Tað eru skjótt tveir mánaðir síðani, at vit sóu hann syngja á stóru senuni í Boxen í Herning, har hann var ein av teimum trimum finalistunum í donsku X-Factor kappingini. Hóast hann er glaður fyri at hava luttikið í í X-Factor, heldur hann samstundis, at tað var ein sera strævin tíð.
- Tað var ein stuttlig uppliving, men eisini ótrúliga strævið. Aftaná finaluna svav eg í tveir heilar dagar, sigur Sveinur, sum í løtuni livir av tónleikinum.
Hevði ongantíð frí
Tað var serliga, tá live-showini í X-Factor byrjaðu, at Sveinur veruliga fekk úr at gera. Luttakararnir vóru upptiknir meir ella minni allar dagarnar í vikuni við at gera samrøður, venja sangirnar, taka myndir og so framvegis.
- Tú skuldi vera on allatíðina, og adrenalinið koyrdi runt í kroppinum, sigur Sveinur, sum lýsir X-Factor tíðina sum sera hektiska.
- Sjálvt tá eg legði meg at sova, fekk eg ikki slappað av, tí tað var so nógv spennandi, sum hendi hvønn dag. Harafturat skuldi eg læra nýggjar sangtekstir hvørja viku, so hatta var ein rættiliga hektisk tíð, greiðir Sveinur frá. Hann heldur seg hava lært nógv frá tíðini, hann var partur av X-Factor.
- Eg havi lært eina rúgvu frá luttøkuni í X-Factor. Fyrst og fremst eri eg blivin ein betri sangari, og harnæst havi eg eisini lært, hvussu umráðandi tað er at vera trúfastur móti sær sjálvum og tora at stóla upp á seg sjálvan, sigur Sveinur. Stundum verða luttakarar í tónleikakappingum lagdir undir at hoppa yvir um, har garðurin er lægstur, fyri at fáa eina karrieru innan tónleikaheimin, men tí er Sveinur ikki samdur í.
- Eg havi roynt tann vanliga vegin, og tað førdi ikki nakað ítøkiligt við sær. Hetta er ein máti at gera tað uppá, og eg eri glaður fyri, at eg var við í X-Factor.
Paparazzi lúrdu
Ímeðan Sveinur luttók í X-Factor, upplivdi hann fleiri ferðir, hvussu stóran áhuga fjølmiðlarnir og onnur fólk høvdu fyri sær og hinum luttakarunum í kappingini. Ta einu ferðina skrivaði danska blaðið Se og Hør, at Sveinur hevði verið í býnum og ballast, og tí sveik røddin. Í blaðnum høvdu tey eisini myndir av Sveini saman við vinfólkunum, har tey hugnaðu sær í danska náttarlívinum. Sjálvur flennir hann eftir søguni hjá Se og Hør.
- Hatta var teirra útlegging og frágreiðing um orsøkina, til at eg ikki fekk sungið í nakrar dagar, og eg kundi ikki annað enn flenna eftir tí, tí eg visti sjálvur, hvør rætta søgan var, og hví røddin sveik, sigur Sveinur og leggur afturat, at hóast hann ikki hevur upplivað paparazzi-fotografar síðani tá, so verður hann framvegis steðgaður av fólki á gøtuni, og tá hann er til handils.
- Fólk eru fitt og vilja gjarna práta. Tað haldi eg er fínt, og tað órógvar meg ikki tað minsta, sigur Sveinur.
Sáttmáli komin í hús
Eftir X-Factor finaluna hevur Sveinur verið í samband við fleiri ymisk plátufeløg, ið hava ynskt at gera sáttmála við 31 ára gamla føroyingin. Nú hevur hann so skrivað undir sáttmálapappírini hjá plátufelagnum DiscArt, og tað er hann sera fegin um.
- Eg havi ótrúliga høgar vónir til samstarvið millum meg og plátufelagið, sigur Sveinur. Fyrst í komandi mánaði fer hann í upptøkuhølini, har hann skal syngja sangir inn til sína fyrstu fløgu.
- Á fløguni verða tíggju skeringar, og alt verður egið tilfar, greiðir Sveinur frá. Hóast hann ikki vil fortelja alt um komandi fløguna enn, so avdúkar hann tó, at talan verður um eina rokkfløgu. Komandi tíðina fer Sveinur at skriva sangir, sum skulu við á fløguna, og hann skal eisini skriva saman við onkrum øðrum sangskrivarum. Plátusáttmálin við DiscArt er nakað, sum Sveinur er ógvuliga spentur uppá.
- Hetta er tað mest ultimativa, sum kann henda fyri ein sangara sum meg, og eg gleði meg nógv, til at fløgan kemur út, sigur Sveinur, sum ikki veit nágreiniliga, nær fløgan kemur út.
Sveinur sum modell
Stórt sæð øll vikuskiftini síðani finalubrakið í Herning hevur Sveinur verið úti og sungið. Hetta er partur av X-Factor sáttmálanum, sum luttakararnir hava við Danmarks Radio.
- Eg havi verið nógv úti og sungið. Tað er ymiskt, hvar eg syngi, men ofta er tað í stórum handilshúsum, á messum og til onnur tiltøk av ymsum slag, greiðir Sveinur frá. Hann fæst tó ikki bara við at syngja í løtuni, tí hann er eisini blivin model hjá Model House Production.
- Ja, nú reklameri eg fyri undirbuksir, skemtar Sveinur og heldur áfram:
- Tvætl, eg havi verið til nøkur photoshoot og havi eisini tikið myndir, sum eg kann brúka í samband við egnar konsertir og so framvegis. Fólkini í Model House kunnu fáa meg til mótashows ella aðrar modelluppgávur, um so er, at onkur vil hava meg til tað, sigur Sveinur, sum ikki hevur stórvegis samband við hinar luttakararnar í X-Factor, eftir at kappingin er endað.
- Onkran av teimum síggi eg, tá vit hava serligar X-Factor konsertir, og so eri eg væl við eitt nú Jason, Mulillah og Jean, men annars havi eg ikki samband við so nógv, sigur Sveinur, sum gleðir seg at sleppa at framføra egið tilfar um ikki so langa tíð.
- Tað er stuttligt at syngja hesi ymisku coverløgini, men tað er altíð betri at syngja sínar egnu sangir, sigur Sveinur, sum dámar væl aftur at hava tíð til vinir og familju.
- Ímeðan eg var í X-Factor, hevði eg lítla og onga tíð til familjuna og vinfólkini, so alt tað bleiv sett á standby. Hóast eg eisini havi nógv um at vera nú, so er tað nakað heilt annað, sigur Sveinur. Um vikuskiftið hava føroyingar møguleika at uppliva Svein framføra á bátastevnuni í Vestmanna og í Sumba til mentanardagar.