Ein lætti at sleppa frá

Nú fái eg stundir at takast við alt tað, sum eg havi forsømt øll hesi árini, sigur Ellintur Abrahamsen

Formansskifti

 Tað skerst ikki burtur,at tað er ein lætti at sleppa frá sum formaður. Men eg komi ikki at ganga fyri onki, tí eg havi meiri enn nokk at takast við.
Í gjár endaði eitt tíðarskeið í føroyskum fakfelagspolitikki. Tað endaði, tá ið ein av mest markantu fakfelagsleiðurunum seinastu nógvu árini legði frá sær.
Á aðalfundinum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag í gjár takkaði Ellintur Abrahamsen fyri seg, eftir at hava verið formaður felagsins í heili 22 ár.
Tað var longu í mars í fjør at hann gjørdi nevndini í felagnum greitt, at hann ætlaði sær frá sum formaður.
Men tað vísti seg at ongin av nevndarlimunum hevði hug at taka við sum formaður.
Samstundis vóru ymisk mál á skránni sum hann fegin vildi hava fá hondini, áðrenn hann gavst og tí játtaði hann at halda fram sum formaður, men bara í eitt ár afturat og á aðalfundinum í gjár, skuldi tað vera endaliga liðugt.
Men nú hann leggur frá sær, ásannar hann, at enn eru nógv mál fyri framman, sum eru óloyst, hóast arbeitt hevur verið við teimum.
Á aðalfundinum í gjár kunnugjørdi hann kortini, at avgerðin um at fara frá, stóð við.
 Áhugin fyri felagnum er ikki minkaður, men eg føli tað sum, at arbeiðsbyrðan er ov stór. Arbeiðið fellur tyngri og tyngri og tað verða alsamt fleiri mál, sum eg vildi fingið loyst, men sum liggja á láni, sigur Ellintur Abrahamsen.
Hann segði samstundis, at hann hevði onki ímóti at halda fram sum vanligur nevndarlimur og á aðalfundinum í gjár varð hann eisini afturvaldur í nevndina.

Nógv liggur á láni
Hann sigur, at arbeiðið sum formaður er ógvuliga tíðarkrevjandi.
Men hóast formansstarvið fer við nógvari tíð, følir hann, at tað eru mong mál, sum tað ikki eydnaðist at loysa.
Eitt nú heldur hann at tað er átrokandi at sjómannalógin verður broytt. Serliga heldur hann, at tað er neyðugt at hyggja eftir uppsagnarreglunum. Harafturat eru tað nógvar reglar í henni, sum ikki eru galdandi fyri fiskiskip.
Eisini sjólógin treingir til dagføringar, heldur Ellintur Abrahamsen.
 Eftir donsku sjólógini kann tann, sum hevur hýru til góðar hjá einum reiðara, seta fram sjópantikrav ímóti øllum skipunum hjá reiðaranum fyri at fáa tað, sum er tilgóðar.
 Í Føroyum kann krav bara setast fram ímóti tí ítøkiliga skipinum
Ellintur Abrahamsen sigur, at hetta eru bara tvey dømi um viðurskifti, sum harðliga treingja til at verða endurskoðað.
Onnur mál, sum liggja á láni, eru eftirlønarviðurskiftini, kanska serliga innkrevjingin.
 Vit vildu havt, at eftirlønin varð kravt inn ígjøgnum skattaskipanina, so at eftirlønin varð tryggjað. Vit hava nevniliga dømi um, at eftirløn ikki verður goldin, sigur hann.
 Vit hava roynt at skriva til skiftandi landsstýrismenn á økinum, men kanska er ov lítið gjørt. Tað hendir í hvussu so er alt ov lítið á hesum øki, fyri ikki at siga púra onki.
Ellintur Abrahamsen sigur, at hetta eru mál, sum hann følir, at ov lítið er gjørt við.
 Royndirnar vísa, at ongin ger nakað fyri sjófólkið av sínum eintingum. Tí krevur tað so ómetaliga nógvar kreftir at fáa mál framd
Og tær kreftirnar følir hann ikki, at hann hevur longri.

Ov mikið at takast við
Ellintur Abrahamsen stúrir ikki fyri at ganga arbeiðsleysur, hóast hann nú fer frá sum formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum.
Tvørturímóti gleðir hann seg nú til at fáa stundir til at røkja tey áhugamálini, sum hann hevur, men sum hann følir, at hann hevur forsømt hesi árini, hann hevur verið formaður.
 Eg havi konu og børn og eisini abbabørn og tey fái eg nú betri stundir til. Eg havi eisini eina gamla mammu, sum eg havi vitjað alt og sjáldan. Somuleiðis havi eg bæði hús, bát og ein gamlan bil, sum kundu trongt til eina hond. Og harafturat havi eg fulltíðarstarv sum skipari.
 Tað er nógv, sum eg havi forsømt øll hesi árini og tað er nógv, sum eg ikki havi fingið gjørt øll hesi árini. Sumt av hesum er farið og kemur ikki aftur, men annað kann eg taka mær stundir til nú. Tí fái eg ov mikið at takast við, hóast eg ikki longur eri formaður longur, sigur fráfarni formaðurin í felagnum í Skipara- og Navigatørfelagnum.