Ein loysn fyri heimleys í Føroyum í eygsjón

 Tey heimleysu hava verið sera tolin, meðan tey hava bíðað eftir politiska myndugleikanum, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna, sum heilsar uppskotinum hjá Hans Paula Strøm trupulleikar hjá teim heimleysu vælkomið

Fyrst vil eg vísa á, at eg taki fult undir við landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, nú hann boðar frá, at løgtingið skal viðgera uppskot um, hvussu trupulleikarnir hjá teimum heimleysu í Føroyum skulu loysast. Tað er at fegnast um, at hann sær álvaran í hesum máli, og eg vil mæla honum til at arbeiða skjótt og bera okkum uppskotið í tingið, áðrenn hendan tingsetan er úti.
Fyrstu ferð mælt varð til at seta pening á fíggjarlógina var á heystið í 2003, tá undanfarna samgonga skeyt upp at seta 2 mió. kr. av til útvegan av húsum til heimleys í Føroyum.
Sum øll vita slitnaði tann samgongan, og eftir valið í januar 2004 var nýggj samgonga skipað. Upp á fyrispurning um nýggja samgongan eisini vildi nýta pening upp á tey heimleysu var svarið sera »jaligt«, og tá uppskotið um fíggjarlóg fyri 2004 varð lagt fram, stóðu eisini 2 mió. kr. til hús til heimleys á uppskotinum hjá sitandi samgongu.
Tó hendi tað harmiliga, at fíggjarnevndin skarvaði hesar 2 mió. kr. burtur, og síðani er ongin peningur játtaður til endamálið.
Tá fíggjarlógin fyri 2005 var løgd fram, uttan at peningur var avsettur til tey heimleysu, gjørdi Tjóðveldisflokkurin eina roynd at bøta um hetta og skeyt upp at nýta 2 mió. kr. í 2005 til endamálið.
Og seinast nú beint fyri jól tá fíggjarlógin fyri 2006 skuldi samtykkjast uttan pening til hús til heimleys, hevði Tjóðveldisflokkurin eitt broytingaruppskot, har mælt var til at nýta pening til slíkt hús. Men heldur ikki hesaferð eydnaðist at fáa peningin á fíggjarlógina.
Undarligt at hugsa sær, at tosa vit um tunnlar fyri 100 tals mió. kr., tá er onki óført, men tosa vit um neyðars 2 mió kr. til tann bólkin av borgarum í okkara samfelag, sum eru allar ringast fyri, tá ber onki til. Spell at tað skal vera soleiðis, kanska høvdu raðfestingarnar verið øðrvísi, um løgtingið var samansett annarleiðis, her hugsi eg serliga um kynsbýtið millum løgtingsfólk.
Haldi tey heimleysu hava verið sera tolin, meðan tey hava bíðað eftir politiska myndugleikanum, og við tí í huga vil eg heilsa uppskoti landsstýrismannsins vælkomið við vón um skjótt at kunna viðgera tað í løgtinginum, har eg vil verða við at geva tí eina góða og »jaliga« viðgerð.