at Sambandsflokkurin í Norðoyggjum helt seg hava so veika umboðan, at hildið varð at vera neyðugt at fáa ein sambandspolitikara úr Havn at bera fram floksins sjónarmið til endaliga valfundin í Atlantis [...] Jóhan Simonsen fyri lista E. Tá ið talt varð upp, fekk Sambandsflokkurin um 10% í Klaksvík til hetta valið. Henda hending rann fram fyri meg, nú danski forsætisráðharrin við skund kom til Føroya at reka [...] Rasmussen var so nasadjarvur, at hann – eisini í sjónvarpi okkara – helt uppá, at hann var forsætisráðharri fyri Føroyar. Og einki miðlafólk spurdi, hvat ið hann meinti við. Eftir stendur so tann veruleiki
Síðani helt fylgið leiðina fram út í felagshúsið hjá Føroya Ríðingarfelag, har Viljormur bjóðaði til ein betri morgummat. Her savnaðust eisini frá familjuni, vinum og kenningum, so har var fult hús. Sum altíð [...] saman, so varð dúgliga sungið, talað og reypað og mangt skemti havt á lofti. Í hesum umhvørvi er Bukefalos hjá Alexandur hinum Mikla, átta beinti Sleipner hjá Óðini ella veingjaði Pegasus líka so viðkomandi [...] sjá" (ør. 40) Ein annar hevur sett seg uppá Pegasus, og ber fram høgtflúgvandi epos. Hesin recitator lyftir tátíð, nútíð og framtíð í ský, so ein droymir seg aftur í fordums grikst amfiteatur, har olympisku
gongd leið. Landskassin rindar íløguna og kommunan og landskassin lata so ávíst gjald fyri raksturin á hvørjum árið, og arbeiðið liggur so í tryggum hondum hjá Frelsunarherðinum og hinum stovnunum. Landsuppgáva [...] samfelag, og er tað politikarana ábyrgd at taka málið upp tá torvurin er so væl lýstur sum í hesum føri. Vert er eisini at taka fram arbeiðið hjá Blákrossheiminum í Havn, har fólk bæði fáa viðgerð fyri misnýtslu [...] gongur ikki so, og vil eg her nýta høvi at gera vart við tørvin hjá einum veikum bólki í samfelagnum, har tað eftir míni metan er ein samfelagsskylda og ábyrgd at útvega og tryggja sømilig kor. So mín heilsan
serliga, um Thomas Hans Rubbeksen hevði vitað, hvussu leysur hann var um miðjan seinna hálvleik. Men Alex Dos Santos megnaði eisini at skalla upp um í seinna hálvleiki. Dysturin var, sum so, ikki nakað [...] EB/Streymi á miðjuni, og so gongur skjótt. Bólturin verður spældur yvir ímóti vinstru síðu hjá AB, langt frammi á vøllinum. Kenneth Jacobsen, sum spælir høgri bakkur hjá AB, rennir fram eftir síðuni, og gerst [...] Hans Pauli Samuelsen leggur bóltin inn í brotsteigin, og har er Dánjal Davidsen og skallar bóltin fram við Heðini Stenberg, sum stóð ein góðan dyst fyri AB. Sostatt hevði EB/Streymur nú fingið eitt betri
skulu tey sýna nøkrum so banalum virðing? Tað er ikki at vera líkasælur ella ábyrgdarleysur, um ein unglingi velur Tjóðveldi fram um Sambandið, ella um ein hevjar Javnaðarflokkin upp um Fólkaflokkin. Tað er [...] vegurin fram. Við at kunna ungdóminum um Føroya- eins og alheimssøgu, við at kunna um búskap og journalistikk, við at geva føroyska ungdóminum møguleika at røkka sær hægri vitan, er vegurin fram. Ein tann [...] ókonstruktiva kjakið er ikki nýtt fyribrigdi, men ein hoyrir um tað dag og dagliga, ár eftir ár. Tað sigur seg sjálvt, at fyrr ella seinni, so sløkkir ungdómurin fyri hoyrnini. Vón Men tað er tó gleðiligt
