitt lag afturat. Og alt varð oyðilagt, tá teir framførdu eitt langt, typiskt, null-uppá-hjartað lag av solo'um. Reyp omaná reyp og einki innihald.

Úrslitið var, at eg fór avstað uttan nakað sum helst. Kundi bara flenna at, hvussu vánaligt kvøldið hevði verið. Sum sagt dugi eg at síggja, hvat Logan ger, og hví fólki dámar tað. Tað er stuttleikin í at kunna syngja við til vælkend løg, spenningurin í at hoyra frek úttalilsir, hugnin í at vera saman um hetta, halda í arm og vagga. Uppá tann mátan gjørdi Logan tað væl. Eg havi t.d ongantíð hoyrt ein áhoyraraskara flent so nógv undir einari framførslu, men hetta sigur mær bara, at hann er ein undirhaldari. Ein orkuríkur og spontanur undirhaldari, ið slett og aldeilis ikki er min te-koppur, og sum eg ikki kann hava virðing fyri tónleikaliga sæð.

Alt í alt var tað ein stórur tummil niðureftir, ið tó hevur lært meg og prógvað enn betur fyri mær, at Eurovision er tunt undirhald, ið eg ongantíð fari at dáma.