verður um samráðingar um fullveldi. Samráðingarnar skulu ikki fatast, sum at talan verður um nakra broyting í ríkisrættarligu støðu Føroya. Tað ber ikki til at fáa at vita frá landsstýrinum, um ætlaðu [...] lin og so leggja eina koyriætlan fram móti føroyska fullveldinum. Danski forsætisráðharrin er sinnaður at gera eina líknandi avtalu, men hann tekur kortini ikki undir við, at talan skal vera um eina avtalu [...] sjálv at gera av, um vit skulu hava fullveldi ella ei. Ein føroysk fólkaatkvøða, sum sigur ja til fullveldi, er einki verd fyrr enn danska stjórnin og Fólkatingið hava góðkent hana. Halda fram við koyriætlanini
fingið burturúr dagsins teksti, so – sum hann tekur til: - So man ikki er heilt hen í veðrið! Onkutíð eru raðfylgjurnar ikki so skrappar sum omanfyri, men okkurt verður býtt um. BREIÐARI TILTALA Eitt er sjálvandi [...] grundi yvir innihaldið í teimum. Eg hugsi tá serliga um tann samanhang, ið tekstirnir standa í. Tá biði eg eisini um, at Guð má vegleiða meg í bønini, um hvussu hann ynskir, at eg skal boða yvir tekstin. [...] við tí, ið eg segði og setti spurningar um. - Eg hugsi altíð eitt sindur um, hvussu eg skal siga hetta, serliga í fínpussingini. Tíverri hugsi eg onkutíð ov lítið um tað, og tað hoyri eg oftani fyrst aftaná
tað varð nevnt á býráðsfundinum, so stendur sjálvur grísagarðurin tætt við, og har eru eisini møguleikar, um so skuldi verið. Tí um so nógv skal gerast við hann, so er húsið har. [...] viðgerð umsóknir um stuðul til hetta endamál frá máli til mál, og at kommunan má gera okkurt sjálv og so royna at søkja um stuðul. Tí er tað heilt neyðugt, at kommunan sjálv tekur sær um reiggj og fer undir [...] yvir 40 ár. Og heldur henda gongin fram, verða 60% av tvørafólki yvir 40 ár um 10 ár. Hann heldur, at tað er onki, sum bendir á, at henda gongdin ikki fer at halda fram, tí tað sæst, at forskjótingin í
koma sær fram. Hann nevndi t.d. Kjølar og Júmen. Eisini nevndi hann, at vinnaraheitið hevði við sær, at ístaðin fyri at t.d. Moirae mátti ringja runt til spælistøðini, so bleiv hørð kapping um bólkin. Bólkurin [...] konsertferð uttanlanda og so er eisini hesaferð. Vinnarin skal luttaka á stóra Norwegian Wood festivalinum í Oslo í juni 1999. Hyggur ein á heimasíðuna hjá Norwegian Wood festivalinum, so sæst, at nøvn sum Bob [...] verið kjakast um, hvørt tað er gjørligt ella rætt at kappast innan tónleik. Fyrireikararnir meta tó, at tónleikararnir skulu meta hetta sum eitt upplivilsi, ein møguleika at koma sær fram, men sjálvsagt
verður gjørdur, fyrrenn allir partar hava skrivað undir ein sáttmála um tað, og eftir ætlan verður tað í næstum. So leingi sáttmáli um Hvalbiartunnilin ikki er undirskrivaður, er hann ikki í pottinum og [...] orsøkin til, at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum hjá andstøðuni um at gera tunnil til Hvalbiar. Týsdagin viðgjørdi Løgtingið málið um at gera tunnil tilFámjins, men tað fall við einum teprum meiriluta [...] Løgtingið einmælt at fara undir at gera tunlarnar Norður um Fjall, og samstundis var projektið klárt at bjóðað út. Men hóast málið var komið so langt, er einki hent enn og tað sigur mær, at einki er greitt